Jan 8, 2012

AT BLOGGA

Tá ið tú bloggar, so er tað fyri at kommunikera, ella? Er tað bara fyri at skriva, so kundi tú bara lagt tað í eina mappu á telduni. Bloggar eru so ymiskir. Listabloggurin er um list av ymsum slag, ummæli og lýsingar. Tær skriva so væl, og Kinna hevur so stuttligar skeivar vinklar. BIRK er nokso nógv um miðlar, men eisini dagbókarlík blogginnsløg, og hann hevur nógvar myndir. TURIÐ BLOGGAR er sera persónligur, stuttliga skrivaðar viðmerkingar til ymiskt í gerandisdegum, málið er sera persónligt og ofta rættiliga frítt við illbønum og fremmandum orðum mitt innann í tekstinum, henni dámar orðaspæl og hennara sjónleikagávur síggjast aftur.


images3


Mín egni bloggur var í fyrstani mest ein dagbók við familjumyndum og familjuupplýsingum. Síðani havi havt eg onkrar viðmerkingar til dagsins politikk og umrøðu av bókum, sum eg havi lisið. Tað er stuttligt at fylgja við, hvussu nógv eru inni á blogginum hvønn dag. Nú er eingin trygd fyri,, at viðkomandi las bloggin, um hon læt hann upp. Hagtølini telja eisini, um ein persónur, eitt nú eg sjál eri inni fleiri ferðir images5 sama dag. Men tað er eitt løgið samband ímillum teg og tínar lesarar, hvør situr í Russlandi og lesur bloggin? ella í Amerika? Tað sæst eisini á hagtølum, hvar í verðini lesarar eru. Og hetta við móttakara spælir so eina rollu, hvat skalt tú skriva , so at tú fært lesaratølini upp? Og tað hóast tú ikki fært pengar fyri lesaratøl. Um tú skrivar okkurt provokerandi, so fer lesaraskarin upp, og sjálvandi, um tú leggur eitt leinki á FB, so fer lesaratalið upp. Ikki tí, at fólk hava leitað eftir mær, men tí at tey duttu um leinkið.


BLOGGUR verður ikki nógv granskaður í undirvísingarhøpi, men frymlar nýttir til yrkistekst eiga at kunna brúkast. Tó skula hesar serligu umstøður sum internetið veitir takast við.


Hetta vóru hugleiðingar í regni ein sunnumorgun.

Jan 6, 2012

"Hulda Garborg - Nasjonal strateg" eftir Arnhild Skre





Havi altíð hoyrt um Huldu Garborg og hennara arbeiði við at læra norðmenn at dansa og kvøða.
Men henda bókin, sum er 600 síður á nýnorskum, lærdi meg nógv annað um Huldu Garborg (1862-1934). Bókin er ein ævisøga, sum fylgir Huldu frá hon varð fødd og vaks upp sum einasta barn í Hamar, sum hevði fráskild foreldur, og til hon doyr gott sjeytiára gomul sum ein av fremstu mentanarpersónunum í Noreg. Høvundurin Arnhild Skre ger sera nógv burtur úr tíð og umhvørvi, sum Hulda ferðaðist í, vit fáa m.a. langar frágreiðingar um bókmentarák og rithøvundar í Týsklandi og sjálvandi politikk í Noreg.
Hjúnabandið millum Huldu Garborg og rithøvundin Arne Garborg verður eisini lýst allan vegin, Hulda stóð á mangan hátt í skugganum av Garborg, hon upplivdi ferð eftir ferð, at fólk hildu, at hann hevði skrivað hennara bøkur og greinir. Men hann var henni eisini dyggur stuðul, altíð nýtti hon hann sum málsligan og bókmetaliga ráðgeva, tá ið hon skrivaði. Han var nokso serur, hevði radikalar meiningar, livdi fyri seg sjálvan í eini smáttu, orkaði ikki fyri soninum, eg má siga, mær dámdi hann einki serligt. Men Hulda elskaði hann, hevði hann sum sína lærdu fyrimynd.
Sjálv var Hulda mestsum sjálvlærd, byggjandi á grudtvigskan lærdóm úr ungdóminum. Hon royndi alt lívið at læra seg meir, lærdi seg týskt og franskt, vitjaði nógv lond m.a. Baskaralandið í Spania. Hennara yndisrithøvundar og fyrimyndir vóru Rousseau, Nietzsche og Turginiev. Byrjar at skriva mmæli, umsetir úr týskum, skrivar síðani bæði skaldsøgur og sjónleikir.
Hulda var ‘málmaður’ um ein háls alt sítt lív. Sjálv var hon vaksin upp í bókmálsøki, men hon sá landsmál, sum tey kallaðu tað, sum tað gamla, rætta norska málið, sum bar norskan samleika osfr. Tað er altíð spennandi at lesa um norska málstríðið og sjálvandi nokso syrgiligt. Tey hava havt sera harðar dystir og djúpar gravir millum partarnar. Í tjakinum verður entá talað um tvær tjóðir, tvey ymisk fløgg, tvey ymisk mál, tvey ymisk sjónleikarhús osfr. Ein stóran part av sínum vaksna lívi brúkti Hulda til at ferðast runt í Bygdanoreg, og vit fáa eisini innlit í tann stóra mun , sum er millum áskoðanir í Kristiania og á bygd. Paralellirnir til føroysk viðurskifti eru alla tíðina - meiri og minni sjónskir.


