Apr 3, 2023

Belgia


 Fór suðureftir at leita eftir várinum. Eri í Reet sunnan fyri Antwerpen hjá Fridu Sofíu og familjuni. Deiligt at síggja tey øll. Tey studera og lesa og ganga til roynd.

Fyrsta dagin fóru vit á listasavn í Antwerpen. Tað er akkurát renoverað og hevur verið undir renovatión í fleiri ár. Men nú er tað so flott, tað eitur KMSKA (Konijngklike museum schone kunsten Antwerpen) . Tað er stórt, so tað er ikki nóg mikið at vitja eina ferð. Bæði gomul og nýggj list.



James Ensor: Sluppir (1890)













Ein flott café er eisini inni har, Michel arbeiðir har í nánd, so hann kom at eta miðmála saman við okkum.

Stólarnir vóru so óalmindiliga góðir og sofurnar.


Annan dagin var aftur útferð hesa ferð til Brussel. Vit skoðaðu býin fóru á pubb. Og so fóru vit til móttøku á sendistovuni 'the mission to the Faroes'. Tað var stuttligt at síggja fólkini, bæði jakkasettini og fráfarandi sendikvinnuna Elin og nýggju sendikvinnuna Elisabeth. Stuttligt at síggja hesar dugnaligu ungu kvinnurnar fáa væl uppiborið pláss í maskinarínum.

Elisabeth



Elin





Triðja dagin var dagurin, tá ið Madeleine fór at klippa sær. So spennandi. Seinnapartin fóru vit at vitja Liliane í hennara nýggju íbúð.  Hon líktist sær sjálvari, hevði bakað súreplakaku.



Og so ikki at gloyma vóru vit og vitjaðu Berg, sum jú býr ein part av tíðini í Brussel, har hann arbeiðir. Vit sóu íbúðina og ótu á aux armes.



FS og Madeleine koyrdu meg til París sunnudagin, tað var væl gjørt av teimum, ein so langur túrur, og so skuldu tær til Oyes aftaná.



Madeleine, Emil, Louis, Chloé og ommam



Men nú eri eg í París! og í dag var sól


 











Feb 28, 2023

Turið 40

Havi nú í nakrar dagar leitað eftir einari metaforu, ikki bara onkrari metaforu, men einari stórari, sum umfatar alt lívið.  Lívið sum ein siglingsferð....lítlum báti rekist eg á...nei tað hevur Fr. Petersen brúkt, lívið sum ein breiður vegur við nógvari ferðslu ? ....ja, men tað brúkti Jesus jú....okey lívið er sum ein konfekteskja...nei tað hevur hann brúkt , hann sjálvur Forest Gump... 

Lívið er sum ein urð, ikki eitt ur - tað kundi tað eisini verið - men ein urð við ð. Grót allastaðni, smásteinar, stórir steinar, klípi og grús, rundir steinar og hvassir steinar, spískir og stingandi steinar. Slættar hellur og poknut grót. Og so gloprini, smá, smøl glopur og breið glopur, glopur so stór, at tú mást leypa við renningarlopi, og so hini, sum eru til støddar sum ein fótur, har fóturin verður fastur og bara fæst uppaftur, um tú letur skógvin standa eftir. Men so eru eisini klettar, klettar so stórir sum hús. Ein slíkur klettur - sum sigst í Vaagen - lívir av Føroyalandi. Undir klettinum er lívd, tú fært krokað undan regni og vindi, og tú fært hvílt teg og savnað orku til at fara aftur í urðina. Og nú koma vit til poengið: ein slíkur klettur er Turið í gerandisdegnum.

Lag: Stórhvalagildið

1.

1.       Eitt leygarkvøld í Havnini, her er eitt óført gildi

Mítt yngsta barn er 40, og 100 henni fylgdu.

Tí Turið hon er super sterk, stórt er hennar netaverk.

Leingi livi hon og væl minst 1000 ár aftrat.

2.

2.       Og Turið fær so nógv av skafti, tað eg tykkum sigi,

Í svimjing og í fimleiki - eitt barn á hvørjum liði,

So er hon í Ljósinum, so er hon í fjósinum.

Skjýtur, flettir hon um stund, so aftur norð á fund.

3

3.       Eitt vet av FOMO ella ei, vit elska hennar virki.

Í bindiklubb í nýggja York og síðan Hjalla styrki,

Dinner club í Havnini, dupult date í Skotlandi, 

kaviskeið í Afrika, metall í Kjøbinhavn.

4. 

So kreativ - vit minnast væl til hennar mongu grýlur,

sum sagnamyndir, gudamytur, tað er góður stílur,

Kópakonan, Salem heks,  Sleipnir hógvar tveir pluss seks,

Hodja flýgur langa leið á gandateppinum.

.Og síðan  allar kakurnar við barbie,  cars  og frozen.

Hon mixar eina shepherd’s pie, og allarbest er  sósin.

Sjútiárakringlufest , Turið altíð “best í test”.

