Dec 14, 2010

Jólakalendarin - 14











Í morgun fór Madeleine av landinum aftur, men í gjár sá hon "tann ordliga" jólamannin í SMS. Tað var fínt. Í dag gekk 10ð Lucia, tað var ein deiliga hugnalig løta. Veðrið var so gott, at ljósini brendu fínt úti.

Dec 13, 2010

Jólakalendarin - 13

Túr. Deiligt veður . Inni undir Ryggi. Inni hjá Katrinu Christiansen.

advent 10 072 advent 10 074 advent 10 077 advent 10 081 advent 10 082 advent 10 084 advent 10 086

Dec 12, 2010

Jólakalendarin - 12

Í dag vóru vit og plantaðu hyasintirnar á grøvina.

Seinnapartin høvdu vit gestir. Børnini gjørdu jóladekoratiónir. Elin var við, tað var stuttligt at síggja hana, næstyngst var Bjørt. Laura hjá Shahin var eisini her, og Lív fekk allar tríggjar sínar diddur við til hús.  Scrabble var aftur á skránni í kvøld. Brian/Inga Rósa toymið vann í kvøld.

advent 10 063 advent 10 002 advent 10 004 advent 10 006 advent 10 007 advent 10 013 advent 10 015 advent 10 017 advent 10 023 advent 10 034 advent 10 036 advent 10 038 advent 10 039 advent 10 043 advent 10 045 advent 10 046 advent 10 062

Dec 10, 2010

Jólakalendarin – 11

Í dag var meiningin at fara at seta nakrar hyasintir á grøvina, men tað var so nógvur vindur og regn, at vit vandaðu veður. Fitt var at hoyra Madeleine greiða mammu síni frá hesum: av tí at abbi er enn deyður, skuldu vit fara við blómum, men vit fóru ikki, tí tað var vindur. Tá ið hon kom til Føroyar, spurdi hon eisini beinanvegin, um abbi var enn deyður. Soleiðis føli eg tað eisini, sum um, at nú hevur tað varað nóg leingi, nú skal hann ikki vera deyður longur….men vit fara kanska við blómunum í morgin, um viðrar.

Vit vóru til sjónleik á dramaverkstaðnum, Lív Rósa var við. Tað sjáldsama var, at áskoðararnir sluppu at spæla við sum prisessa ella, vættur ella trøll. Tað var so stuttligt, men eitt sindur óhugnaligt, tá ið trøllini komu.

advent 10 006 advent 10 014 advent 10 004 advent 10 005

Dec 9, 2010

Jólakalendarin - 10

advent 10 IMG_3317 IMG_3322 IMG_3323 IMG_3324 IMG_3329 IMG_3331 Í dag vóru eg og Madeleine í býnum. Hví man býráðið mótarbeiða handlunum í býnum við at taka tey fáu p-plássini , sum eru, til “jólabý”, hann stendur tómur og myrkur ein part av tíðini, í dag var ikki eitt menniskja har. Húsini stóðu fyrr hinumegin vegin, undir tinghúsinum, hví eru tey flutt?

Vit bygdu ein kavamann, ta ið vit komu heim og pyntaðu eitt jólavindeyga. FS kom heim uml. klokkan hálvgum fimm, og tá fóru vit aftur býtúr. Vit møttu Ingu Rósu og co.

Í skúlanum er kvøldseta í kvøld (9.des), her eru nakrar myndir av listaframsýningibni, sum er í gongini.

Dec 8, 2010

Jólakalendarin - 9

Útgáva

Hetta fína orð, so hent í so nógvum førum, er farið púrasta skeivt upp á heilan og í hálsin á teimum, sum senda tónleik og tosa um fløgur í útvarpinum. Orðið fløga, sum var væl komið fyri seg í málinum, er um at hvørva aftur úr útvarpinum. Alt er útgáva og útgávur, mishátt í fleirtali. Hann ella hon hevur gjørt ella givið út eina nýggja útgávu, og vit spæla eitt lag av hesi útgávuni. Hinar útgávurnar , sum komu í fjør ……Allar útgávurnar hjá NN eru merktar av…. Jabb jabb, sig fløga for ólukkan! Er tað kanska tí at tey hava alt á teldu og ongantíð síggja fløgurnar? Nei, tí tosa stundum um húsan, sum fylgir við.

Madeleine hevur verið í skúla við ommu síni í dag, og vit skreiddu eina løtu aftan fyri skúlan. FS hevur verið til arbeiðis.

IMG_3308 advent 10 023

Dec 7, 2010

Jólakalendarin - 8

So vakurt kavaveður í dag. Vit fóru at skreiða á Skansanum. Har er ein fín brekka, Kári kom eisini. Og so komu eisini nøkur børn úr einum barnagarði. Seinnapartin var Marita og vitjaði og Sarah og Mattias. Í kvøld ringdu bæði Lisa og l. Turið, so tað er sum at hava vunnið Gekkin! Vit høvdu Ingu Rósu v. fam til døgurða og st. Turið. Og so hava vit roynt føroyskt SCRABBLE, tað var stuttligt – besta viðmæli.

advent 10 001 advent 10 003 advent 10 006 advent 10 008 advent 10 013 advent 10 014 advent 10 015 advent 10 016 advent 10 017 advent 10 020 advent 10 022