Nov 29, 2020
Sólrun MIchelsen: Ein táttur er silvur
Nov 15, 2020
Tú eigur náttina við...
Nov 7, 2020
LISTAFRAMSÝNING
Hetta vikuskifti er ordiliga ferniseringsvikuskifti. Eg fór mær oman í Steinprent, har ið Bárður Oskarsson og Hanni Bjartalíð hava framsýning. Keypti Hilbert hjá Bárði, tað er so ótrúliga stuttligt at Bárður er týddur til minst tíggju mál. En hundur og ein kanin, tey eru vinir. Bob eigur gularótina, Bob finnur upp á ráð.
Eitt so alheimsligt problem, og eitt alheimsligt myndamál. Tey smáu relieffini hjá Hanna eru eisini sera hugfangandi. Síðani gekk leiðin yvir í Mullers, har Guðrið og Rannvá hava sett sína stóru SALT framsýning upp. Sera gott hugskot at fara við børnum kanska, har er so nógv ymiskt at síggja og práta um.
Næsta stopp var Listaskálin, har tey hava gjørt eina stóra framsýning, sum eitu HAV. Hon er heilt framúrskarandi. Kanska tað er aldurin, sum ger vart við seg, men tað er bara so herliga loysandi at síggja gomul kær verk og gomul listarfólk aftur. Gleði meg at fara aftur við næmingum í næstu viku. Havið í ódn og logn.
Tey "stóru" vóru væl umboðað.
![]() |
| Suni greiddi mær frá Pætursnótini hjá Titu, ein nemandi løta. |
Nov 2, 2020
Oysregn úti, tess meira varmi inni.
Hetta er longsta silvurbrúdleyp, eg havi upplivað. Tað byrjaði 8. august, og vit syngja enn í Eiriksgarði í Dali. Og sangurin ljómaði seinnapartin í dag, nú ið Vilhelmina helt føðingardag.
Vilhelmina er 85, og fólkini á Deild hava boðið okkum nátturða í Eiriksgarði. Har vóru bæði stór og smá. Og maturin var bæði súpan og kalt borð og kakur.
Vit eldru sita og royna at kenna børnini, sum nú eru vaksin, og so alt tað smáa, sum legst afturat.
Sep 22, 2020
Deiligt vikuskifti og Hamlet í Skuespilhuset
Ferðin og sjónleikurin var ein føðingardagsgáva frá teimum í Danmark. Tað var eitt fantastiskt vikuskifti. Fríggjakvøldið fóru vit á restaurantina Flammen. Kjøtbuffet, og grønbuffet. Vit vóru í munnbindi, tá ið vit stóðu og ongum, meðan vit sótu. Síðani fóru vit í Skuespilhuset.
Hamlet var góður, ikki einastandandi frálíkur, men góður. Tá ið tú kennir innihaldið so væl, krevur tú kanska meira av kreativiteti og staffage. Tað vóru ikki nógv frávik frá gamla Shakes. Okkurt stuttligt inn ímillum, t.d. vóru Rosenkrans og Gyldestjerne klovnar, og Polonius var ein kona.
Leygardagin vóru eg og Lisa túr og hugdu í handlar. Eg keypti nakrar bøkur og eina blusu. Men sum tað var herligt at spáka saman við Lisu. Vit klikka saman.
Um kvøldið gjørdi Símun døgurða, og vit hugdu at einum filmi saman, tað var einfranskur filmur Mignonnes (The Cuties) um nakrar smágentur. Góður filmur.
Sunnudagin fóru vit á museum, tað var Storm P savnið á Frederiksberg og eisini savnið Alhambra, sum er framhald og vísir modernaða satiru. Um kvøldið gjørdi Lars ein góðan grýturætt, tá vóru Bergur og Aran eisini saman við okkum. Sera hugnaligt.

Mánamorgun fór eg aftur til Føroya.
Sep 10, 2020
FSA - CEFR - VISITATIÓN
Skeið í 4 dagar, fyrst tveir um CEFR sum heild, síðani tveir um visitatión.
Orðið visitatión verður ofta brúkt av heilsumyndugleikum, fólk verða visiterað til eitt ellisheim ella ein annan stovn. Tað verður kannað og testað, um persónurin hóskar til staðið ella staðið til persónin. Í okkara føri er tað kanning ella testing av næmingum til Føroyskt sum annaðmál.
Skeiðini vóru skipað av av Helenu D á N., sum arbeiðir á Námi og hon hevði afturat sær Katrin E.L.Jacobsen, sum arbeiðir í Tønder á málskúlanum, har tey hava Danskuddannelse og Asbjørn Nybo, sum arbeiðir í SIRI (Styrelsen for international rekruttering og integration) við at gera og samskipa uppgávur og royndir í Danmark.
Til fyrra skeiðið vóru umleið 40 fólk úr øllum landinum. Tað er hugaligt, at vit so við og við hava ein starvsfólkahóp til hesa nýggju lærugrein.Kunnað varð eisini um ætlanir viðvíkjandi undirvísingartilfari, m.a. kunnaði Maria Heradóttir um arbeiðið við at gera eina føroysktbók til børn við øðrum móðurmáli enn føroyskum, fyrimyndin her er týsk.
Sep 2, 2020
FSA - føroyskt sum annaðmál.
Nú eitur lærugreinin hjá mær Føroyskt sum annaðmál. Nú er rættilig gongd komin á at menna lærugreinina. Megnarkonur sita við róðrið. CEFR skipanin skal nú brúkast í Føroyum (FSA 1,2,3). Hetta er eitt, sum vit hava lisið og sungið eftir síðani 2014. Men økið er stórt, og nógvir staklutir eru, so tað tekur tíð at laga alt til okkara viðurskifti.
![]() |
| Katrin og Helena fyrireika skeið |
Kvøldskúlin í Havn hevur gingið undan í hesum máli, har hava verið gjørdar ymiskar skeiðsroyndir í Føroyskum sum annað mál, og ymiskt tilfar er framleitt sum partur av undirvísingini.
![]() |
| Finn tvey orð á hvørji reglu sum ríma |
![]() |
| Hvat stendur á hillini |
| uppgávur til krabbabók |

![]() |
| uppg. til krabbabók |
![]() |
| lesivenjing |
Nevnd hevur sitið og umsett og lagað danskt tilfar til um CEFR og um visitatión. Nú verða so tvey skeið hildin saman við Katrin Lydersen Jacobsen, sum MMR v/ Helenu D. á Neystabø skipar fyri. Tað fyrra um CEFR skipanina, og tað seinna um visitatión t.e. hvussu ein kannar, hvar í skipanini næmingar skula byrja
Vit arbeiða við at savna tilfar, sum longu er gjørt, so at øll fáa gleði av tí. Væl kent er, at lærarar sita og klippa og klistra hvør í sínum lag heima. Ætlanin er at skanna og leggja á netið.





















