Jun 14, 2011

Siga søgur í Lejre

Sagnlandet i Lejre er eitt sokallað livandi museum. Tað er eitt fínt stað at fara útferð við allari familjuni. Um hvítusununa varð hildin ein søgufestivalur har, ikki søga sum í 2. heimsbardagi ella Columbus, men søga sum í “Einaferð var tað…” millum 10 og 20 pallar við 50 søgusigarum. Eitt stuttligt upplivilsi, sum Anna hevði fingið meg við til, sjálv hevur hon verið 5 ferðir á hesum festivali. Vit svóvu í ein víkingatjaldi, lógu á hálmi og seyðaskinnum. Leygardagin komu Ragnar og Ása og Tóra at vitja og mánadagin komu Turið og Hallur og børnini. Sunnudagin vóru vit ein túr í Græsted.

2011.06.12 søgustevna 015

FF2011-031

FF2011-033

 

FF2011-038

 

 

2011.06.12 søgustevna 0422011.06.12 søgustevna 044

2011.06.12 søgustevna 0492011.06.12 søgustevna 053

2011.06.12 søgustevna 067

 

 

 

2011.06.12 søgustevna 113

2011.06.12 søgustevna 124

2011.06.12 søgustevna 131

2011.06.12 søgustevna 133

2011.06.12 søgustevna 1512011.06.12 søgustevna 182

2011.06.12 søgustevna 197

Jun 10, 2011

Tillukku Turið og Malan og Jógvan!

Sannur høgtíðardámur í Norðurlandahúsinum. Fínt arrangement!  Framsýning av gomlum bókum, eitt nú Brochmandsbókin úr Hoygarðinum, og kvæðabókin hjá Lyngbye.

001

 

002

004

005

014

018

019

Jun 9, 2011

Próvtøka–Reyði krossur–jarðber í sjoko

Nú er próvtøkutíð, og ein skuldi fingið sær ein betri stól ella ein serligan kodda at sitið á. Dagarnir bara fara avstað, tú fært næstan ikki stundir at …ja ymiskt, men eg havi altíð tíð at eta. Turið bjóðaði døgurða eitt kvøldið. Gudlaug, mín gamla vinkona úr Sogn var her. Fiskafat og sjokofondue, also tað var sjáldsamt Smiley So var 10ð uppi í latíni, Óli og bispur ornaðu tað. Óli reypaði av, at 4 ella 5 prestar hava verið næmingar hjá honum. Jógvan hevði Vulgata har hjá sær. Annars er tað rætting rætting rætting. Á ja, og Reyði krosur skipaði fyri hugnaløtu, býráðsins Heilræði var har og greiddi frá. Sera upplýsandi.

 

 

 

 

2011.próvtøka 001

2011.próvtøka 002

 

2011.próvtøka 0052011.próvtøka 007

2011.próvtøka 011

2011.próvtøka 0132011.próvtøka 014

Jun 5, 2011

Krígssavnið í Miðvági

Endiliga fekk eg upp í lag at fara at hyggja at krígssacvninum. Gudlaug koma at vitja meg í dag, so fóru vit, og Inga Rósa kom við. Tað er flott at hava fingið so nógv savnað saman longu. Vónandi fer savnið at verða eitt landssavn, tey hava longu lutir ymsastaðni úr landinum. Eg hugsi, at krígssavnið, sum var í Havn hevði havt best av at blivið lagt saman við Krígssavninum, so tað bleiv eitt umfatandi og enn flottari savn.  Tá ið vit komu til Havnar aftur beyð Gudlaug kaffi og kaku . Vóru so hepnar at hitta Medunu og sjeikin.

2011.06.05 003

2011.06.05 004

2011.06.05 005

2011.06.05 008

 

2011.06.05 012

2011.06.05 024

2011.06.05 025

Jun 4, 2011

Mentan á nátt

Eitt gott kvøld í gjár. Vit fingu døgurða frá Ingu Rósa. Turið og eg fóru so út 9 tíðuna, hoyrdu kórsang á Vaglinum, keyptu bøkur í Gl. bókhandli og hugdu at list í Snarskivuni, har var Marianna Mørkøre. Listaverkii vóru tekningar av fólkum, sum síggja út sum fuglar ella fuglar, sum síggja út sum fólk. Klokan 11 fóru vit í føroyskan dans, tað var hugnaligt. Myndin er av netinum.

untitled

Jun 2, 2011

Brandur

Vit skuldu fara upp á Slættaratind, Sølvi og Brandur komu við. Vit gingu nakað niðan, men í erva var mjørki, so har gjørdist einki. Men ein góður túrur kortini. So fóru vit til Gjáar ein lítlan túr. Tað stuttligasta var , at Brandur var við. Hann segði allatíðina frá onkrum forvitnisligum, m.a. segði hann , at mamma hansara hevði sagt, at tað vóru tvey abbadidd, men nú sá hann , at tað vóru trý Smiley.  Í Hoygarðinum trenaði hann bókstavar bæði at skriva og lesa saman við Turið abbasystur. Og saman við pápa sínum slapp hann at sigla í ánni.

2011.06.02 Gjógv 005

2011.06.02 Gjógv 007

2011.06.02 Gjógv 011

2011.06.02 Gjógv 015

2011.06.02 Gjógv 019

2011.06.02 Gjógv 030

2011.06.02 Gjógv 031

Jun 1, 2011

Dagføring

Ætlanin í gjár helt nøkulunda, men bara nøkulunda…tað er vælsaktans tí, at man skal gera eina stóra háfloygda ætlan…anyways. Vit vóru hjá Kitty í gjárkvøldið, super hugnaligt at síggja tær. Garðurin er ikki heilt liðugt sligin, bunkarnir liggja á borðinum. Í morgun var bókasavn á skránni…rykkjararunda! 2011.06.01 005