Hulda Garborg og Amalie Skram vóru vinkonur, báðar giftar við rithøvundum. Kvinnusak er eisini eitt evni, sum ævisøgan ger fitt burturúr. Hulda var ikki feministur, men hon var fortalari fyri stórum broytingum í húsarhaldi, sum kvinnan skuldi standa fyri. Hon var eisini fortalari fyri, at korsett skuldi leggjast burtur; náttúran skuldi fáa meiri rásarúm. Siðalagsstríðið var eisini ein rættiliga sárur partur av kjakevnunum í Huldusa nærumhvørvi, Arne Garborg var sera heitur fyri liberalum parløgum, liberalum ástarlívi, og so sjálvandi verður Hulda við barn, tann liberali maðurin giftist við henni, men Hulda kendi seg eitt sindur, sum dotna millum tveir stólar. Tað vísti seg so eisini seinni, at Garborg hevði dyrkað frítt parlag eftir at tey vóru gift, men tað tók Hulda í stívan arm.Spennandi er at lesa um túrin hjá Huldu til Føroyar í 1902. Men hetta verður alt ov lant til ein blogg, so eg endi her. Fult av myndum eru í bókini. Bókina fekk eg í jólagavu frá míni góðu vinkonu í Noreg , Gudlaug. Hon er av bygd og tosar bygdamál og skrivar nýnorskt

Jan 5, 2012

She who must be obeyed

Hann hevur blóðsmakk í munninum. Hann roynir at fáa hann burtur við at fáa sær ein munn av øli afturat, men tað vil líkasum ikki eydnast. ..

Niklas hevði verið so tryggur í kvøld, í kvøld fór hann at klára tað. Hann var komin í barrina fyri einum korteri síðani , tríggir menn stóðu við barrina við hvør sínari øl. Hann hevði brett sær á og biðið um eina øl. Hann ætlaði at hava okkurt sum ein og ein hálvan tíma fyri seg sjálvan í kvøld. HON sat í stovuni og hugdi at degi og viku, tá ið hann fór so spakuliga um dyrnar. Og aftaná kom ein krimi, sum hon plagdi at elska, so tað skuldi givið hálvanannan tíma. At koma út undir luftina, hann bretti sær á og andaði djúpt inn, so fór Niklas hond í lumma ígjøgnum bygdina. ....Menninir práta undir liðini á honum, hann hoyrir hvat teir siga. Nú práta teir um streymslit og banna inná SEV. Ja, ja øll bygdin hevði ligið svørt, stutt eftir at Dagur og vika byrjaði. Niklas hjá Pena smakkar sær á ølina, letur renna niður í hálsin, áhh so vælsignað! Knappliga er hann um at seta ølið í hálsin, Dagur og vika! Streymslit! Ja, men tað merkti jú at........hann hoyrir úthurðina ganga aftanfyri seg , og kaldur gjóstur fer honum eftir bakinum, og nú hendir alt í senn, tað gerst rúmsátt uttan um hann, menninir flyta seg fram við barrdiskinum, og barrvørðurin sigur ‘síggjast’ og smoyggir sær út í køkin, tað myrknar inni, ein skuggi ella er tað SEV, sum svíkir?

Marin Malena fyllir duraopið, og tað eru bara tvey fet yvir til barrdiskin, tað seinasta hann mintist var blóðsmakkurin í munninum.

 

 

Árið ið fór – mars

gantesa hjá Anne Lise 031

Shahin 40 og Hanni Bjartalíð 018

vikuskifti í Herlev 024

Jan 4, 2012

Leyvuframhald

Nú er vátt komið í reiðrið í samgonguni. Hoyrdu tit Kaj Leyvu í útvarpinum í kvøld? Tað man vera torført at finna meiri positivan mann, semja verður funnin um Sandoyartunnilin, jú heilt sikkurt. Og so samgoguskjalið, sum hann hevur brúkt “fleiri tímar” uppá, tað var rættiliga væl sagt! Øll eru samd ella nøkulunda samd um at kommunur, mega leggja saman, og skúlar noyðast at vera størri, tað er bæði fyri børnini og pengakassan, og nú er vist bara ein spurningur um tíð, nær tey viðganga, at tað sama má vera galdandi fyri sjúkrahús > sjúklingar og pengakassa. Mundi Karsten Hansen ikki vita frammanundan, at hatta uppskotið hevur ongan kjans? Annars er tíðindaflutningurin nokso løgin, hatta innleggið í gjár um Marner sparikassastjóra, tað tók eina ævi at lesa upp, hatta hoyrdi heima í eini sending um pengar, ella portrettsending um Marner, og so kom gudhjálpimær ein rætting í dag, har tað mest saftiga av øllum vísti seg at vera órætt, hatta við partabrøv fyri undirprís..

