Jul 13, 2014

Eg sá tað á facebook…stopp.

Ivaleyst setir facebook ofta gongd á prát, sum t.d. sást tú á FB, oys nei, eru tit vinir, hvat skrivaði hon, vís mær….men eg hugsi, at tað eisini kann virka øvugt, sum ein samrøðustoppari: hava tit hoyrt at ….ja, sá tað á facebook..stopp. Ella enntá soleiðis, at eg hugsi, hatta tími eg ikki at nevna ella fortelja ella práta um, tí tey hava ivaleyst sæð tað á FB og vita tað sama ella meiri um tað enn eg, og forrestin hava tey sikkurt vitað tað í longri tíð enn eg, tí tey hava nokk fleiri vinir enn eg.

DK jan 14 219

Facebook er ein kappingarneyti á mangan hátt. Kapping um tíð um vinir, um tíðindi um slatur um gølur.

Eg sakni bloggin hjá Kinnu og Inger, Føli meg slepta upp á fjall, eingi ráð um, hvat eg skal síggja ella hoyra á ólavsøku. Tað er ikki tað sama at reika á netinum nú, og bloggurin hjá Jógvan Zachariassen á forsíðuni á Portalinum hevur líkasum eitt heilt annað tema, enn eg leiti eftir.

 

 

 

Jul 6, 2014

Biskops-Arnø 5

10527840_10152116739320957_4322169430268094319_n

Fínt skeið á Biskops-Arnø, nógv gávurík fólk. Vit vóru biðin um at hava 3 karakterir ella figurar við okkum, eg hevði eina veru, sum líkist akkurát einum steini, og makkarin hevði eina smágentu við rísnum hári og eitt pinkubarn. So fingu vit ein tekst í part hjá Italo Calvino (Invisible Cities). Uppgávan var so at gera søgu(r), sum ganga fyri seg í umhvørvinum hjá Calvino við karakterunum, sum vit høvdu heimanífrá.

P1020685

Saman við Katrinu Clante.

1. Vit prátaðu eitt sindur um figurarnar, sum vit høvdu við.

2. Fóru hvør sær, eg skrivaði eina søgu, um rulkin Runiets, sum fór at leita eftir einum skatti. Katrina teknaði eina søgu um eina smágentu, sum finnur ein stein á sandinum (myndir av tí søguni eru á seinasta bloggi).

3. Vit skiftu um, eg setti talubløðrur á Katrinusa søgu, og Katrina teknaði eina teknirøð við talibløðrum, til mína søgu. Hjálparin er tað ljósreyða snarljósið í flúgvaradrakt við vøttum. og alt endar væl, og umhvørvið er úr Italo Calvino.

P1020673

Bjargaður í síðstu løtu.

P1020674

 

P1020677

Funnið skattin!

P1020680

Katrinusa mynd av Calvino býnum, sum er bygdur á eini heingibrúgv yvir um eina gjógv.

Jul 3, 2014

Biskops-Arnø 4

Sera spennandi og fangandi hetta við sambandi millum tekst og mynd. Myndin leggur afturat tekstinum ella myndin sigur sína egnu søgu, teksturin leggur afturat myndini, og sigur sína egnu søgu. Nógv av hesum fólkunum gera jú bæði mynd og tekst, tað er kanska mest vanligt, tá ið talan er um teknirøðir.

Í morgun blivu vit aftur parað til at skapa tekst/mynd, mín makkari var Katrina Clante úr DK. Uppgávan var at gera eina søgu við myndum, og treytir vóru, at hon var sett í eitt umhvørvi, sum var í einum teksti, sum tú fekst har, og at figurarnir vóru so teir, tú hevði við heimanífrá.

Mín figurur er ein vera, sum líkist akkurát einum steini, (hann er fyrrverandi Sinkadusur) men eitur nú NETS, og figururin hjá Katrinu, sum eg brúkti, var eitt lítið barn í flúgvaradrakt við vøttum í bandi – tað sá út sum barnið fleyg. Eg gjørdi so eina søgu og læt Katrinu, og Katrina gjørdi tekningar og læt mær. So setti eg nakrar talubløðrur á, men sum tit síggja, so er søgan søgd púrasta við tekningum.

P1020656P1020662P1020666P1020669

 Aftur ein stuttligur dagur.

Biskops-Arnø 3

 

P1020621

Var ein túr her rundanum, m.a. sá eg bispaeikina, sum er umleið 600 ár. mýggjabitar spiltu mær túrin, teir fara inn gjøgnum blusu, sokkar alt. Eg noydddist at verja meg við Helly Hansen jakkanum, men at ganga í regnjakka í hesum góða veðrinum var nokso ókul.

P1020649

Slíkt gamalt, grovæðrað træ líkist akkurát gróti, føldi meg heilt heima.

 P1020651P1020652

Vit eru 22 fólk á skeiðinum, harav 6 menn. Vit tosa bara skandinaviskt, onkur er, sum líka gjarna hevði viljað tosað enskt.

Ein heilt nýggj verð hetta við teknirøðum, ikki visti eg, at tað var sovorðin gróður á tí økinum í Skandinavia. Í gjár hoyrdu vit eina, sum eitur Joanna Hellgren. Hon segði frá sínum arbeiði, hevur búð og arbeitt í Frankaríki og givið út har.

P1020624

Rakel lesur søgu upp, sum hon hevur skrivað til tekningar hjá Katrine Clante og søgu, sum hon hevur skrivað, og sum K.C hevur myndprýtt aftaná.

