Jul 4, 2011

Mánadagur í Oyes


Í dag er fráfaringardagur hjá Leyvoy og Alain og Turið. Turið fer til Kph. og tey bæði verða í París nakrar dagar. Søgdu farvæl við lyfti um at hittast skjótt aftur: hvar verða tit á jólum og hvar næsta summar, og nær verða tit í Evropa aftur. Logistikkur er eitt høvuðsmál í øllum hesum, koma tit kanska framvið hjá okkum í USA, tá ið tit fara til New Zealand? Waa, waaa....eitt skal gerast og annað ikki forsømast.
Magna og Herbert eru komin at vitja okkum nú í morgun, tey búgva saman vi
ð foreldrunum í einum húsum hálvan km. hiðani.

Jul 3, 2011




Í gjárkvøldid var veitslan. Vit ótu úti, grilladu á langeldi vid vidi, sjálvtøkubord í einum hálvtjaldi og bar og diskotek í eini yvirvaksnari hoylødu. Uml. 50 fólk.
Lisa og eg skipadu Harra Pætur og Elinborg í køkinum, vit vóru 6 fólk í ringinum.

Jul 2, 2011

Familjuparadís á jørd





Eg og Turid komu til Charles de Gaulle i París hósdag seinnapart, FS var ímóti okkum í sínum spildurnýggja vw GOLF. Vit koyrdu so eina 2-3 tímar til Oyes í Champagne. Har vóru Sólrun og øll hennara og Michel og børnini. Sól og nýbakad flutes og sjampanja..Í gjár kom so fólk pø á pø - foreldrini hjá MIchel,Leyvoy og Alain - from beyond the pond, Marita og Axel vid børnum og Turid og Hallur vid børnum. At síggja Herbert, tá id hann kom inn í gardin og sá øll tey kendu andlit, hann var heilt paff og gladur var óbetaliligt, hann sprakk runt millum hundarnar; og so var tad trampolin fyri rest! Í gjárkvøldid vóru vit yvir 20 til døgurda MIchel var vid bálid og epli og salat vóru afturvid. Í kvøld er so ballid, tad verdur spennandi vit verda 55 í alt.