Dec 10, 2025

Arið ið fór 2025

 Januar

Gantesufundur hjá Sonju
Bindiklubburin hevur verið til síðani 1971, tað er meira enn 50 ár síðani, vit hittust á kollegi'inum Solbakken í Keypmannahavn. Tá vóru eisini onkrar aðrar við, og seinni er Astrid komin uppí.
Vit hittast uml. eina ferð um mánaðin. Onkuntíð hevur verið longur ímillim. 








Februar

Svágur mín Vitus farin. Hann hevur verið sjúkur av krabba í mong ár. Hann er tann seinasti av teimum trimum Putlhúsdreingjunumm so fækkast. Tað er deiligt at kunna fara inn til skyldfólk í Dali, nú er Turið so einasmøll í húsi, har er altíð fjálgt at koma inn.

Vitus farin


Mars

Altíð gott at fara ein svipptúr niður at síggja familjuna. Hesa ferð vitjaði eg eisini Berg og Simone í Espergærde. Og so bjóðaði eg teimum eina máltíð í SULT, tað er í Cinematekinum yvirav Kongens have. Suttligt at síggja systkinabørnini, Herman og Lars saman. 

Herman Lars etur víndrúvur. Ajax eygleiðir hann.


Eta á "SULT" 

systkinabørnini Herman og Marius

Apríl


Apríl

Kristina og Glóð ein familjutúr í Hoygarðinum


Mai

Í mai var eg ein minniligan túr í Limerick, havi áður skrivað bloggar um hann. Tað vóru sum vant Anna og Herleif, sum skipaðu fyri. Ein frálíka væl skipaður, upplýsandi túrur. Keypti mær ein so frálíka vakran ullintan kepp.










Juni
Nú ið eg fylti 75, helt eg tað var so stutt síðani, eg helt 70 ára dagin, at eg slepti mær av landinum. Altíð deiligt at vitja familjuna í Reykjavík.
Inga Rósa er í krabbameinsviðgerð

Tær báðar syngja fyri mær, og gávan er eitt íslendskt teppi


Juli











Vit sita væl hjá Turið systur í Leivsgøtu. Summargestir.

Símin Hannus og Tórhild




Beint fyri ólavsøku var eg í silvurbrúdleypi í Dali. Símin Hannus og Tórhild gjørdu stórt gildi og borðreiddu við øllum góðum.




 Og so er tað ólavsøkan, tá eru altíð flottar myndir at fáa.




kunningar úr Hebridunum









Avgust







Durita og Bergur

September

!0-17 september fóru vit tríggjar til Spania við 62N. Túrurin gekk fyrst til Camprodona, har ið vit búðu á 100 ára gomlum hotelli. Sera sjarmerandi hotell, sum varð bygt til rík fólk úr Barcelona, sum skuldu hava fríska luft, býurin er í 1000m. hædd.






í Santa Clotilde urtagarðinum í Lloret



Var eisini ein túr í Íslandi saman við Kristinu, sera stutt men gott.





Oktober  

Sjónleikur var í Varpinum í Klaksvík. Tað var skemtileikurin "Friður á pallinum". Sólveig og eg fóru saman.



Túr á UMAMI við vinkunum

Jóna Joensen, sum býr í Sveis, var heima og hevði bókarframløgu í Gl bókhandli. Bókin eitur Frí og er ein søga, men eisini ein uppskriftabók.

Jóna Joensen
Laura er mostir høvundin, og hon las eitt brot úr bókini.Sólveig og Bergur sita sum undir lestri.


November 

Var í Tilhaldinum og spældi sjónleik saman við Linubólkinum





Desember

Osla var vertur ársins síðsta bókastev, ein deiligur dagur í Leirvík.


22. desember var systkinabarnaball á Skúlaheiminum í Marknagili. Tað var hugaligt at síggja so mong í familjuni. Myndirnar verða so frálíkar at hava at hyggja at í komandi tíð.
SYSTKINABØRN .Bergljót og Guðny mangla

Trímenningar pluss Lítla Alda


Vit hildu jól á Sandi, vit vóru mong í tali og høvdu trý hús. Lars var kokkur jólaaftan, og tey løgdu eisini hús til . Tollaksmessudag vóru vit í Bænadiktsstovu og ótu pitabreyð, jólaaftan ótu vit turt kjøt og epli hjá Turið og Halli í Sandabrekkuni, og um kvøldið sum sagt hjá Sólrun og Lars. Herligt at hava tey øll rundan um meg. Deiligt at síggja tær ungu vaksandi familjurnar. Annan dag var døgurðaboð á Suðuroyavegnum.










