Aug 10, 2009
Aug 8, 2009
Ferðin til Belgia august 2009 - 7. dagur


Í dag fóru vit út at spáka, tað vil siga Madeleine hevði súkklu , og hon og Emil skiftust um at súkkla, HM hevði koyristól, men eg og FS, vit gingu so. Vit fóru á eitt spælipláss har var ein restaurant, vit fingu okkum vatn, og børnini spældu. Í kvøld eru tey bæði úti, og vit eru inni. Eg segði dreingjunum eina søgu um tveir dreingir , sum fóru í bakkan at fáa sær ein lundapisu, tað gekk ikki alt eftir vild.
Ferðin til Belgia august 2009 - 6. dagur
Vit fóru í ein ítróttar- "outdoor-adventure" handil, har var so stórt úrval av stuttligum og lekrum vørum. Eg keypt einar gonguskógvar. So fóru vit ein túr í IKEA at fáa okkum ein bita. Seinnapartin våuru tveir dreingur her, meðan mamma teirra var til arbeiðis. Um kvøldið fóru Michel og Frida út og vit ótu pizza og hugdu í sjónvarp.
Ferðin til Belgia august 2009 - 5. dagur
Ferðin til Belgia august 2009 - 4.dagur
Tá ið vit vóru útskavað fóru vit aftur í bilin, men fyrst ótu vit frálíkan morgunmat á hotellinum. Nú gekk ferðin iki so smidliga longur, nógv vegarbeiði er har á leiðini í løtuni, so tað gekk ikki skjótt , vit vóru í Reet um 8 tíðna um kvøldið. Har tók Michel ímóti okkum, hann hevði kokkast, so vit komu til búgvið borð.
Aug 7, 2009
Ferðin til Belgia august 2009 - 3.dagur
Tíðliga á morgni mikudag vóru vit í Hanstholm. Vit sluppu næstan allarfyrst í land, og so gekk leiðin suðureftir. Fyrst steðgaðu vit á at fáa okkum morgunmat við panoramaútsýni yvir havið. Út á seinnapartin komu vit til Hamburg og kekkaðu inn á eitt so frálíkt hotell. Tvey deilig kømur en suite, so fingu vit okkum døgurða í restauratiónini.
Túrurin til Belgia august 2009 - 2. dagur
Tað var sum á gólvinum allan vegin. Týsdagin fóru vit í svimjihylin og í sauna, og so ótu vit Norrøna buffet um kvøldið.
Subscribe to:
Comments (Atom)