 

Árið ið fór – februar.

Ikki nógvar myndir í savninum frá februar, uttan úr New York sjálvandi, har eg var eina viku í februar. Bara keðiligt, at vetrar ferian er um veturin  Flækker af grin, tað er so forbiðið kalt.

New York 184

New York 190

New York 195

New York 207New York 316

Jan 3, 2012

Nei oys Kaj, nei tavadenn!!

Tíverri – ella tíbetur – hoyrdi eg ikki Kaj Leyvu í viðtali við DR, men eg kann ímynda mær, at mann hevði fingið knút á tærnar. Mær rennur í hug sangurin, “nei, oys Kaj, nei tavadenn, hon sigur nei, nei, na.ha.ha.hei”, alfaðirs eygu skoða nú nakað grunt, haldi eg; eg veit at hann er løgmaður hjá øllum føroyingum, men also, alfaðir verður hann so ikki. Løgmansembætid er ein politiskt valdur sessur, so snakka um politikk for hundanar!   Men eg hoyrdi Tinu í Sjónvarpinum, og tað var fínt. Sakliga fekk hon sett hetta upp á pláss!

ÁRIÐ ið fór/Januar 2011 myndir

 

 

IMG_4202

 

Inga Rósa vid Heklu, IR er sær í Íslandi, har hevur hon kátt sítt sít lív við ommusoninum Kára.

Myndin er tikin í brúdleypinum hjá Rakul og Jóhan í Kollafirði, tær undurvøkru dámurnar eru fyrrverandi næmingar hjá mær (eins og brúðurin)dalur 040

Jan 1, 2012

Eksar og jól

Tað er okkurt við jólum og exum. Kanska er tað barnabørn ella okkurt, sum spælir inn. X menn koma langvegis frá at halda jól saman við ex konum og ex dámum. Kanska skuldi eg farið til Klaksvíkar at hildið jól, nei, so mátti eg ivaleyst boðið Birgit við og kanska einum trimum afturat, tað hevði nok blivið í so exut. Kreativur tanki til ein skemtifilm: øll ex skula halda jól saman.  Absence makes the heart grow fonder er eitt orðafelli, kanska eisini eini 20- 30 ár fáa gamlar rustaðar keslur aftur í spæl? Ná, aftur í dag sá eg mína kæru familju, barnadópur var. Vit vóru í Havnar kirkju og so aftaná í Mettustovu. Og dreingjabarnið eitur Baltasar, fitt og sjáldsamt navn. Tey høvdu fotograf, so eg komdi mær ikki at knipsa so nógv, men eg fekk eina fitta av høvuðspersóninum.002

 

 

Eg má minnast til at spyrja Ingu Rósu, um hon helt jól saman við Rúnari Smiley med tungen ud af munden

GLEÐILIGT NÝÁR!

Rødt hjerte   01.01.2012

Kvøldið var gott, familja og matur. Dreingirnir hjá Leyvoy skutu rakettir millum tey grovu ælini, og nógv onnur skutu rakettir. Heðin gjørdi bál á Glaðsheyggi, men tað sóu vit ikki. Og nú er tað tíð til nýggjárslyfti….ehh, ehh jú nú veit eg! Er tað ikki , sum við ynskjum, at tú mást ikki siga tað fyri nøkrum, so heldur lyftið ikki? 2012 verður eitt minniligt ár, um alt gongur , sum ætlað, tað er árið, tá ið eg fari at hava ommubørn, sum búgva í Føroyum. Gleði meg sum eitt (ommu)barn!Flirt - mand

Kaj Leo var rættiliga landsfaðirligur í síni røðu, Leyvoy spurdi, hvør mundi hava skrivað røðuna, tí hatta hevði hann ikki dugað sjálvur. Hon var øgiliga fevnandi, rættiliga lík drotningarøðuni, men løgið, eg helt, at Kaj Leyva var eisini so drotningaligur seinnapartin í útvarpium, rósti andstøðuni og beyð til samstarv og tosaði um, at Føroyar eru á veg  fram ímóti størri sjálvbjargni. Tolin og faðirligur – uttan at siga tað stóra.

Eg haldi hasin Axel er nokso skilagóður, og Høgni kláraði seg væl í mótbrekkuni. Jørgen vil eg helst sleppa frá at snakka um, tað er ikki gott fyri blóðtrýstið.

 

006

Leyvoy tók eina mynd av mær í mínum gevandtum og pulshosum, skjúrtið er keypt í Colbjørnsenstræde.

017

Tann unga frúan var eiggilig á at líta, men tit sleppa bara at síggja annan skógvin.

021