Duponts


Holm Johannessen pluss gomul






omma og abbi strála









Løkke









Bókastev

Hesa ferð átti Osla tørn at vera vertur. Osla býr í Leirvík, so tað er ein rættilig útferð. Vit fóru úr Havn kl. 10, Osla var klár við øllum góðum.


At koma til Oslu er at koma í eitt jólahús, har var pyntað ovarlaga og niðarlaga, men hon var ikki liðug at pynta. So stak hugnaligt. Bókin hesa ferð var Móðir sjeystjørna hjá Williami Heinesen, týtt til føroyskt hevur Heðin Brú. Allar vóru samdar um, at hon er so sera væl og inniliga skrivað, men allar halda ikki, at hon er so fantastisk. 




Tá ið vit eru í Leirvík hjá Oslu, er tað altíð ein serstøk mentanaruppliving. Hon skipar fyri tiltøkum og kunning, sum víðkar sjónarringin. VIt hava sæð útgrevstur, bátasavnið og hesa ferð fóru vit til Gøtu, har ið Osla hevði avtalað við Sædís, at vísa okkum glaslist. Vit sóu hennara fuglar, fiskar, jólaprýði og annað. Vit nutu eisini blíðskap inni í einari sjáldsama hugnaligari stovu í Syðrugøtu. Takk Osla, sum skipaði fyri.

Nú fóru vit aftur til Leirvíkar, tí at Osla hevði gjørt eina frálíka kokosgrýtu til okkara. Hetta var síðsti fundur í ár. 



Takk Osla fyri ein deiligan dag.




1.     Vit fóru úr aftur Leirvík, mettar og væl settar kl. 18.

Næstu ferð er bókin Svørt orkide.

Nov 6, 2025

LINUBÓLKURIN í Tilhaldinum

 5. november var Linubólkurin í Tilhaldinum við einari kvøldsetu. Vit plaga at fara eina ferð um árið í Tilhaldið við onkrum undirhaldi. Í ár hildu við 125 ára hald fyri Williami Heinesen við tekstum hjá honum.

Linubólkurin eitur eftir Linu Larsen, tí megnar sjónleikarkvinnuni. Men vit kalla okkum eisini senior-bólkurin í Sjónleikarhúsinum.

Anna J,Bergljót, Kirsten, Karin, Pól, Gunnhild, Anna O Eyrith og Oddvá

Tekstirnir, sum vit lósu, vóru fleiri sæddir við barnsins eygum. Tað dugir WH so sera væl. Tann fantasifulli smádrongurin í Bartskersstovu, sum sær tornið á heimsins enda og sum fekk eitt skip í jólagávu. Og hin prátingarsama Merit, sum dugir at síggja tað stóra í tí smáa. Tað er sum at eta  fínastu konfekt at lesa WH. Orðini eru so væl snarað og so musisk, ongantíð gerandislig og grá - bara so litrík og flogsterk.

Forkunnugt var  at hoyra eitt bræv, sum WH skrivar til vinmannin Jacob Zahle. Í brævinum fortelur William, at hann er nú vorðin avhaldsmaður. 

Karin lesur brævið frá WH

Oddvá lesur Merrith

Vit høvdu tveir sangir: Gunnhild sang "Haymaking by the Sea" við fylgispæli frá  Jakup Dahl Wardum, formanni Havnar sjónleikarfelags, og Anna sang 'Tante Mimis arie'.  Henda síðsta vísa er bara so sturrlig. hon Mimi er so æviga troytt av øllum av skómakarabeiggjanum av regninum, men tíbetur hon kann lívgast upp aftur um hon fer ein tú á kirkjugarðin at síggja onkran verða søktan í jørðina. Anna er ein sangari/sjónleikari av guds náði, púra óimponerað og so stuttlig.

Anna, Pól var okkara frásøgufólk

Ársins sketch var um hesar tríggjar, sum eru á sólorku og triple trola. Tær elska varman, drinks og Vaglið í Albir. Spott er altíð best, tá ið tað rakar teg sjálva og ongan pínir. Og sum Anna sigur 'overdrivelse fremmer forståelsen' . Eg haldi, at vit gjørdu passaliga nógv av.

Í Tilhaldinum í Havn hendir altíð okkurt, og salurin fullur av glaðum pensionistum.





