Sep 16, 2011

Hvør lesur yrkingar?

Bumba á morgni.

IMG_0158[1]

Var á fundi fyri føroyskt lærarar í morgun. Á skránni var fyrst kunning, og síðani var ein framløga um tær royndir tey gera og hava gjørt niðri við talgildum uppgávum. Men fyrst varð kunnað um uppgávur í Føroyum. Dentur bleiv lagdur á , at nú skulu vit hava uppgávumenning – eitt fínt men kanska nokso misvísandi orð. Vit hava nú havt sama slag av uppgávum í kanska 20 ár, segði framløgupersónurin, tíð er at broyta  og fáa nýtt. Allir miðnámsskúlar skula hava somu uppgávu til próvtøkuna, tað ger sjálvandi, at øll mega fáa okkurt, sum hóskar til teirrra, segði framløgupersónurin (lægsta felagsnevnara).Vit hava eisini gjørt tað sama í enskum, og har riggar tað væl, segði framløgupersónurin. Vit mega fáa onnur tekstasløg inn, og næmingarnir skula skriva (og lesa) slíkt, sum tey fara at fáa brúk fyri í framtíðini.  Og fólk lesa vanliga ikki yrkingar, segði framløgupersónurin. Soleiðis, bara í einum eykasetningi, svævaði han yrkingarnar, hetta er tann nýggi einsrættaði miðnámsskúlin. Í enskum í summar fingu næmingarnir hjá okkum bara ein tekst at velja í. Uppgávusettið hevði eina stuttsøgu og so tvær greinir um útflutning og handil og annað. Sjálvandi laga við undirvísingina eftir próvtøkuni, og um okkara næmingar skula kunna velja, so mega vit undirvísa meiri í handilstekstum, og tøkniligum tekstum. Og sjálvandi ikki í yrkingum. Tað er í enskum, og framløgupersónurin heldur, at tað er so super.

Tann almennandi parturin av tí almenna studentaskúlanum verður burturbeindur so við og við.

Áhugavert var annars at hoyra, hvussu tey nýta teldu og netsamband til próvtøku í Danmark.

IMG_0160[1]

Nýggjan BH

Lítla Turið gav mær ein nýggjan BH, tá ið hon var í Føroyum. Hon dugir hatta har við skálum og sentimetrum, hann er keyptur frakúgv Siri. Tær eru so fittar at keypa frá, vildu eisini fegin hjálpa við at passa og soleiðis, sjálvt um tað mátti gerast á parkeringsplássinum. Støddin er fín, bara eru tíggini nakað klombrut serliga  um lendarnar.

Sep 15, 2011

Vinir–laksur og epli.

Seinasta týskvøld fóru Turið og børnini niður aftur. Hu hei, vilde dyr; komu hósdag avstaðaftur týsdag; eg kom aftur úr Vágum til tóm óruddilig hús um 6-7 tíðina. Hevði ongan huga at gera mat ella nakað annað. Knappliga stóð ein maður í køkinum, hann bjóðaði mær til døgurða – heppin, ella hvat? Beinanveg spurdi eg, ja ella um ein tíma, segði hann. Og tað var Jógvan Telling. So eg heim til hansara, og har var Jòrunn eisini, so vit ótu laks og epli. Og tað var bara, bara sakin. Mett og væl sett fór eg aftur til hús at gera skúlating og alt hitt. Heppin ? Ja!

 

sept 043

sept 046

Sep 14, 2011

Góðan 14. september !

 

016

Fólkaatkvøðan fyllir 65 í ár. Tjóðveldi hevði eina kvøldsetu.

Tú mást seta okkurt í veð, um tú vilt fram á veg, segði Bjørt. Hon var sera positiv og bjartskygd í síni talu. Annita talaði um fólkaatkvøðuna í søguligum høpi, ho´n nevndi, at so nógv fólk – serliga ung, hava ikki ánilsi av, hvat fólkaatkvøðan er fyri nakað. Henda partin av søgu okkara hava vit eisini skyldu at varðveita. Í hesum sambandi fingu vit at vita, at fyrsta bind til søgu Tjóveldisfloksins er klárt í handriti. Og Bergtóra helt eisini eina mergjaða røðu. Hesar tríggjar mynda í stóran mun tjóðveldisflokkin í dag, og tær eru sera skarpar, klókar og hampuligar uttan at vera undirbrotligar. Hugaligt at fólk koma saman, vit sungu, og Uni Arge sang og spældi. Og Carli las sínar fyndugu yrkingar.

