Apr 10, 2014

Hálvbeiggin eftir Lars Saabye Christensen (f.1953)

Ein fantastisk bók, fangandi, passaliga ’torfør’, lesarin skal vera vakin og fylgja við alla tíðina. Mangar søgur flættast saman á 651 síðum um eina familju í Oslo beint eftir kríggið og uppeftir. Fimm ættarlið av hesi familju, Nielsen, verða víst.

003

Húsið á Kirkjuveg í Oalo er eitt kvinnuhús, fyrsta vit hitta tær, búgva 3 kvinnur har Tann gamla, Boletta og Vera. Hetta eru sterkar kvinnur, sum klára lívsins stormar við samanbitnum tonnum. Tann gamla (langomma høvuðspersónin) misti dreingin, tí hann bleiv burtur í eini grønlandsekspeditión, tað einasta, sum hon hevur eftir hann, er eitt bræv. Boletta vildi ikki binda seg til ein mann. Og Vera bleiv við barn við einum neyðtøkumanni 8. mai 1945 og fær sonin Fred. Seinni verður hon gift við Arnold, sum bert hevur eina hond, og fær sonin Barnum.

004

Áhugavert innihaldsyvirlit, sum eisni gerst partur av tulkingini.

Barnum er høvuðspersónur, hann hevur ein einsligan, fjálturstungnan barndóm, eitt eyðkenni við honum og fleiri øðrum persónum er , at teir teska (”hviskede han”), tað gevur ein óhugnadám. Barnum ræðist hálvbeiggjan Fred, og hann ræðist eisini pápa sín, tí at hann veit ikki, hvar hann hevur teir. Men Barnum elskar og verjir eisini Fred og fær stóra inspiratión av pápans anekdotum. Av tí at Barnum er so lítil á vøkstri, verður hann illa argaður, og hansara skúlagongd verður ein long skulkisøga, eins og dansiskúlin. Men endiliga fær Barnum vinir, og Vivian og Peder verða hansara lívsins felagar. Vit fylgja Barnumsa lívi, vit vita ikki, hvat Fred ger, tá ið hann er úti og reikar, stundum er hann burtur í dagavís. Men vit síggja, hvat Fred ger, og hansara gerðir vísa, at hann veit okkurt, sum vit ikki vita, kanska um sín horvna pápa. Bókin er ikki ein krimisøga, men hon er bygd soleiðis, at vit fáa ikki allar prikkarnar til putlispælið, so hon er gátufør og spennandi til síðstu síðu.

Brævið

Hetta brævið hjá langommuni úr Grønlandi hevur sera stóran týdning fyri fólkini og sostatt fyri søguna. Um kvøldarnar tekur langomman tað fram og lesur fyri teimum, tey duga brævið uttanat. Tað gevur teimum samband aftureftir , samband við ævintýr og fjarar møguleikar - og sínamillum, onkusvegna eisini samband við vit og skil, ein verja ímóti tí øra og óhugnaliga sum kríggið og Arnold umboða, langabbin endar brævið við, at hann gleðir seg at koma heim. Brævið verður burtur, men tað vísir seg, at brævið er selt, tað er pápin Arnold, sum stjelur og selur brævið. Arnold er ein gjørdur fani, men tað kemur so líðandi fram, og vit skilja eisini, at fananskapur kemur ikki av ongum.

Pápin, Arnold, hevði ein stak harðan barndóm í onkrari fiskibygd í Norðurnoreg, eisini hann lítil á vøkstri og mettur sum ein hálvur sonur av pápa sínum, sum vildi hava men ikki fekk fleiri børn. Sum barn misti hann ein fingur í flekingararbeiði – og maðurin sum neyðtók Veru manglaði ein fingur. hevði arbeitt í sirkusi saman við heimsin hægsta manni, men vit fáa at vita, at tað meturmálið var ei eftirfarandi, men hvat? Tað stóð á plakatini, at hann var 2,73 m, og mundus vult decipi (heimurin vil lumpast). Men hann var eisini tann, sum fekk Veru at flenna fyrstu ferð í mong ár, og tað var hann, sum hevði eitt kuffert fult av lógvabrestum. Barnum fær nógva inspiratión frá pápans upplivingum og søgum.

Tá ið alt kemur til alt er hetta ein menningarskaldsøga og ein ættarskaldsøga. Vit fylgja familjuni frá eldri beiggi hansara verður føddur, ja Barnum er frásøgufólk allan vegin, eisini áðrenn hann sjálvur er føddur. Í tí sambandi tosar hann um ”flash forward” og ”flash back” og ein skilur, at søgan er eitt arbeiðsskjal hjá filmshøvundinum Barnum Nielsen. Høvuðstráðurin er kanska hetta við at vera ”hálvur”, sum beiggjarnir eru, og tráanin at gerast heilur. Barnum er eisini so óvanliga lítil á vøkstri, hetta ávirkar hansara uppvøkstur og lív alt í ólukkumát, hann er ikki hægri enn ein hálvur maður næstan. Hannn verður argaður, og tað verður tosað um og sipað til støddina alla tíðina. Tá ið bókin endar er Fred komin aftur og lovar at ”fortelja Barnum alt”. Lesarin hevur tá fatan av, at beiggjarnir kortini eru ”heilir”.

