Jul 18, 2015

Fugloy–juli 2015

Vit fóru út til Fugloyar við Rituni hósdag seinnapart og steðgaðu til leygarmorgun.
Hattarvík 006Hattarvík 010
Ein deiligur summarhústúrur. Gingu túr, vóru uppi við svimjihylin, vóru á restaurang á Kirkju, vitjaðu skyldfólk, løgdu putlispæl.
Hattarvík 027Hattarvík 041
Vit vóru Frida S. við familju og eg.
Hattarvík 020Hattarvík 049
Eg haldi bæði eg og Hanus Súni líkjast til Gjáar.Hattarvík 055Hattarvík 056Hattarvík 062
Stuttligt at síggja Uppistovufólkini, eg plagdi at leiða tvíburðarnar í túninum, tá ið eg var barn.Hattarvík 077
Í morgun væntaðu vit Rituna klokkan 10, so vit vóru uppi og pakkaðu og vóru klár. So fór eg ein lítlan túr út í tún, hitti har eina konu, sum sigur soleiðis hissini, og nú kemur Ritan ikki til Hattarvíkar, so Símun má yvir á Kirkju eftir rennarunum….whaaattt? Vit noyðast yvir á Kirkju! Koyrast! Ring eftir einum bili ----NOT! Men, sum sangurin sigur so beinrakið “Strandferðslan sjálvandi ger sum hon vil!”….og so kortini, tá ið eg sá súgin við lendingina á Kirkju, var eg fegin, at teir ikki komu á Trøllagjónna, tí har hevði verið nógv verri. Drama!
Men Jóhanna bjargaði okkum, takk Jóhanna fyri koyring og fyri blíðskap!
Hattarvík 104Hattarvík 110Hattarvík 095

Men í gjárkvøldið fóru vit út at eta, gingu fyrst ein tíma og trý korter til at koma á matstovuna og so heimaftur við báti – so eksotiskt! og maturin hjá Amaliu í Frammistovu var framúr góður og fær mítt besta viðmæli, vit fingu føroyskan veitsludøgurða og ta serligu íslagkakuna omaná, og tað var ikki dýrt! Um tú hevur verið úti og etið í Havn og aðrastaðni, so er nú stundin komin at fara út at eta á Kirkju! Bið tær borð dagin fyri.


Michel Dupont's photo.

Jul 12, 2015

summar og familja

Sólrun hevur verið heima eina viku, og Frida S. er komin við síni familju, øll (uttan Lisa) vóru samlað eitt kvøld. Tað varð grillkvøld við nýggjari grill. Stak hugnaligt og kensluborið at hava tær allar hjá mær við sínum monnum og børnum.

grillparty 008

Við borðið hetta kvøldið var eisini Gabriel hjá Evu, hann og Herbert eru so sera væl.

grillparty 011grillparty 012grillparty 013

Frida S. fór ein túr oman ‘memory lane’ í einum posa við ymsum úr Eiriksgøtu, hattarnir eru klassiskir, má mann siga, og Emil sær heilt proff út. Hattar hjá Fridu S, Sigurð J, Fridu og Sofusi.

grillparty 027grillparty 028grillparty 029grillparty 030grillparty 034grillparty 036

Jul 8, 2015

Í Sáttareni ein kaldan summardag

sud.veg. Sáttarenni 034
Byrjaði dagin kl. 7 við at baka pannukakur, klokkan knapt áttas kom Kristina at hjálpa mæt, vit skuldu hava pannukakur við á rættina, men hvat f….galt? Eg gloymdi tær, tær stóðu so fittar undir barnavogninum, men eg setti tær á borðið, áðrenn vit fóru.
sud.veg. Sáttarenni 021
So at vakja børnini, gentur og stóra drong.
sud.veg. Sáttarenni 025
Tey róku bara niðanfyri vegin, tóku ein lættan dag. Góð manning, næstan eitt fólk upp á seyðin.
sud.veg. Sáttarenni 030sud.veg. Sáttarenni 049
Kristina var ikii heilt álvulig, og tá ið ærnar jarmaðu eftir lombunum brast hon í samhugagrát.
Dagurin endaði við høsnarunga og rísi inni hjá Turið. Og nú er seint.
Turið Holm Johannessen's photo.

Jul 4, 2015

Familjulega á Selatrað


Selatrað 2015 055Vit fóru við tveimum tjøldum, átta fólk. Turið skipaði fyri niðurpakking: mat, soviposar, dýnur, blæur, øl, kortspæl, tveir pakkaðir bilar. Kanska tvær nætur, hugsaðu vit. Vit høvdu eitt kamar til gomul og pinkubørn.
Eitt imponerandi tiltak. Vit royndu ymiskt virksemi, og børnini hugnaðu sær. Louis royndi snorkling og síging og ikki at gloyma øksakast, sum hann vísti seg hava serligt hegni til. Herbert royndi síging og at leita eftir gulli. Magna royndi at leita eftir gulli og skattaveiðu, og Madeleine skjeyt við boga og píli og var á skattaveiðu  og gróv eftir gulli.

Selatrað 2015 016 - CopySelatrað 2015 017 - Copy
Selatrað 2015 044
Selatrað 2015 049Selatrað 2015 051
Nátturðin var turrur fiskur og spik (ella smør)
Selatrað 2015 023

Vit vóru við legubálið fríggjakvøld, og leygardag grillaðu vit sneisabreyð og pylsur.

