Apr 30, 2018

Cardiff (4)




Listasavnið í Cardiff er avgjørt eina vitjan vert. Nattúrusavnið og listasavnið eru saman, atgongd er ókeypis.
Vit sóu teirra stóra savn av Monet, Manet og Rodin og øðrum kendum.

          


Eva 1881.
Tá ið verkið var liðugt, fann listamaðurin útav, at kvinnan, sum stóð modell, var við barn. Hetta gevur myndini eina eyka dýpd og súmbolikk.


Vit vitjaðu Jóhannes kirkjuna, sum er fyrstu ferð nevnd í keldum frá 1180.

Og nú spákaðu vit víðari, funnu mat, sóu ein so glaðan mann,
sum skal giftast.
















 











Pubbsøgukvøldið var ein gongutúrur í Cardiff miðbýi. Tveir menn vóru ferðaleiðarar, og tað vísti seg, at teir eru sjónleikarar. Søgurnar vóru sum smáar sketsjir. Og aftaná var ein spurnarkapping, sum Jette Eirikstoft vann, saman við sínum borði.


Døgurðin varð etin á Le Monde, og seinasta punktummið var felagssangur á hotellinum, Annfinnur hevði gittaran frammi.

Apr 27, 2018

Cardiff - Big Pit (3)


Útferðin í dag var til eitt kolanám. Vit koyrdu eystureftir og síðani norðureftir. Í dag høvdu vit Paul úr Belgia og Camille, sum er fronsk sum ferðaleiðarar, Camille er í læru sum ferðaleiðari. Í dag regnaði, so tað var gott, at okkara túrur var ikki ein gongutúrur.


Fimtan dalar eru her á leiðini, og vakurt var at koyra. Námið eitur Big Pit og er í Blaenavon, alt økið er gjørt til museum, so tú sært sjálvt námið undir jørð, men eisini búðir og hentleikar, sum tey høvdu uppi á jørðini.


Vit skuldu í hjálm við lykt og skuldu lata frá okkum alt við battaríi, so eg bleiv av við myndatólið, tessvegna ongar myndir úr náminum. Ein ung kona, Emma kom við okkum niður í lyftini, og so gingu vit gjøgnum námsgongina, og hon greiddi frá. Vit vóru 90 metrar niðri í jørðini. Hon vísti okkum eisini rossabásarnar til rossini, sum drógu "the drums" t.e. vognar við koli ella viði. Rossini blivu væl passað, mangan betur enn fólkið, tí tey vóru dýr at keypa, 72 ross vórðu brúkt í hesum náminum. Men meðalaldurin var ikki høgur - hvørki hjá fólki ella rossum.
Uppafturkomin fingu vit eina simulatión. Teldustýrd uppliving av spreinging og kolagrevstri, sera flott gjørt.


Øll familjan kundi arbeiða í náminum, mamman toga vognar - tí at til 1842 drógu kunufólk vognarnar, í 1842 bleiv tað bannað at brúka konufólk til tað, so fóru tey at brúka ross, og tað var til 1972, tá ið maskinur komu í staðin. Pápin og teir stóru dreingirnir brutu kol, og smábørnini, heilt niður í 5 ár blivu brúkt at hava duravakt, tey skuldu lata hurðar upp og aftur, hvørja fer ein vognur skuldi passera.

Hvør arbeiðari hevði eitt skáp.


Námið hevði brúsurúm til arbeiðararnar, og har var framsýning av ymsum lutum og ein jarðfrøðilig frágreiðing um kol.


Næsta stoppið var í bygdini Hirwaun, har vit fingu eina máltíð. Og síðsta stoppið var á Penderyn destillarínum, í Wales hildu tey, at tá ið øll hini gera whiskey, so fara vit eisini at gera whiskey.




Turð og eg ótu seinni indiskt á Duchess of Delhi og sóu ein stak vánaligan undirgangs-monstur film aftaná, hann eitur A Quiet Place.

.

Apr 26, 2018

Cardiff - Gower (2)

Útferðin í dag var til hálvoynna Gower. Sera vakurt at koyra vestureftir. Nógvar vakrar strendur. Seyðurin er allur hvítur, tó er eisini blackface seyður. Vit koyrdu gjøgnum Swansea, næststørsta býin í Wales, sum livir av stálídnað. Swansea eitur eftir Sveini Tvískegg.