Bommskeið, leirskeið, silvurskeið tá tilmelding er tøk.

6.

Í 2014 broytt’eg mína búadressu føstu,

at  njóta gott av serfrøðini hinumegin bróstið,

60pluss feilir, kropp og sál, telduhjálp og døgurðaskál.

Altíð bert eitt click away, eitt klikk so hjálpa tey.

 7.

  Tí toymið Holm Johannessen á Suðuroyavegnum,

Tey halda allar avtalur og fara upp við degnum,

Brúka hvørja løtu væl, ofta tíð til skemt og spæl.

Nýmótans familjulívið, tá ið tað er best.


8.       Mítt góða barn eg ynski tær, at ljósar liggja leiðir,

hjá tær og Halli, børnunum og øllum tí, tú eigur,                                                                                                   

Takki fyri ferðina, frá tú komst í verðina,

Halda vit so fram á leið í treysti hvør og ein.

 

Hjartaliga til lukku heilsan mamma









 


Feb 4, 2023

Seniorbólkurin í sjónleikarhúsinum

So stuttligt og hugnaligt at vera saman við hesum fólkum hvørja viku gjøgnum veturin. Hetta er tríðju ferð vit fara á pall: Fyrstu ferð var "Tuberklaleikurin" við Sóleyð Danielsen sum lærara. Aðru ferð "Tikk tokk, antikk" v. Súsannu Tórgarð, og nú er tað "Søgur úr Havn" v. Riu Tórgarð.


Tuberklaleikurin (2019)

Leikurin varð spældur á sanatori'inum Hoydølum, so stuttligt at nýta teir gomlu karmarnar. Sóleyð var ótrúlig, hon dugir alt møguligt innan sjónleik.



Tikk-tokk antikk


Leikurin TIKK-TOKK- antik var ein kabarettlík framførsla, mest skemt um, hvssu tann talgilda verðin kennist hjá gomlum.. Vit spældu hann bæði í Nólsoy og á Sandi. Henda myndin er tikin inni hjá Hannu á Reynatúgvu..


Hesin síðsti leikurin byggir á dagbók hjá Caroline Heinesen f. Restorff. Hon var mamma William, og tað sæst týðiliga, hvaðani William hevur sínar skaldagávur. Hon skrivar um fólk og hendingar í Havn, tá ið hon vaks upp og var ung.

Leikurin er skemtiligur, men eisini upplýsandi og í støðum syrgiligur, soleiðis sum lívið er – og eisini var fyri 100 árum síðani, tá ið Carolina var ung.

Sýningin er sett saman av smáum søgum. Øll fólkini, sum vit møta á leiðini, eru fólk sum hava búleikast í Havnini.  Vit møta Rasmusi Effersø og systrum hansara jomfrýrnum, vit síggja Schrøter prest. 

Okkara søgur úr Havn hava fingið íblástur úr tilfarinum hjá Carolinu Heinesen (1873-1944), men vit loyva okkum at hoppa eitt sindur runt í tíðarsetingini, so okkurt er langt áðrenn Carolinusa tíð.

Savnað tilfar: Bólkurin. Gjørt til leik: Ria Tórgarð. Hjálparleikstjóri: Margreta Næss. Ljós/ljóð: Suni Joensen og Kristinn Akursmørk.  Pallsmiðir: Hjálmar Dam, Búi Brattaberg, Poul Dávur Hammer og Ragnvaldur A. Jensen. Pallfólk/statistar: Búi Brattaberg og Ragnvaldur A. Hansen

 Leikarar: Bergljót av Skarði, Oddvá Nattestad, Eyrith G. Leyni, Anna Olsen, Gunhild W. Michelsen, Karin Djurhuus, Tóri í Hoyvík, Pól Joensen, Høgni Joensen og Bjørgfinnur Nielsen

 

Vit takka: Havnar Hornorkestri, Ólavi Jakobsen, Tróndi Olsen, Tjóðpalli Føroya, Mogens Lǖtzen, Poul J. í Horni og Føroya Landsbókasavni.

Frumsýning var 3. februar 2023. 



Jan 1, 2023

Árið ið fór 2022

 Nakrar upplivingar í 2022. 

Hvørt ár hevur sínar glaðu og døpru løtur.  Ferðir og føðingardagar, veitslur og virðislønir. Men eisini miss og jarðarferðir.

Tvær íslandsferðir varð tað til í 22, vit fóru í konfirmatión hjá Kára, hon var í Hørpu, og móttøka var hjá Marentzu í Flóruni í Grasagarðinum. 

Kári


Tann seinna ferðin var ógloymandi náttúruupplivingin at koyra á Vestfirðum í nakrar dagar. Vit gistu á herbergum á vegnum. Síðsta plássið var Drangsnes, har ið vit vitjaðu Guðný, sum enn var har tá.