P1020606P1020616P1020618

Einaferð gav Gud eini klókari konu ein ryggsekk og legði henni eina við, at hon mátti ikki hyggja í hann. Men tað var so nógvur gangur í posanum, at hon fekk ongantíð frið, so hon fór at lúra í hann, og út komu orðini, og tey breiddu seg út og spjaddust runt. (úr lærubók í sámiskum við tekningum hjá Madeleine).

Jul 2, 2014

Biskops-Arnø 2

Ein uppgáva í gjár var at tulka okkara yndisyrking. Íslendingurin Kjartan Yngvi Bjørnsson segði sína yrking “Kvøld” (1966) eftir Snorra Hjartarson upp fyri mær, ein ótrúliga flott yrking. Niðanfyri er tulkingin hjá honum. og ein mynd av Kjartani.
P1020590P1020605P1020591

KVÖLD

Á grunnsævi kvölds
flæðir gullinn straumur
um þéttriðin net
nakinna trjánna
og fyllir þau ljóskvikum fiskum
Bráðum kemur rökkrið
undir brúnum seglum
og vitjar um aflann. Sámiska Madeleine Renhuvud og eg arbeiddu saman í dag, hon er teknari, báðar høvdu hugsað um, at ein lærubók í sámiskum/føroyskum hevði verið eitt fínt hugskot. Vit sóu eitt dømi um eina slíka myndaorðabók í gjár. Tankin er, at hava eina teknaða søgu, sagda í fáum einfaldum setningum og so myndaorðabók við síðuna av. Hetta var tað kulasta higartil á skeiðinum. Vit gjørdu eina søgu um Jasmim, sum kemur til Føroya úr Teilandi, hon fer á kvøldskúla í Havn, hittir Pavlo úr Bulgaria osfr. osfr. Tað er eitt stórt arbeiði at tekna, Madeleine teknaði 3 myndir. Tað var so áhugavert at síggja hana tekna. P1020632
Jasmin á veg til Føroya
P1020633
Jasmin í Vága floghavn
P1020613
Medelene og Bergljót, pararbeiði
P1020594
Tentakluss og Reyðfinna eru her saman við ymsum bókum, sum skeiðsluttakarar hava gjørt.



Jul 1, 2014

Skeið í Biskops-Arnø 1 – Att kliva genom rutorna

Skeiðið er ætlað fólki, sum teknar og skrivar til børn og ung. Í gjár byrjaðu vit við smáum uppgávum, til at hita upp sum tær, Viveka og Linda,  søgdu. Vit skuldu skriva ella tekna um okkum sjálv, og seinni skuldu vit tekna ein figur í felag, ein teknar høvdið og næsti kroppin uttan at síggja høvdið osfr. Einn onnur uppgáva var, at tú skuldi teksta ein figur, sum ein annar hevði teknað, og skuldi tekna ein felaga til tann figurin.

Vit fingu so ein stuttan túr her á staðnum og sóu bispabústaðin frá miðøld.




Í dag hava vit verið á teknirøðmuseum, tað er Lasse Aaberg, sum hevur eitt stór savn av teknirøðum og leikum – mest Disneyfigurum. Fólkini á skeiðinum eru rættiliga nørdut, nógv av teimum hava givið fleiri bøkur út, og nógv teirra vita nógv um teknirøðir.



Í kvøld hava vit hoyrt ein fyrilestur, Frederik Strømberg frá Serieskolan, tað var sum sørens, at tað finst ein skúli, sum viðgerð teknirøðir burturav? ótrúligt , hann er í Malmø.


Í dag skuldu vit hava eina yndisyrking við, tá ið vit fóru á museum, so fingu vit til uppgáva at skriva/tekna eina tulking. 
Óneyðugt at siga, eri eg aldursforseti her, nógv av teimum eru í 30unum og 40unum.

Eingin bók og einki spælipláss, men nógv sprutt

Nú havi eg verið í tí nýggju floghavnini í Vágum, gott pláss, well har var gott pláss í gjáramorgunin, men tað var nokso tíðliga, men tað verður nokk ikki alt ov gott pláss í kekk-inn økinum. Stór – óneyðuga stór – tollfrí sølubúð. Hvar er gávubúðin blivin av? Nakrar føroyskar troyggjur lógu samakroystar á eini hill, og so vóru nógvir metrar av vodka og smarties.
Og spæliplássið? Tað lítla, sum var í tí gomlu floghavnini, varð nógv brúkt. Men tað hava teir ikki tikið við, eg hugsaði, at nú fóru børnini, framtíðar flogferðandi at fáa eit størri meiri avbjóðandi og spennandi spælipláss....nei EINKI! Tað er bara so vánaligt!

Um tú fert av landinum at vitja fólk, so vilt tú kanska hava okkurt føroyskt souvenir við, um tú ert útlendingur og fert avstaðaftur vilt tú kanska hava okkurt heim við, vodka? I think not, tað er sikkurt líka so bíligt heima í teirra gerandishandli.

Stílurin? eg veit ikki, sera grátt gólv og sera hvítir veggir, stólarnir eru svartir, okey summir eru gulir. Men Luftigt, og fuglarnir hjá Tróndi taka seg væl út. Nú eru tvey portur, GATE 1 og 2.

Men, men ilt eyga kann einki gott sjá. Kanska tey eru ikki liðug at prýða hølini og gera vøruúrvali?

Ná nú eri eg á Biskops Arnø á skeiði, og tavadenn eg havi gloymt leidningin til myndatólið

 Sad smile