Hon bleiv bara 58 ár, og hon fór so brádliga. Borgarhjørt og Hans høvdu bara verið gift í 4 og eitt hálvt ár. Veðrið var gott í dag at halda jarðarferð, men í gjár, tá ið farið var úr kapellinum, oysti niður. Sera nógv fólk var og fylgdi. Ervið var úti í fíggjarmálaráðnum, tey vóru sera blíð, og alt var ótrúliga væl fyriskipað. Borgarhjørt arbeiddi alt sítt lív í føroyska embætisverkinum, hennara partur liggur ikki eftir. Myndin er tikin uttan fyri hjá Turið í Leivsgøtu í brúðarhúsinum hjá Turið og Halli.
Sep 11, 2011
Borgarhjørt
Sep 9, 2011
Jubiii. Jubiii. Jubileum!
Í Hoydølum er gott at vera, tað er grundin til, at vit fáast ikki burtur aftur. Onkur sigur, hví skiftir tú ikki jobb, hevur tú einki drive ella áræði, siga tey, sum skifta djobb fimta hvørt ár. Nei, eg trívist her, og okkurt er, sum eitur trúfesti og støðufesti. Ja, ja gott við tær, gamla mín, gaaamaldags. Anyway, vit heiðraðu tey, sum hava 25, 30 og 35 ára starvsdag í Hoydølum…og tað var huuugnaligt. Kinna sang sum tann lágmælti eingil hon er, Hanna helt talu og Berljót rappaði við ongum tónleiki. Kann mann rappa við ongum tónleiki? Ja, tað er ein nýggj sjangra, tað eitur rapp við ongum tónleiki (sí niðanfyri). Also Mikkjal helt talu, Hanna helt talu og vit ótu og drukku, og fólk ynsktu mær tillukku, og vit fingu blómur og gávukort, hvar kann mann meiri ynskja sær…uttan kanska ein I-pod . Og tavadenn, tá ið eg kom heim, lá ein heilsan frá Heiðveig við tillukku við 30 ára srarvsdegnum…fólk eru bara for fitt……… Og beint nú í skrivandi stund, komu blómur frá Vitusi og Turið…takk fái tey.
Hetta er ikki so galið
Eg havi skrivað eina talu
Ella eitt rapp við orðaspæli
Og teimum rímum sum eru í vali
At takka øllum í hesum sali
Sum heiðra okkum við rundum tali
30 ár eru liðin síðan Arnbjørn sæli
Mær beyð at arbeiða í hesum dali
Við stjórum mongum, ein langur hali
Seinast Mikkjali, tí megna kali,
Køvdu vit so mangt eitt æli.
Gávi enn sum áður spírar næli,
Um fólkið skiftir, skúlin tó framali
Ungt fólk at liva í lukku og sælu.
Í Marknagili verður nakað kvalið
Tá gangi eg ikki longur her og mali
Men búgvi kanska í Dali?
Sep 8, 2011
Dagmar 100
Dagmar helt 100 ára dagin við manér. Tey vóru bæði í føroyskum klæðum. Nógv fólk var komið saman á Tjarnargarði, og Mads og Árni vóru blíðir og týðir. Borgarstjórin hevði fingið dansifelagið í Havn niðan at dansa, og tað var sjálvandi Bøhmerlandsdronningen. Alt gott var at fáa av kakum ´lystimeti. Ein deilig løta.
Sep 6, 2011
Halgatrý nýtt battarí! hurra, hurra!

Sep 4, 2011
Sunnudagur

Men basaarurin byrjaði kl. 4, og skjótt fyltist bygdarhúsið við fólki. Bæði ungt og gamalt. Asfinn vann eitt elektriskt holukakujarn, so hann kann saktans, Vit keyptu lutaseðlar og seðlar til eydnuhjólið, men har bragdaði ikki hjá okkum. Vit koyrdu bæði norður og suður eftir Oyggjarvegnum, tí maratonrenningin var í dag.
Sep 3, 2011
At fáa upp í lag……
Stuttlig máliska, er ikki tað sama sum at tíma ella hava stundir ella orka, at ikki fáa upp í lag er meiri , at tú vilt fegin gera eitt, men tað er so tungt at byrja, tað er okkurt, sum kanska kann bíða, men sum tú verður sera glað at hava gjørt aftaná. Orðabókin sigur fáa seg til at gera ella spenna seg út til at gera. Spenna seg út ljóðar meiri sum tað er eitt sera orkukrevjandi arbeiði, tú skal undir. Eg havi sæð máliskuna skrivaða “fáa belag”, tað var onkur næmingur, gav onga meining í mínum oyrum.
Ná, tað var ikki tað eg ætlaði at skriva. Í gjár fekk eg ikki upp í lag at fara út. Sat inni og sumpaði allan dagin. Hugsaði, at tá ið middagur er, tá fert tú ein túr. Tú kanst fara ein súkklutúr, ja ella ein túr til gongu, stuttan ella langan. Tá ið klokkan bleiv tólv, hugsaði eg, tú kanst fara út í skýmingini, tá er so hugnaligt, og tískil bleiv kl. 23, og eg fór í song. Men í dag fekk eg upp í lag at fara út. Fyrst fór eg til gongu niðan í Hoydalar, sá systursonin á vegnum við barnavogni. Gekk gjøgnum plantasjuna, har var ein abbi og ein abbasonur og góvu dunnunum Í Gundadali var fult av børnum og foreldrum á plenuni. Fór eftir gøtuni fram við Hoydalsá og sá lyngin, sum stendur í fagrasta blóma. Í Hoydølum vóru næmingar, sum vaskaðu bilar innan og uttan fyri 150 kr. , og eg hitti nakrar lærarar eisini. Síðani fór eg til gongu fram við Strond aftur í býin. Eitt grovt æl kom á meg, men tað vardi ikki so grúiliga leingi. Næsta stopp var Kaffihúsið, ein deiligan brunch. Hitti har eina skyldkonu, sum gav mær dagføring um øll á hennara grein av familjuni, deiligt at frætta tíðindi. Nú gekk eg niðan til Konradsbrekku og hugdi inn í Smiðjuna, og hvønn skuldi eg síggja har uttan tvær av mínum vinkonum. Fylgdist so við aðrari teirra til hús og fekk dagføring um okkara felagskenningar.
Tað var gott at eg fekk upp í lag....
Sep 1, 2011
Harragud sum tey eru elskulig…
Í dag er fyrsti skúladagur í Reet í Belgia. Tey trý hjá Fridu Sofíu ganga øll í sama skúla, tað eru bara 5 minuttir at ganga. Henda myndin er av FB, Madeleine er í troyggjuni, sum FS bant í Føroyum í summar. Lisa hevur kátt sítt lív í USA, Bergur er fluttur í íbúð, so Símun hevur fingið gott pláss nú í Græsted. Herbert elskar at ganga í barnagarð og dámar væl vøkur klæði, og Magna er farin at eta greyt hvønn dag, og hon hevur fingið fleiri tenn.
Tað er so deiligt, at tey hava tað gott!
Shahin hjá Lív er fluttur heim, hann skal arbeiða á Landssjúkrahúsinum, nú eru øll trý hjá Lív heima í Føroyum. Sølvi og Kitty eru jú eisini flutt heim, so allir hjá Olnu eru eisini í Føroyum. So nú eru hagtølini í okkara familju : Níggju av 16 búgva í Føroyum .