Sep 17, 2013

Týsdagur í Berlin

Berlin on Bike er ein fyritöka vid 500 súkklum, sum skipar fyri súkklutúrum í Berlin. Tey halda til í Prenzlauer Berg í einum fyrrverandi bryggaríi - nú mentanarhúsi, Kulturbrauerei.

 Í morgun fór eg sostatt vid U-Bahn Tann vegin; guidin var ein ungur madur, sum eitur Rasmus, og so var hann danskari.

 Túrurin var enskur og vardi 3 tímar. Rasmus kláradi seg väl, sumt var uppafturtöka frá ígjár, men eg toldi väl at fáa tad inn vid skeid. Vit vóru bara 4 í hópinum, ein newyorkari og eitt par úr Argentina. Vit súkkladu til múrminnismerkid í Bernauerstrasse, til stjórnarbygningarnar vid ánna, til ríkisdagin og til minnismerkid yvir teir myrdu jödarnar í Evropa. Minnismerkid er betongkubbar í ymsum stöddum, summir eru upp til 4 metrar högir, so ber til at fara inn ímillum kubbarnar, sum í eina villiniborg. Eingi növn, ongar dagfestingar.


Tú sleppur närri at verkunum á súkklu enn í Bussi.
Tá id túruin var av fór eg aftur ímóti Mitte vid U-bahna, og so fann eg Käthe Kollwitz Museum í Fasanstrasse.
 Eitt sera týdningarmikil listafólk, Käthe Kollwitz livdi frá 1867 til 1945, hon var sosialistur og teknadi stöduna hjá arbeidarum, teirra fátäkdömi og teirra uppreistur. Eitt annd tema, sum var väl umbodad var deydin, deydin, sum tann sum tekur, men eisini sum tann, sum heldur um teg og veitir frid. Meginpartin av sínum lívi stríddist Käthe at sättast vid at hava mist sonin í fyrra kríggi. Hann var so ungur, at foreldrini skuldu skriva undir, at hann kundi fara sum sjálvbodin í kríggj, hann doydi í Flandern.

Eitt annad sum vit sóu var bunkarin, sum hýsir Boros savninum, tíverri er Long bíditíd at sleppa inn at hyggja. Eg hoyrdi fyrstu ferd um hetta listasavn í Öström, tá id Christa Reynheim greiddi frá "sínum Berlin", og nú havi eg säd tad! (um enn bara uttan:)

Sep 16, 2013

Mánadagur í Berlin

Morgunmaturin á hotellinum er fínur, bädi ymiskt at súpa, ymiskt breyd og vidskeri. Í dag var stadttrundfahrt, ein berlinari, sum dugir danskt, var guide. Ja, hann tosadi sera nógv og visti sera nógv, men hann var sera subjektivur. At guidin spillir fólk út, sum ganga á gongubreytini uttan fyri bussin, haldi eg er óhoyrt: her síggi eg ein konu högrumegin bussin, hon er rättiliga feit, koyr bara (á hana) hon er kommunist. Og her í kvarterinum síggja tey ödrvísi út enn har, sum tit búgva, men tey eru ófarlig. Hann tosadi, sum um, at tad er vidtikid, at alt eysturtýskt og alt kommunistiskt kann mann spilla út og háda. Men samanumtikid sóu vit nógv og lärdu nógv.
Eftir busstúrin vóru vit nökur, sum fóru á DDR Museum, tad var eisini upplýsandi, men vit funnu útav, at gerandisdagurin í DDR var ikki ödrvísi enn  í Föroyum.



Ein stórur partur av túrinum hevdi vid múrin ar gera. Grafitti framsýnig, restaureradur múrur osfr.


 
 Aftaná fóru vit at finna Hackesche Höfe, tad eru 8 bakgardar, sum hava ymsar handlar vid designaravörum, sera hugnaligt umhvörvi.
Tad besta av öllum var so, at vit dugdu at taka s tok til Bahnhof zoo (Hovland), men tá id Bergljót skuldi guida fólkid eftir korti til hús, tá gekk verri. Vit gingu í ring, tíbetur fekk John okkum á beint vid GPS. Og á kamarinum hjá Borghild og John fingu vit Aperitiff, ádrenn vit fóru út at eta. Ein herligur dagur samanumtikid.
 

Sep 15, 2013

Sunnudagur í Berlin

Luther hyggur so strangliga at mär, har eg siti á kirkjubeinkinum, Melanchton er blíðari í ásjón, meðan Zwingli og Calvin skoða langt út um meg og alt hitt kirkjufólkið, sum er samankomið í dómkirkjuni í Berlin. Kirkjufedrarnir eru standmyndir, og evangelistarnir eru eisini har staddir, men teir eru málningar. Strangur var eisini síðumadurin, sum hevði at mär og Borghild og bað okkum vera meiri andächtig'ar, men eg veit ikki, so setti hann seg at smsa sjálvur, so hansara andakt mundi vera so sum so.
 Gudstänastan í dag var ein temagudstänasta um Hugo Distler (1908-1942), organist í dómkirkjuni. Hann var komponistur og kom í kikaran hjá nasistum. Hann royndi at gera kompromis, og hann royndi at sleppa undan hertänastu. At enda tók hann lívið av sär fyri at sleppa undan, sum hann sjálvur segði at skjóta nakran - ein sunnudag eftir gudstänastuna. Distler byrjaði dreingjakór í dómkirkjuni sama ár sum hann doyði - vit hoyrdu dreingkakórið syngja lög hjá Distler.
 Ein sera hugtakandi löta í dómkirkjuni í Berlin.
 Kúlumerkini eru sjónsk í kirkjusúlunum.
Tá ið vit hövdu etið, cuurywurst mit Kartoffeln, fóru vit í Hohenschönhausen - stasi fongslið. Og tað er ikki fyri veikar sálir. Vit hövdu eina fína guide, ung fronsk genta, sum tosaði týðiligt enskt.