Eitt sjáldsamt minnismerki, eitt rustað skip



Bergljót og Turið


Hjá Guðný á Drangsnesi


















Lítla Dímun hevur staðið á ynskilistanum í nógv ár. Ferðin varð goldin í 2020, men var útsett ár eftir ár. Men nú gekk! 28 apríl fóru vit (8 fólk) suður við Smyrli, síðani koyrdu vit til Hvalbiar og haðani við tyrluni út í oynna. Ein so frálíka væl skipað ferð, nógv fólk var at hjálpa og ansa eftir. Veðrið var til vildar allan dagin. 






Í mai vóru vit, genturnar og eg ein túr í Antwerpen. Vóru útferð í dómkirkjuni í Brussel og einari Frida Kahlo framsýning. So var tað jólagávan frá FS, tað var bilettir til UPPISTAND við Sarah Millicant, vit fóru fyrst út at eta og so í henda sjónleikarsalin, men eg var eitt sindur vónsvikin. Ikki so festligt, sum eg hevði væntað. Men eg var í góðum selskapi :)

 Herbert fylti 14, og gildi varð hildið á Suðuroyaveg.

Grillmeistarin


Mann kann siga, at føðingardagurin var væl pallsettur. Útiøkið á Suðuroyaveg kom rættiliga til sín rætt í tí góða veðrinum.



 Ferðin til Oberammergau í august saman við Marjuni Lómaklett er umrødd í øðrum bloggum, tað var eisini ein ógloymandi uppliving og væl fyriskipað.



Hvílið í friði. Í 2022 søgdu vit farvæl við Guðrið Ellefsen, ript burtur frá sínum alt ov tíðliga, tað var ein serstakliga vøkur og rørandi jarðarferð. Vit fylgdu eisni Vilhelminu til gravar, sagt verður : Tey gomlu skula fara, tey ungu kunna fara, og Vilhelmina var nøgd við sítt lív og føldi hon hevði livað til fulnar. Og systkinabarnið Dánjal Jákup misti konuna, Jákubina fór til gravar ein vindharðan dag í juni.


Í mars vóru vit lítla Turið og børnini á skeiði í dansi á háskúlanum, so sera stuttligt og gevandi. Sharon og Kristian duga bara hattar har. Finni onga mynd beint nú,....  men á fastalávint var Turið ordiliga í tí kreativa horninum, her sæst ein ung genta, sum verður brend á báli sum heks, hon er bundin í eina styttu, og eldslogar sleikja seg uppeftir.






Og í apríl var tað eitt skeið í sjónleiki við Gjógv eisini sera spennandi. 

leiklistarvenjing


Á hvørjum ári kemur onkur av mínum burturfluttu børnum heim at vitja. í 2022 kom FS sjálv fimta. Og hon var primus motor, tá ið Hoygarðurin bleiv málaður.







Í november var eg ein deiligan túr í Keypmannahavn at vitja tey í Nyhavn. Var á bókarmessu saman við Lisu og vitjaði Hergerð og Andrias í Ringsted.







Tey stóru børnini samlað

lilla valkvøld 

Andrias og Hergerð












Sólrun og Lars


Tilhaldsins jólaborðhald 2022


Lag: Frættu tit hvat Rasmus segði

 1.   Tilhaldsfólk í góðum árum

Stevna nú til veitslukvøld.

Tit við sárum, tit við tárum

Sitið ikki heima køld,

Komið saman, singlar, pør

Verið fegin, ikki tvør!

 

2.    Maðurin er mansins gaman,

Soleiðs sigst í Hávamál,

Heilsubót at koma saman,

Lívgar hvørja stirda sál.

Minnast mangt, ei sita kvirr,

Ikki “alt var betri fyrr”.

 

3.   Eirik Suni stjóri, vinur,

Dansur, túrar, hugskot mong

Frálíkt fyri stívar limir,

Tíðin fellur ikki long,

Stovnar kontu í ein fart,

Tað var also mikið smart!


4.  Týsdagsmorgun er tað besta,

Samlast mesta fólkið tá,

Tónleikarar okkum gesta,

Hvør við síni góðu skrá,

Oddvør, Victor, Hilmar Jan

Fróðarfólk - og skemt mín sann!


 5.   Sálmar , tættir, veitslusangir,

Sjómanslív og romantikk,

Fólk í hoyna, gentur dreingir,

Mikkjal (á) Ryggi er eitt hitt;

Drongurin við Eystfalssker,

Kortini av øllum ber!

 

6.   Smílandi tær kaffi bjóða

Vivian og Annelin,

Og so eina kaku góða,

Á tí søta hava skyn,

Og viðhvørt er okkurt sunt,

Sum er okkum øllum unt.

 

7. Veva, binda, onkur trenar,

Lesa bøkur, granska tær,

Onkur situr bert og genar,

Til hann kort í hendur fær,

Meldar stórt og langar út,

Sópar kleyvara og rút.

 

8. Tilhaldið í býarhjarta,

Uggar øll og skapar lív,

Ernast tey, og hygg! tú sært tað,

Látur, gleði og eitt smíl,

Okkar “home away from home”,

Aldurdómsins rómahjóm.

Tójlgreb