Nov 21, 2022

Bókadagar

 Upplivdi bókadagar bæði í Keypmannahavn og í Havn í ár. So herligt.



Jón Kallmann Stefans. høgrumegin






Iben Mondrup




Lisa mín trúfasta vinkona





Jens Andersen um Tove




hevur etið ommuna

Lisa, mín trúfasti fylgisveinur í Kph. og eg fóru í Bella sentrið leygardagin 5. november. Á tú góðasti, sum har er stórt, og so nógvar bøkur og nógvir pallar. Men Lisa er góður organisator, hon hevði skjótt skránna frammi og gjørdi okkum eina dagsætlan. Bøkurnar-høvundarnir, sum vóru í ætlanini vóru:  Jan Guillou (bara tí at hann er so kendur), Jón Kallmann Stefansson (eri í ferð við at lurta eftir "Dit fravær er mørke" á Mofibo), Iben Mondrup (hevði lisið Tabitu í Bókastevi, og fingið uppgávu frá NLH, áðrenn eg fór niður), Tove Ditlevsen (ein nýggj ævisøga eftir Jens Andersen). Eg fekk mest burturúr framløguni um Tove Ditlevsen og henni um tey grønlendsku børnini Tabitu og Vitus. Deiligur dagur, stuttligt at síggja, hvussu tey gera sínar framsýningar, bæði til børn og vaksin, men tú skalt vita,  hvørjum tú fert eftir í bókahimni.


Bókadagarnir í NLH í ár vóru 16-20 november

Ungu Føroyar høvdu eitt tiltak í Skálanum, har ið framløga var um "Gentukamarið", "Karmageitina" og "Rangstøðu". Stuttligt at arbeiða saman við Malenu um framløguna. Vit skiftust til at siga okkurt og til at lesa sitat. Nógv fólk var møtt upp, m.a. ein studentaskúlaflokkur hjá Ann Ellefsen.

Arnbjørn Dalsgarð segði nøkur fá orð um yrkingarnar hjá Marjuni, og Marjun las tríggjar yrkingar, m.a. ta fyrstu í savninum, sum er ein samanumtøka av tí, hon vil siga. At enda presenteraði Turið ta nýggju skaldsøguna hjá Daniali Viðoy, sum er sjálvstøðugt framhald av Tvístøðu. Bókin er um norðoyingin Bartal, sum livir sítt ungdómslív í Keypmannahavn og í Føroyum. Bersøgin og væl skrivað sum hin fyrra.





















Fríggjadagin var samtalan við Iben Mondrup á skránni. Hon var løtt at tosa við, tí hon tímdi væl at práta. Eg spurdi hana um fotografering sum metaforu og kassar og smá rúm og sjálvandi skortin, sum Vitus elskar at vera í. Síðani nakað um menniskjasýni og danska ideologi viðv. Grønlandi og grønlendskum. Hugsi tað gekk væl.




















Okkurt var, sum eg ikki fekk spurt hana um, sum eg hevði ætlað mær: m.a.: hvussu nógv visti Stig um, hvat ið Alice gjørdi við Vitus? Hann sigur við hana einastaðni "Vitus er ikki eitt leika" og "Tú mást finna tær onnur offur"...er Stig ikki samsekur í misgerðini? Eitt annar spurningur er: ..man Alice vera misbrúkt sum barn, tað verður sagt, at pápi hennara er óndur, og einastaðni hugsar Alice, at hon vil, at pápin skal vita, at hon verður fylt av einum øðrum manni.

Nú ið mínar avtalur vóru hildnar, føldi eg meg meira leysa at vitja annað á bókadøgunum. Eg hoyrdi framløguna hjá Anne Kirsten Hermann um "Imperiets børn" og hoyrdi upplesturin hjá Búa Rouch og Beiniri Bergsdson, tað var sera hugtakandi. Og so var eg eisini til samkomuna, sum heiðraði Hanus Kamban á 80 ára degnum.

Rithøvundurin og týðarin

Halgir talar fyri vinmanninum Hanusi


Nov 19, 2022

Keypmannahavn november 2022



Hevði eina góða viku í Keypmannahavn í november. Sá tveir sjónleikir og ein film. Tann fyrri sjónleikurin er "København". Tá ið eg keypti bilettirnar til mín og Maritu, helt eg, at leikurin var um býin, kanska í gomlum døgum, kanska um tíðina tá ið fiskakellingar seldu fisk á Gammel strand.