Ferðin vid Smyril Line hevur higartil verið fín fín, Gott hotell og alt tað.

Sep 12, 2013

Í ‘nojlahúsið’

Eftir umbøn frá Magnu fóru við í Norðurlandahúsið í gjár, tá ið húsið er í eygsjón trallar hon ‘Nojlahúsið. nojlahúsið’. Tey hava verið og ferðast leingi, eini 10 dagar, eg haldi tey hava saknað ommuna og nojlahúsið mitt í sólini í miðjaðarahavinum. Tað var so deiligt at fáa tey aftur. Í NLH er stuttligt bæði úti og inni hjá smáum børnum.

003006

Heilt upp, tunguna mitt í munninum!

Sep 9, 2013

Pecha Kucha - prát og møsn

Havi ikki hoyrt um hetta fyrr enn, nú ið Annelisa segði mær frá tí. Tað hava verið framløgur fýra ella fimm ferðir. Henda framløgan var í Østrøm.

Framløguhátturin er japansk uppfinning, ella hon er uppfunnin í Japan. Navnið merkir smáprát. Tað var sera stuttligt at uppliva henda modernaða ungdómsliga framløguformin, skjótt , skjótt, skunda tær víðari, 20 myndir, 20 sekund til hvørja, zapp, zapp. Nú ljóði eg so negativ, men mær dámar væl, at tað gongur skjótt,, tann sum vil, kann sjálv fara at kanna málið nærri.

silvur2 silvur3 silvur

Áhoyraraplássini vóru full, meðalaldurin var lágur – í mun til tú upplivir til fyrilestrar í t.d. Norrøna felagnum ella Dansifelagnum í Havn. Men vit – við kelinavninum silvurmafian – vóru eisini upp á pláss. Mær dámdi allarbest framløguna hjá Eileri um gamlar føroyskar lýsingar, deiligt at flenna..  Framløgurnar um pílagrímsferð, Berlin og filmin Vetrarmorgun vóru eisini fínar.

 

 

untitled

Sep 4, 2013

tjodveldi við ongum eddi

Og við ongum ó skuldi ein kanska sagt.

At skrivað tjóðveldi við ongum eddi ger hugtakið so breitt sum til ber. Mállærufrágreiðingin minnir sera nógv um frágreiðingina, tú brúkar í enskari mállæru, tá ið talan er um hugtøk sum ‘nature’, ‘life’ ella ‘death’. Um tú brúkar orðið í bundnum formi, meinar tú eina ávísa náttúru sum í “The nature of the Faroes”, also ein avmarking. Eg las í morgun á einum húsum á Dalavegnum ‘Lýðveldið Ísland’  skrivað við eddi. Merkingin er landið ella ríkið Ísland. Og ‘Tjóðveldið Føroyar’ er avmarkað til okkara land.

untitled

Floksnavnið hjá tjóðveldisflokkinum, tjóðveldi leggur dent á hugsjónina í breiðari merking, ein stýrisform. Um tú sigur: vit vilja hava rættvísi, demokrati ella javnrætt, so nýtir tú eisini tann óbundna formin, ta breiðu merkingina.

Ein stuttlig roynd er at seta kelinavnið Sambandið inn í staðin, um nú sambandsflokkurin skuldi skift navn til Samband/ Sambandið, so gjørdist munurin eyðsýndur. Tann óbundni formurin kundi verið samband við øll møgulig, men tann bundni hevði ivaleyst verið da-fø sambandið…nei eg veit ikki, tulking ger seg eisini galdandi ikki bara mállæra

Sep 2, 2013

UTOPIA

033

Tá ið eg var barn, plagdu vit at fara sunnudagstúr í Utopia. Vit fóru til okkara stað í haganum, og tað æt Utopia. Tað var pápi, sum fór túr við okkum, meðan mamma fekk frið eina løtu til at gera døgurða. Har var eitt gott spælipláss, stórir klettar, teir eru stórir at síggja í dag, hvussu nógv størri hava teir ikki verið hjá børnum. Vit spældi ímillum klettarnar, høvdu hús. Og nú hugsi eg, hvat gjørdi pápi meðan? Sat við pípuni á einum steini og hugsaði, ella yrkti? Ella sat hann og hugsaði um arbeiði, sum lá á láni, nú ið hann passaði børn?

038

044

Í mínum huga lýsa hesir sunnudagstúrar fram um so mangt annað í mínum uppvøkstri.