Oct 26, 2025

Friður á pallinum!

 Klaksvíkar sjónleikarafelag spælir leikin "Friður á pallinum" eftir Michael Frayn  frá 1982. Leikurin er um at spæla sjónleik, ein sjónleikur í sjónleikinum. Tey hava ognað Adelborg Linklett sýningina, og henda myndin er í tí prentaðu skránni.

Adelborg Linklett (1935-2024)

Pallurin  í Varpinum er ein snaripallur, hugsi einasti av slíkum slag í landinum. Hann kom rættiliga til sín rætt: helvtin var pallurin í leikinum í leikinum, og hin helvtin var aftan fyri pallin, tað sokallaða backstage. Stuttligt at síggja ein so vandaliga gjørdan pall. Tað var ein stova, og nógvir staklutir vóru akkurát á røttum plássi. Á pallinum vóru 8 hurðar, og tað temað varð nýtt allan vegin, hurðar fóru upp og aftur alla tíðina. Eftir steðgin vóru vit aftan fyri pallin, har ið leikararnir vóru, tá i ð tey ikki vóru "on". Har vóru onkrar privatar ósemjur og amorinir, meðan vit sóu tey backstage hoyrdu vit handan veggin, at leikurin gekk á pallinum. Snildisliga gjørt..











Leikararnir hava heilt víst íðkað fitness í langa tíð. Tað var ein sera krevjandi leikur fysiskt. Har vóru trappur báðu megin, sum tey runnu upp og niður. Deiligt at síggja áhugaleik, fullan av orku og spæligleði. Tey vóru 9 fólk á pallinum, um eg skal nevna onkran einstakling, má tað vera Emry Jo. Hon var á pallinum meginpartin av tíðini, og hon og "makrelurin"  settu rættiliga ferð á láturvøddarnar. Hon hevði so sera góða føling við tí, sum hendi á pallinum.

Jan Gardar og Nancy Kalsø  vóru par, ella hon tyktist halda tað, hann fekst ikki at standa stillur so leingi, at nakað spurdist burtur úr, men har lá nógv í luftini. Og har vóru onnur møgulig "pør".












Jan Gardar og Jancy Kalsø

Leikararnir

Leikurin var comedy of errors - kendur, misskiljingar og teknifilmsligar snildir ella klovnarí, og eisini "frystar" myndir, sum ofta síggjast í filmi.  Tey duttu barlong á gólvið, ella gingu við buksunum niðurtogaðum um hælirnar. Av tí at vit sóu venjingina hjá teimum, aftanífrá og frammanífrá og sóu so at enda, at tey spældu leikin, gjørdust tað so nógvar uppafturtøkur, at leikurin bleiv ov langur, og skemtið útvatnaðist nakað. Vit fingu tað so at siga skorið í papp.

Varpið er ein sera stór høll, og allir áskoðarar skula síggja og hoyra, tað er ein stór avbjóðing. Kanska tað er ein grund til at sera nógv róp var, bæði frá einstøkum leikarum og frá teimum í kór.

Skráin er eitt lítið heftið við upplýsingum um leikin, heilsanum og so frálíkum myndum

Vit báðar fóru norð, fyrst í Angus at eta døgurða og so í Varpið. Ein deiligur túrur.



Spaniatúrur september 2025

 62N gjørdi ein gongutúr í Norðurspania við beinleiðis flog úr Føroyum, 10-17 sept. 2025. Vit systrarnar meldaðu okkum til. Flogið varð til Barcelona, har ið Xavier tók ímóti okkum. Vit fóru við bussi til Camprodon, sum er ein lítil býur í Katalonia, sum liggur í 1000 metra hædd. Vit búðu á Hotel Camprodon, sum er eitt 100 ára gamalt hotell, bygt til ríkar býarbúgvar, sum komu úr Barcelona at fáa sær frið og fríska luft.

, Hotellið er sera væl varðveitt, og prýði og møblar vísa á eina gamla tíð.

hotell Camprodon















Vit gjørdu nakrar túrar har í økinum, m.a. til bygdina Roc, har misti eg telefonina , og hon fór í knús Camprodon liggur har íð tvær stórar áir møtast . Eitt kvøld var dansur á torginum, og tað veit denn at líktist teirra keturdansur nógv okkara dansi. Men tey høvdu tónleik til dansin.

Vit fóru úr Camprodon til Tossa de Mar, men á vegnum vóru vit í Figueres og vitjaðu Dali savnið.
Salvador Dali