Men hetta er ein leikur um  ein søguligan fund í Keypmannahavn í 1941. Niels Bohr, kona hansara og Werner Heisenberg eru á pallinum alla tíðina og tosa alla tíðina. Marita er søgufólk og veit eina rúgvu um 2. heimsbardaga og alt annað. Eg helt, at leikurin var keðiligur, spurdi Maritu um vit skuldu fara í steðginum :) Marita helt, at leikurin var spennandi. Tað besta við leikinum var ljóssetingin, tað var eisini ein føroyingur, sum var ljósmaður. Ljóskúlur hingu lágt yvir pallinum, og blunkini skuldu ímynda eina kemiska reaktión (haldi eg). Ein atombumba brast off-stage, og ljóshavið sást inn á pallin...sera væl og dramatiskt gjørt. 
Hin leikurin var Holberg stykkið "Den vægelsindede". Ein klassikari, sum var moderniseraður.








Tey høvdu gjørt persónarnar til akkurát sum tekniseriufigurar í mínum eygum, stuttligur leikur.

Filmurin, eg sá, var "Good luck to you, Leo Grande" . Ein nýggjur filmur við Emmu Thompson. Hann er um eina konu, sum er um miðjan aldur, hon er einkja og hon saknar nærleika og sex. So hon keypir sær tveir tímar saman við einum sexarbeiðara. Hann er ein ungur vakur maður og sera liberalur og nátúrligur. Hann verður ikki bara sexpartnari, men eisini terapeutur hjá konuni. Tey hava so við og við inniligar samrøður, m.a. fáa vit at vita, at konan hevur ongantíð upplivað kynsligan fulnað. Tað er so uppgávan.. Ein fínur filmur. Emma Thompson er altið góð


Sep 24, 2022

Fýra dagar í VILNIUS í Litava

 Tey skipaðu fyri beinleiðis flogferð til Vilnius, tí at landsliðið skuldi spæla dyst har. Hvussu ofta hevur ein høvi at flúgva beinleiðis til Litava úr Føroyum, so eg smekkaði meg avstað. Vit fóru sunnukvøld úr Føroyum og vóru aftur í Føroyum fríggjamorgun. Vit búðu á Radisson Astoria, búðu sera væl og sera sentralt mitt í gamla býnum.

Hotel Astorija

Vilnius

Universitetið

Sera eyðsæð allastaðni, at tey standa við Ukreina. Tað eru ikki so nógv ár síðani Litava tók loysing frá í Sovjet. Tað er feskt í minninum.

Mánadagin var ein busstúrur/gongutúrur á skránni við ferðaleiðara. Hon eitur Yolita og tosar sera væl enskt. Í Vilnius búgva 620.000 fólk, og har eru sera nógvar kirkjur og bønhús. Vilnius hevur gamla býin, nýggja býin og tann nýggja-nýggja býin. 80 % av fólkinum er katolikkar. Slottið hjá stórhertoganum var í fleiri hundrað ár politiskur, umsitingarligur og mentanarligur miðdepil. Upprunaliga frá 15. øld, oyðilagt í 1801, og bygt av nýggjum 2002-2018. Tað er í dag museum, og slotsplássið verður brúkt stórar hátíðardagar.

The Grand Dukes Palace

forsetaborgin

Yolita

Santa Annu kirkja. Napoleon Bonaparte helt, at hon var so vøkur, at hann vildi hava hana heim við sær.



Degningsportrið. Portur í gamla býarmúrinum. Pílagrímsleið.



ølsmakking




Tá ið busstúrurin var  liðugur var ølsmakking á einum lítlum bryggaríi. Ein hugnalig løta.





Palace of the Grand Dukes

Stuðla Ukreina. 

Týsdagin fór eg út at vála, tíverri vóru tey søvn, eg ætlaði at vitja, stongd, men eg var í Hertogaslottinum, og tað er eitt ovurstórt fornminnissavn. Nógv gjørt burtur úr útgrevstri, glas lagt útyvir múrleivdir.

