Dec 7, 2011

Breakfast for 18

Forsvav meg í morgun, tó ikki so, at eg fekk ikki stundir at fara  út at sópa kavan av bilinum og koyra út á Landavegin eftir breyði til mítt hástigshold í enskum. Í gjárkvøldið gjørdi eg pannukakudeiggj(amerikanskar) og legði toast saman og setti plátuna í borðið. So í morgun var bara at fáa alt á borðið og baka pannukakurnar og tósta tóstin Smiley  Onkur teirra kemur heilt úr Vágum og onkur av Argjum, tað vóru so sera ring koyrilíkindi, so tað var væl, at øll møttu upp uttan ein. Fleiri gingu og leitaðu eftir húsunum, og tá ið tey komu í dyr, vóru tey sum kavamenn á at líta. Eg má viðganga, at eg havi ikki biðið um loyvi at leggja myndirnar út. Tað er ikki heilt kosher, men eg spyrji tey í morgin, og so taki eg myndirnar av aftur, um tað er ein trupulleiki.

002

003

004

006

007

Dec 6, 2011

Gamlar konur í Grønlandi og jólabakstur

Var inni hjá Fridu í dag. HOn býr í Leivsgøtu, hon er yvir 90 ár og býr einsamøll. Hon var í ferð við at baka jødakakur. Og tær vóru leskiligar, tær lógu so ljósabrúnar har á borðinum. Í kvøld, meðan eg sat her í einingi, nú kemur onkur í dyr, og hvør skuldi tað anar vera enn Alvilda, grannkonan. Og hon hevði kleynur við, hon er yvir 80. Tá ið eg spurdi, um hon hevði kókað kleynur segði hon, nei, Jakku hevur kókað tær. Og hann er yvir 90. Bara peran er í ordan segði Alvilda, so gongur tað nokk. Og hon hevur sanniliga peruna skrúvaða rættan veg. Vit prátaðu eina løtu, so fór hon út aftur, í inniskóm við opnari tá, í kava og hálku. Eg mátti orna henni at halda sær í.

010

Dec 5, 2011

´Mynstrið eitur Sólrun

Ein kona spurdi, um hon kundi sleppa at geva Sólrun eina gávu. Hon hevði seymað eitt patchwork teppi, og mynstrið hevði hon kallað upp eftir Sólrun…mangt er. Hongav henni faktiskt tvey teppi, eitt lítið, sum Sólrun kundi lata sínum fyrsta ommubarni, segði konan. Tað fløvar, teppið. Í mínum næsta lívi fari eg at seyma patchwork, tað sær so flott út. Flottar sóu Føroyar út í dag seinnapartin, tá ið vit flugu inn yvir. Endiliga eitt sindur av kulda! Men nú er tað vist nakað seint fyri kjøtið…ella hvat?

105

107

160

Dec 4, 2011

Másin eftir Tchekov

Eg veit ikki um Anton Tchekov stavast soleidis. Fyrst fóru vit á Jensens bøfhus á Rádhúsplássinum, so fóru vit til tad kongliga. Men hvat galt, eg mín nokksagt hevdi ikki varnast, at mítt kongliga var Skuespilhhuset, store scene, tad nýggja flotta sjónleikarhúsid nidri vid bryggjukantin, tíbetur vóru vit í so mikid gódari tíd, at vit høvdu tíd at ganga hagar. Sjónleikurin var ein nýggj modernad uppseting av Tchekov, men eg helt hann virkadi so gamalsligur. Sjálvandi tad er langt sídani hann var skrivadur, men replikkirnar og tann naturalistiski pallurin, nógvar hurdar, nógv rennarí, bordreïding vid døgurdabordiskum og gløsum og øllum. Alt gongur fyri seg á einum gardi úti á bygd, nakad sum Kirsiberjagardurin. Og har harrafólk og tænastufólk og ólukkuligur kærleiki, nógv vóru forelskad, men altíd í skeivum persóni. Eitt, sum argadi var, at eg skilti ikki alt, sum var sagt...apropos hvorfor er dansk så svært! Serstakligt, tá id tey vendu bakid til publikum. Men húsid er flott.

Dec 3, 2011

Leygardagur hjá Sólrun í Græsted






At sova á loftinum hjá Sólrun er eitt ótrúliga sissandi upplivilsi. Har er so stilt og myrkt, at klokkan verdur bædi 9 og 10, ádrenn tú fært eygu. Tá id eg so endiliga kom upp í morgun var eitt deiligt langt brúsubad á skránni, medan Sólrun gjørdi morgunmatin kláran. So ljódadi skipsklokkan, og vit øll settust til bords. Nú er familjan bara trý fólk, tí at Bergur er fluttur út, og Lisa er í USA. Tá id vit høvdu etid, fóru øll at spæla vid síni APPS. Tey sótu og tosadu saman vid sínum smørtu telefonum og royndu eitt nýtt voice message app. Fagre nye verden, sigi eg bara.

Dec 2, 2011

How are the mighty fallen!





Í morgun fóru eg og Herbie við Sólrun til Kbh úr Græsted. Vit hoyrdu heilt inn á Kongsins nýggja torg, og hvat skuldi eg síggja har? At Ludvig Holberg er farin at selja brósthaldarar fyri 79 kr. Hann situr so álvarligur umdir HM skeltinum.
UM middagsleitið vóru vit til sjónleik í Det lille teater í Lavendelstræde. Leikurin var um tvey fólk, sum so við og við blivu til yvær nissur. Har var ein sum segði søguna, og so var ein sum førdi dukkurnar.

Dec 1, 2011

Hvorfor er dansk så svært?













Rádstevnan var ein dag, men tad var ein langur dagur. Vit hoyrdu fyrilestrar og framløgur um ymiskar verkætlanir í nordurlendskum regi. Ein pussig kanning av máli hjá 8-12 mánada gomlum børnum vísti, at donsk pinkubørn skilja nógv færri ord enn børn adrastadni. Ein grund kundi vera, segdist, at danskt mál er so lítid distinkt, ordini renna øll saman til eina súpan, r er til dømis blivid til ein vokal, allar endingar verda svølgdar, so pinkubørnini fáa ikki 'segmenterad' ordini. Grannamál eru no-sv-da sínamillum, hvat er grannamál okkara? Og hvat er fremmandamál. Hvat er danskt í Grønlandi? ella í Finnlandi? Satt at siga føldi ein seg eitt sindur á sídulinjuni, har vóru 75 danir og 25 onnur. Eitt sindur sum um vit vóru vid sum alibi, tí nordurlandarádid letur pengar til rádstevnur, sum hava trý lond vid ella fleir. Vit fingu sera gódan mat og nógvan. DGI býurin ere eitt fínt hotell vid gódum morgunmati.