003

 

008

017

Sep 13, 2011

Gunnar Hoydal 70

Kvøldseta á Landsbókasavninum, fult hús.  Stuttar føðingardagsrøður, fólk sum visti, hvat tað tosaði um. Gunnar bleiv róstur, men ikki skammróstur. Martin Næs læt okkum hoyra brot úr egnum brøvum frá Gunnari. Sera hugtakandi og stuttligt. Bókadeildin gevur Huckelberry Finn eftir Mark Twain út, og Jette Hoydal segði eisini frá Huck Finn á sera persónligan hátt. Sangirnir vóru eisini sera væl valdir, so ymiskir teir vór. Serliga riggaði Unnsa sangur framúr, og GUnnar knýtti eisini onkrar viðmerkingar til tann sangin, sum er skrivaður til Anniku Hoydal at syngja. Frálíkt, innilig og stillfør kvøða til listamannin.

sept 033

sept 034

sept 031

sept 038

Sep 11, 2011

Borgarhjørt

Hon bleiv bara 58 ár, og hon fór so brádliga. Borgarhjørt og Hans høvdu bara verið gift í 4 og eitt hálvt ár. Veðrið var gott í dag at halda jarðarferð, men í gjár, tá ið farið var úr kapellinum, oysti niður. Sera nógv fólk var og fylgdi. Ervið var úti í fíggjarmálaráðnum, tey vóru sera blíð, og alt var ótrúliga væl fyriskipað. Borgarhjørt arbeiddi alt sítt lív í føroyska embætisverkinum, hennara partur liggur ikki eftir. Myndin er tikin uttan fyri hjá Turið í Leivsgøtu í brúðarhúsinum hjá Turið og Halli. DSC08101

Sep 9, 2011

Jubiii. Jubiii. Jubileum!

Í Hoydølum er gott at vera, tað er grundin til, at vit fáast ikki burtur aftur. Onkur sigur, hví skiftir  tú ikki jobb, hevur tú einki drive ella áræði, siga tey, sum skifta djobb fimta hvørt ár. Nei, eg trívist her, og okkurt er, sum eitur trúfesti og støðufesti.  Ja, ja gott við tær, gamla mín, gaaamaldags. Anyway, vit heiðraðu tey, sum hava 25, 30 og 35 ára starvsdag í Hoydølum…og tað var huuugnaligt. Kinna sang sum tann lágmælti eingil hon er, Hanna helt talu og Berljót rappaði við ongum tónleiki. Kann mann rappa við ongum tónleiki? Ja, tað er ein nýggj sjangra, tað eitur rapp við ongum tónleiki (sí niðanfyri). Also Mikkjal helt talu, Hanna helt talu og vit ótu og drukku, og fólk ynsktu mær tillukku, og vit fingu blómur og gávukort, hvar kann mann meiri ynskja sær…uttan kanska ein I-pod . Og tavadenn, tá ið eg kom heim, lá ein heilsan frá Heiðveig við tillukku við 30 ára srarvsdegnum…fólk eru bara for fitt……… Og beint nú í skrivandi stund, komu blómur frá Vitusi og Turið…takk fái tey.

 

Jubileum 035Jubileum 042Jubileum 054Jubileum 055

Hetta er ikki so galið

Eg havi skrivað eina talu

Ella eitt rapp við orðaspæli

Og teimum rímum sum eru í vali

At takka øllum í hesum sali

Sum heiðra okkum við rundum tali

30 ár eru liðin síðan Arnbjørn sæli

Mær beyð at arbeiða í hesum dali

Við stjórum mongum, ein langur hali

Seinast Mikkjali, tí megna kali,

Køvdu vit so mangt eitt æli.

Gávi enn sum áður spírar næli,

Um fólkið skiftir, skúlin tó framali

Ungt fólk at liva í lukku og sælu.

Í Marknagili verður nakað kvalið

Tá gangi eg ikki longur her og mali

Men búgvi kanska í Dali?