Aug 11, 2013

Nú er alt bara minnir

Tá ið eg og Hans Marius møttust á ólavsøku í 1976, búði hann á Boðanesi. Hann hevði eitt kamar og atgongd til køk og bað. Húsini vóru eini sethús, men blivu brúkt sum verkstaður/skrivstova. Hann arbeiddi á hesum verkstað sum lærlingur, so hann búði faktiskt mitt í sínum arbeiðsplássi. Har luktaði av olju, bæði úti og inni, og rættiliga grómut var at síggja.

P1010181

Men í tí kamarinum áttu vit nógvar góðar løtur, Hans Marius bjóðaði drekkamunn og sjoklolátakeks, og so royktu vit. Royktu inni í kamarinum, tað hugsaðu vit ikki var nakað ónossligt ella ósunt. Á borðinum stóð henda bjørnin. Hann hevði fingið øskubikarið í føðingardagsgávu frá Jónu. Jóna og Hans Marius vóru so væl, hann var gubbi at Bárði, tí eldra soninum hjá Jónu og Beinari, og Hans Marius var ofta og vitjaði tey, Jóna hjálpti systkinabarninum, nú ið hann var komin til býin at læra.

P1010180022

Fyrimunurin við at búgva í einum bilverkstaði var sjálvandi, at tú hevði títt privatlív í friði, tá ið arbeiðsdagurin var av, var eingin, sum órógvaði, tað nutu vit gott av á jólum, tá ið eg kom til Føroyar at vitja. Eg minnist, at eg hevði seymað mær eitt sítt skjúrt. Tað var fótsítt, úr reyðum floyal, eg var so spent at vísa honum tað. Eg minnist eisini, at trappurnar á Boðanesi blivu so óluksáliga hálar í frosti, tær vóru lagdar við sløttum flísum,  og hesa somu jólaferiu gleið eg í trappunum og skræddi eina buksur í fallinum. Hans Marius hevði ein bláan Audi 100, og vit koyrdu altíð biltúr. Tað var forkunnugt hjá mær at sleppa biltúr,

Aug 9, 2013

Ókrút og góðkrút

Tað eru ikki nógvar plantur, sum Disa kallar ókrút, heldur kallar hon tær góðkrút, tí hon dugir at meta um virðið í tí mesta, sum veksur. Arvi smakkar væl, og jóansøkugras er steinaldarkostur og smakkar sum hirsa.

Nólsoy 027

Vit vóru plantutúr í Nólsoy í kvøld, Disa og Joan vístu okkum nógvar plantur, sum kunna nýtast á ymsan hátt í húsarhaldinum. Onkur planta smakkaði sum náti, og nógvar vóru góðar at hava í salat ella pesto. Ein kom við einum stórum soppi at spyrja Disu um, um soppurin mundi vera etandi, ja tað var hann.

Nólsoy 017Nólsoy 039Nólsoy 041Nólsoy 058Nólsoy 068

Aug 8, 2013

Summargestir 6 – hej omma!

Hann ringdi og segði, at nú var hann á veg til Mykinesar. Og so komu teir til Havnar, Bergur og ein vinmaður. Deiligt, so slapp eg eisini at síggja Berg í ár. Hini hava øll verið. Hann er blivin ein vakur ungur maður.

001

Tá ið teir høvdu fingið drekka og pannukakur, komu teir við Turið og mær ein túr vesturum. Vit gingu í umleið hálvanannan tíma. Frálíkt veður.

005

028

037

Vit koyrdu eisini niðan á Sornfelli at njóta útsýnið.

061069

Henda eyglitta sær so stuttlig út, annars gingu nógvar ær við pesjuni enn í varmanum, har í haganum var ikki rikið.

055

Aug 6, 2013

Vitja ommu

Tað er líkasum meiri logiskt ella upplagt at fara at vitja ommu, tá ið hon ikki býr í sama húsi Smiley

007014018024026

Aug 4, 2013

Út at ganga

Turið hevur leingi ætlað, at vit skuldu fara ein túr fyri vestan aftur eina fer, og í dag løgdu vit avstað báðar, men komnar niðan á oyggja, sást tjúkkur mjørki hylja alt. Vit vendu so við og fóru eftir reiðgøtuni í srtaðin, har er so deiliga slætt at ganga.

reiðgøtan 033

reiðgøtan 129reiðgøtan 137reiðgøtan 143reiðgøtan 153reiðgøtan 154

Aug 2, 2013

Silvurbrúdleyp

Í dag halda Anna Maria og Jákup silvurbrúdleyp. Tey hava boðið í veitslu. Og vit, sum kenna tey, vita, at ein veitsla hjá teimum borgar fyri góðsku. Hvussu ofta hava vit ikki sitið væl í Brøttulíð? Føðingardagar, konfirmatiónir og barnadópar…altíð væl fyrireikað og blíð.

Tey vóru ung, tey møttust og beinanvegin ósundurskiljandi. Tað eru ikki nógvir dagar tey hava verið sundur hesi 25 árini. Eitt gott toymi, sum hevur fingið nógv av skafti. Bæði væl útbúgvin, bæði eina og tvær ferðir;  stór flott hús og alt sum har til hoyrir. Hatta er so tað materiella. Hvussu við hinum partinum av lívinum?
Jákup og Anna Maria byggja á traditionell virði: familjusamanhald, høgan arbeiðsmoral, næstakærleika og nærleika
.10-11-08-034
003

015

DSC07766

DSC07775
Tey hava fimm børn og tvey barnabørn, sum hava upplivað hesi bæði fevnandi og kenslusomu menniskju. Tey arbeiða bæði í heilsuverkinum, og teirra forstáilsi fyri menniskjans pínu og veikleika kemur okkum øllum til góða. Tá ið Hans Marius eina náttina stóð við eini konu í koma á gólvinum, ringdi hann til Annu Mariu, og hon kom og ornaði alt. Tá ið sorgin rakti, og Elspa doyði, gjørdist Anna Maria eykamamma hjá systrunum, og tað er hon enn, tó skula vit ikki gloyma, at tey vóru heppin at hava Kristiannu, vermammuna, sum altíð hevur verið tann dyggasti stuðul. Anna Maria og Jákup hjálptu altíð Jógvani og Mikka við øllum, og húsini úti í Hattarvík eru teirra friðskjól.
systrar
brøður
børnplus 2am
Hjúnini hava supplerað hvørt annað væl, tað hoyrist álit og treysti í røddini, tá ið Anna Maria sigur, bið Jákup ella: eg skal biðja Jákup, ella Jákup sigur, eg skal siga tað við Annu Mariu. Tey eru sum eitt, fyrimyndarlig.
par2
Hjartaliga tillukku og takk fyri tað tit hava verið fyri meg og okkum í Eiriksgøtu.

Aug 1, 2013

Tennis á skránni

Frida S. meldaði seg til tenniskapping í Føroyum og tók ketjaran við, og sí nú er hon føroyameistari. Kanska best at greiða frá, at bert ein onnur kvinna var meldað til, og bara ein dystur var, FS vann, og báðar fingu steyp.

002032034

FS hevði sín fanklubb við niðan á vøllin.

008017018028029

Og um kvøldið fóru vit spaseritúr

foto038