Litaviskt líkist ongum máli, sum eg kenni. Tey hava nøkur lænt orð sjálvandi, t.d. footballas. Men annars er tað heilt volapykk, t.d. eitur takk achu! og skál [iz vey gata]. So samanumtikið var tað kanska nokso ørt at fara til sjónleik. Men eg hugsaði, tað hevði verið stuttligt at sæt tjóðleikhúsið, ja og hoyrt málið. Leikurin var eitt stykki hjá Martin Bellemare úr Kanada, sum æt "Laisve", tað merkir frælsi. Tað var sera flott sjónleikarhús, stór forhøll, hesin pallurin var í einum lítlum sali á 5. hædd.

framman fyri sjónleikarhúsið


rúmsátt


Sera flott forhøll við frálíkum sofum

til steðgin

Tey hava sín egna Frits

Týsdagin nýtti eg eisini høvi til at hyggja á handlar. Tað bleiv mest til rav og bøkur.

hattar

bøkur

Tað er hugtakandi at síggja litaviskt, so eksotiskt, tó at tey eru í ES og í NATO - ja okkara næstu grannar. Hygg bara, hvussu ein bilett til KGB savnið sær út. Vit síggja bæði teirra mál og lænt orð.

Herseting og frælsisstríð. Studentar og seniorar.

Mikudagin fóru vit aftur útferð.Leiðin gekk til Trakei. Trakei var fyrr høvuðstaður í Litava. Har í økinum eru so sera nógv vøtn, og úti á einari oyggj har bygdi Gediminas sína borg í 1300 talinum. Økið har var eyðkent av, at har høvdu nógv ymisk fólkasløg sett búgv: karaiamar, tatarar, litavar, russarar, jødar og pólakkar. Karaim mentanin er av muslimskum uppruna og teirra mál er eitt turkiskt mál (Yolita segði: turkic not turkish) teirra trúgv er serstøk og byggir á gamla testamentið. 

Vit stimaðu ein túr á Galvé vatninum, og at enda fingu vit eina máltíð, har ið vit sjálvi gjørdi breyðlummar við kjøti í (karaim rættur). Og so fingu vit krupnikk, tað er ein karaim snapsur.




Hósmorgunin fór eg á listasavn og á KGB savnið, av óvart datt eg i nn á eitt savn til minnis um ein rithøvund/prest í íbúðini, har hann búði. Listasavnsins høvuðssýning var tíverri stongd, tí tey vóru í ferð við at seta nýggja sýning upp. Ein "optical illusion" sýning var. Onkrar myndir mintu um Elinborg Lutzen. Nógvir vovnir lutir vóru eisni.











Meðan eg leitaði eftir KGB savninum, datt eg inn á gólvið hjá hesum fýrinum. Hann var prstur og rithøvundur. Eg hugsaði: hvat ger Putin á úthurðini her? Forkláringin var , at Vinci M, hevði tikið sær navnið Putin (sum er ein berjarunnur), tí at hann hevði ikki loyvi at geva bøkur út undir sínum rætta navni sum prestur.

Men so fann eg KGB savnið, tað er í fyrrverandi høvuðskvarterinum hjá KGB, og eisini nazistarnir høvdu sítt høvuðskvarter her. Ikki so øgiliga áskoðaravinarligt. Sera nógvur tekstur og nógvar smáar fotomyndir. Men rúmini søgdu sína søgu, eisini fangaklivarnir í kjallaranum. Kríggj, kúging og mótstøðurørsla.

Allur húsaveggurin ein minnisvarði


Radiorúmið. Das Leben der Anderen

Kommunistisk jólakort

Koddavár, Jadvyga Necioniene. Dúkur, Virginia Zulpaite-Ribokiene. Tær vóru báðar deporteraðar.



Men nú eru vit komin til hóskvøld, borð var lagt av til øll, summi sótu inni og summi uttanfyri. Eg var so heppin at sita saman við einum hugnaligum kortklubbi.





So var tað fótbóltur. The rest is history. Eg tók ein bil heim í hálvleikinum. Ja, ja eg veit....VÁNALIGT, men tað var so forbiðið kalt!