Hendingaríkur dagur. Vit vóru og fylgdu í dag. Poul Johannes á Sondum fór til gravar úr Vesturkirkjuni, Heri var prestur. Hans Marius heilsaði upp á fleiri av systkinabørnum sínum. Aftaná fóru eg og Turið og Vitus heim á Hafnia í ervi.
Síðani komu tey heim við, og Inga Rósa kom eisini, og vit ótu døgurða saman. Inga Rósa vísti okkum myndir úr Íslandi.
Listarverkið omanfyri hevur Herbert málað - serstakliga gávuríkur :)
Sep 16, 2009
Sep 14, 2009
Vitja Annelise og Mads
Vóru ein túr í føðingardag hjá Annelise, vinkonuni. Tað var hugnaligt at síggja Kartna gamla og øll hini. Høvdingar hittast. Føðingardagsbarnið stendur aftanfyri saman við Lailu.

Mads við abbadóttrini Gunnvá.
Sep 12, 2009
Sep 9, 2009
Sep 8, 2009
K dagur í dag jubiiiii

So var hon her - bókin, sum øll bíða eftir, so at holini í garðinum kunna teppast, og teir óstillu klettarnir kunna fáa fast undir føti.
Sep 6, 2009
Við Heilafelagnum við Gjógv (fleiri myndir í myndasavni)
Vit høvdu ein frálíkan túr við Gjógv við Heilafelagnum. Vit gistu á Gjáargarði, skipað var fyri frásøgn v/Helenu Fríðheim, flenniskeiði v/Vivian Sjóðklett (jú tað hevur ð) og sangframførslu v/ 8 køllum úr Fuglafirði. Veitslan leygarkvøldið var sera væl eydnað við frálíkum mati og nógvum sangi.
Hans Marius og Ólavur siga farvæl inntil næstu ferð.
Subscribe to:
Comments (Atom)


