Selatrað 2015 033Selatrað 2015 056Selatrað 2015 057Selatrað 2015 045

Jun 21, 2015

Føroya fólkaháskúli

Ein summardagur á háskúlanum. Tað hevur altíð verið so, at háskúlin átti – um ikki ongan – so fáan góðan á tingi. Háskúlamenninir sjálvir høvdu ikki tíð at sita á tingi, teir brúktu alla sína tíð í sínum hjartans arbeiði millum tey ungu.

016

Kata

Tey ungu ja, gestirnir á háskúlanum í dag vóru tilkomin og eldri og børnini. Hvar eru tey ungu, tey eru ikki her, summarferian er ikki byrjað, og ungdómurin, flytføri ungdómurin er ikki komin heim enn. Skjótt verða tey at síggja í gøtunum, skjótt koma tey heim at giftast og at doypa børn, og vinirnir koma heim í brúdleyp og í barnadóp. Tveir stuttar mánaðir sleppa vit at síggja tey, ommur og abbar gleða seg.

007

Háskúlafelagið hevði sett eina vinnaraskrá saman. Eingin festivalur hevur so nógv av tí allarbesta samlað ein dag. Sjálvandi var alt ov lítið av fólki, har er pláss til nógv fólk á háskúlanum, serstakliga í góðum veðri.

Og veðrið var brúkiligt, tað regnaði ikki, og tey flestu vóru ílatin til at vera úti. Um tú vart ov køld, bar til at seta seg inn í matarhøllina at fáa tær kaffi.

011

Jú Annfinnur og Háskúlafelagið  gera sær stóran ómak, tað sæst á øllum brøgdum. Nú hava tey byrjað eina tilgongd her í Havn, men háskúlin er ikki ein havnarskúli, og nú er at liggja á takinum !

Frá fyrsta degi, komu næmingar úr øllum landinum, í hvørji bygd í Føroyum eru fólk, sum antin sjálvi hava verið á háskúla ella hava foreldur ella ommur og abbar, sum hava verið á háskúla. Nú eru eingi eftir, sum hava verið í háskúla í Klaksvík ella í Føgrulíð, men teirra eftirkomarar hava ivaleyst hoyrt um ta góðu tíð tey høvdu á háskúlanum. Eg kenni eina konu, sum er gott 80 ár, og sum er dement. Hon minnist næstan einki, men hvørja ferð hon sær meg, sigur hon frá síni tíð á háskúlanum. Kanska tíðin er nú komin til at gera tiltøk aðrastaðni enn í Havn, basar í Klaksvík ella konsert í Fuglafirði ella skemt á Sandi til fram fyri Háskúlan?

012

Kirsten hevur fyrilestur um søgur hjá Regini í Líð

Háskúlin MÁ hava vinir runt landið, tað ber ikki til annað! Hetta er ein landsinnsamling, hvørji feløg ella bólkar eru, sum eru fús at taka eitt tak? Kvinnufeløg, bindiklubbar, mentanarhús ella ítróttarfeløg ….finna uppá okkurt, tit eru so von at samla pengar inn til alt møguligt, og vit plaga at stuðla, keypa kaffi, keypa lutaseðlar, keypa tombolaseðlar osfr. Anyone?

005 

http://haskulin.fo/

Jun 14, 2015

ORÐ og TÓNAR í juni

Nú eru so nógvir bloggarar at kappast við, tað er deiligt, hvør hevur sín vinkul og sínar myndir. ORÐ og TÓNAR í juni høvdu eina so spennandi skrá: Kópakonan, Marques, Vilhjálmur við Hoygil, Budam og Kjartan Hansen. Eitt gott tiltak, sum fólk rættiliga hava tikið til sín.

Dorit hevði eina sera persónliga tilgongd til Marques - Macondo og Norðdepli sum paralellar søgur.

012

Marianna var sera væl fyrireikað, og hennara frásøgn var ein rættiligur brellbiti til søguna “Hundrað ára einsemi”, sum hon hevur týtt til føroyskt. Hans Torgarð las brot úr bókini.

017020006

Búi og Magnus spældu løg, og Búi sang. Hann syngur á sermerktan hátt, hart men inniligt of framførslan er húðarleys….upp á tann góða mátan.

008028

Tað verður spennandi, tá ið bókin hjá Ennu kemur út, vit verða nokk ongantíð liðug við Kópakonuna….ein ævinlig gáta um okkara egna lív og okkara medmenniskju. Pól – tíverri sæst Enna ikki so væl -  er hann, sum stýrir hesum kvøldsetunum, og Jonhard er maðurin aftanfyri.

005

002

Jun 5, 2015

Gjáarsesong

Vit gjørdu eitt rend norð at taka ímóti eini frystiboks. Hon kom við GCargo.

Turið váraði - inni og úti, og eg rættaði stílar. Turið hevur smurt gólvið í góðustovu, og er so smátt farin at hyggja at vindeygunum. Hanni inspiserar arbeiðið.


Næstu ferð verður rudding á skránni, men vit hava ein rusktrupulleika við Gjógv.
Tey hava eitt ruskpláss, men tað er opið tveir tímar um vikuna, okey eg veit at tey eru fáment - men tveir tímar? Eisini fastbúgvandi gjáarfólk halda tað er uttanhanda, tí kanska tú ert burtur teir tveir tímarnar leygardag, tú ert kanska av bygdini og vitjar børn og barnabørn.
Herligt at sova við Gjógv, hevði vindeygað opið í nátt, so vælgerandi.