005

Klemmurnar minna okkum á neyðtøkuna á turkiloftinum, har Vera hongdi klæði upp. Turkiloftið verður í bókini til ein óhugnaligan pall, sum kemur fyri fleiri ferðir.

Apr 8, 2014

NAINA 8. apríl

Dagurin upprann við føgrum sólskini og vit á NAINU fóru út at seta okkum. Tað var vælgerandi at kenna sólina hita ein. Vit sótu eina løtu við hondarbeiði.

012

Hervør, Bergljót og Ninbjørg

020

Esther, Hervør og Petra

014

Sólrun og Hervør

019

Ljósadúkurin hjá Petru.

So gekk leiðin út á LS, har knæholdið gjørdi harðar venjingar:

029030

Apr 6, 2014

Lesa fyri børnum.

 

Vit fóru niðan í Norðurlandahúsið , nú ið seinasti dagur av lesidøgunum var. Fingu høvi at síggja installatiónina hjá Sámali Blak og hoyra Sissal siga frá, hvat íð børn kunna fáa burtur úr upplestri.

Kanningar vísa, at tess meiri ið talað verður við barnið, og tess meiri ómak tú gert tær at greiða barninum frá, tess betur og skjótari lærir barnið at lesa (tosa, skriva).Tað er ikki nóg mikið at lesa upp fyri barninum kvøld eftir kvøld, ei heldur ber til at lesa somu bók fyri smáum og stórum. Barnið má sleppa at spyrja og fáa svar, bókin má vera á hóskandi støði til aldurin. Útlendsk kanning vísir, at sosial støða hevur eisini stóran týdning fyri, hvussu eitt barn mennist. Sissal dugdi væl, brúkti PP, men við skili. Sjálvandi var nógv, sum ein kundi siga um: ja hatta vita vit. Men fínt at fáa ’ítalusett’ (er hatta ikki eitt ljótt orð) henda gerandisliga trupulleika.

009

KNOW THE WORLD – KNOW THE WORD Til at læra orð er neyðugt at kenna samanhangin hjá orðinum, kenna orðsins heim, so at siga. So at hava børn við í dagligum arbeiði og vísa teimum og tosa við tey og brúka orðini, fleiri og fleiri orð, er ein góður máti at læra tey. Neyðugt er við nógvum fjølbroyttum tilfari. Allarseinast í framløguni segði Sissal, at sjálvandi er neyðugt við føroyskum teknifilmum og telduspølum. Og eg hugsaði, hví kemur hetta seinast sum ein parantes, vit vita øll, at børn brúka telduspøl og teknifilmar nógv meiri enn bøkur.

011

Hvussu nógv áratíggju hava vit sagt, at teknifilmar á føroyskum, barnabøkur á teldli og telduspøl mega koma, eiga at koma, skula koma – eini 3 áratíggju ? Í framløgum, bólkaarbeiði og fyrilestrum á Landsskúlafyrisitingini, Skúlabókagrunninum, Námi, Móðurmálslærarafelagnum - altíð móti endanum av niðurstøðuni, framløguni ella fyrilestrinum, sum ein parantes. Í øllum barnakømrum í landinum liggja dungar av litføgrum bókum, týddum og føroyskum. Tey, sum eru í bókaklubba, koma ikki út fyri at lesa allar hesar bøkurnar. Á bókadeildini siga tey, at tey hava ikki ráð at gera filmar ella telduspøl, og forlagið var eisini stovnað til at geva bøkur út (?).

untitled

MEÐAN VIT BÍÐA Og sjónvarpið sendir og endursendir Pingu, sum er fittur, men bara tosar volapykkk. Tey eiga sjálvsagt rós fyri MUMI, Jensinusa barnasendingar og annað, men teldan og teldilin og tað interaktiva er ikki við.

untitled2

Um vit nú settu ein part av pengunum av til teir nýggju miðlarnar um árið og góvu færri týddar bøkur út í eina tíð, so høvdu vit kanska um eitt ella tvey áratíggju havt nokk til ein teknifilm? (og sjálvandi broyttu lógargreinina, sum sigur, at forlagið gevur bara bøkur og plakatir út.)

Apr 5, 2014

Guðrun Einarsdóttir

Jórunn og Jóan Pauli fóru til fernisering og tóku meg við særSmile Tað var deiligt at sleppa út ein túr. Jórunn hevði eina gávu við – eina húgvu (Jórunn D. handicraft).

017

Listakonan er Guðrun Einarsdóttir, og eg skilji, at hon er kend listakona í Íslandi. Fyrsta eg kom inn hugsaði eg, eehhh ger hon tapet ella møbilstoff. Men tá ið stjórin á savninum hevði greitt frá,

002

004

of Sif í NLH hevði sagt nøkur orð, og eg fór nærri at myndunum var eg eitt sindur hugtikin. Ein ótrúliga løgin teknikkur gevur eina so serstaka yvirflatu, eina vond, sum er næstan sum bundið, vovið ella heklað. Akkurát sum tjúkt klæði. Ná, motivið er íslendsk náttúra, mosi, grót og t.d. gosgrýti. Jú, málningarnir líktust fotomyndunum, sum hon arbeiðir eftir.

007008

Har vóru bara kend andlit, Navna og Ásvør, tær arbeiða í Listaskálanum, Sonja og mong onnur.

015

Jóan Pauli – letur seg ikki lætt duperað – tók til eitt sitat frá Ingálvi: Ja tað er flott, men er tað gott? Ein spurningur er lutfallið millum tøkni og listafólk, kann tøknin í summum førum taka ræðið, so at listafólkið bara er hjálparin? Og er tað so list ?

006

Grækaris grashøvd

Ommu- abbadagur var í barnagarðinum í Øksnagerði hósdagin. Magnus kom og koyrdi meg og høkjurnar. Har var stak hugnaligt, vit fóru beinanvegin at evna til Grækaris grashøvd.

015

Eitt stak væl valt arbeiði til dagin, tey vóru so hugagóð at stappa í. Herbert var grammur og gjørdi tveir, men ikki gírigur, tí omma fekka annan, og hann situr her í vindeygakarminum og gløir, og abbi fekk hin.

017

Og so sáddu vit karse eisini.

018

Og ikki at gloyma drekkamunnin og kaku. Smile

024

Og so var listaframsýning, hvørt barn hevði teknað sína familju.

028030

Hjartans takk tit í Øksnagerði, sum taka hetta takið á hvørjum ári. Fyrimyndarligt arbeiði.

022

Apr 4, 2014

NAINA fríggjadag

Á NAINU veit mann, at tað er fríggjadagur, tá ið tær bjóða kakao við róma og nýbakaðar bolla, ein fínur máti at byrja vikuskifti. Altíð gott at gera sær dagamun!

001

Tað er helst beint, at ein skal ikki fara at klænka seg beint tá ið ein skal restituera seg, góð vísindalig umbering Smile

Búfólkini  á NAINU eru sera glað um at vera her, takksom at tað ber til at fáa so góða eftirviðgerð. Javnan fær starvsfólkið heilsanir, sum vísa júst tað. Hesa vøkru og leskiligu páskakurvina hava tær fingið frá Óluvu, sum er so sera glað fyri tíðina á Hvíldarheiminum. Vit síggja leiðaran Ásu, hon takkar hjartalaiga fyri kurvina og heilsanina!

005

Apr 3, 2014

NAINA

Tvær ferðir um vikuna í 4 vikur eri eg boðin á knæholdið á LS. Venjingar, á briks og á gólvi. Tvær ferðir um vikuna skal eg skunda mær at eta døgurða, droppa dessertina og taka taksa út á LS. Tað er ópraktiskt, sjálvandi taka vit bil saman , um vit eru fleiri, og vit fáa vinir og kunningar at koyra okkum – men ópraktiskt er tað.

006

Summi nýta so Havnar fysioterapi í staðin, tí hon er beint við, men ein kona segði mær, at hon mátti taka bil haðani og til Nainu, so…

Men nú kemur mítt poeng, her í kjallaranum er eitt fínt høli, í løtuni standa stovumøblar har, og teppi liggur á gólvinum; hárfríðkan og fótarøkt nýta hølið.

002

Har hevði verið fínt at havt venjing, ein súkkla stendur longu har niðri. Bara útvega nakrar briksir, rimar og nakrar rullufjalir, elastikk, gongugrind os.fr. So kom fysiterapeuturin niðan nakrar ferðir um vikuna. Hvussu smart hevði tað ikki verið? Hárfríðkan og fótarøkt høvdu rúmast eisini, annars er venjingin kanska fult so umráðandi sum hárið.

Annars er at siga, at venjingin í dag og í fyrradagin gekk so stak væl, boyggja og toyggja, tað er lívið. Eisini fínt at taka buss niðanaftur, millum børn og onnur frísk fólk.

Og Ása ornar at minka pínuheilivágin, so tað verður spennandi at vita, hvussu ein morfinleysur gerandisdagur sær út, og so tók hon nakrar av stiftunum út.

P1010130