 Guidin fortaldi, at tað er so sera stórur munur á flóð og fjøru.
Í Hrossily sóu vit, at tey settu eitt skilti upp, sum segði, at nú var ov seint at fara út í høvdan. Har er gongt út á fjøru.
Vit steðgaðu á vegnum og gingu ein túr á sandinum.

 Orm's Head


Í Hrossily fingu vit eina máltíð í "Drekanum", súpan og tvíflísar og eina øl/vín. Vit gingu ein tú út til ein høvda, sum eitur Ormshøvdi. Og vit skoðaðu kirkjuna, sum er frá 1200.

Pent sjónleikarhús við smáum balkongum.

Og so fóru vit í The New Theatre (frá 1906) til ballettina Jane Eyre. Ein stór uppliving. Tá ið tú kennir søguna er lætt at fylgja við og tulka dansin. Hugtakandi at síggja Jane og Mr. Rochester í ástardansinum og seinni, tá ið hon ger tað liðugt og so aftur, tá ið tað kemur afturíaftur. Flott, dansararnir vóru úr nógvum ymiskum londum. Høvuðsdansarar vóru Pippa Moore og Javier Torres.




Myndirnar eru foto av foto.

Cardiff túrurin 2018 (1)

Várið er komið eitt vet longri her enn í Føroyum.

Í Cardiff í Wales búgva 450.000 fólk. Bæði walisiskt og enskt eru almenn mál, 20% av fólkinum duga walisiskt, men talið er vaksandi. Hetta og mangt annað segði Herleif okkum á fyrireikandi fundi, áðrenn vit fóru. Tí túrurin er væl fyrireikaður og lagt er upp til upplýsandi og stuttligt ferðalag.
Vit fóru á flog flaggdagin kl. 8 á morgni, 140 ævintýrhugað fólk. Nógv kennast, summi kennast væl, summi bert tú kensl á. Nøkur fá hevur tú aldrin hitt fyrr. Flúgvitíðin til Cardiff var 1 tími og 45 min.
 Anna er væl útgjørd við nýbundnari tasku við drekaflagginum hjá Wales.
Beinanvegin vit vóru framkomin fóru vit út at ganga við ferðaleiðara.
Gongutúrurin byrjaði beint við Cardiff Castle. Vit gingu gjøgnum Bute Park og tann fryntligi ferðaleiðarin Adrian segði okkum, at har halda tey hvørt ár listakapping og stevnu og kjósa ársins skald (bard). Hann situr so á einum stóli á steininum í miðjuni og verður heiðraður, og tey eru ílatin sum druidar og hava ymisk ritual. Tí at skaldskapur er tað fremsta hjá walisum.
Vit gingu framvið býráðnum, sum heldur til í einum flottum herskapshúsum.


Um kvøldið var fínur døgurði og Wales kvøld í Cardiff Castle. Og áðrenn vit fóru til borðs fingu vit okkurt at vita um slottið.


Undirhaldið var sangur, og sangararnir vóru fimm kvinnur og tríggir menn, og tað sjáldsama var, at tey vóru samstundis tænarar. Borðfútin fekk eisini ymsar av gestunum upp á pallin at vera við í skemtinum.
Vit høvdu eisini stundir til ein aperitiff á einari av teimum 300 pubbunum í Cardiff.
Fínt kvøld.

Apr 16, 2018

Bygdarskái

Vit vóru í Dali fríggjadag til sunnudag, tveir túrar bleiv tað til hjá mær, Turið var tríggjar túrar.






Og hetta vikuskiftið vóru vit við Gjógv í bygdaballi. Eitthundrað og tretivu fólk vóru til veitsluna í bygdarhúsinum. Maturin var frá Gjáargarði, og tann matur!! Forrættur var fiskur við tilhoyri og pynti, síðani kom háryggur við epli og grønmeti og sós. Kjøtið var borið inn til hvønn gest sær, eitt ryggjastykki í part. Tað smakkaði himmalskt.
Tað serliga við bøllunum við Gjógv er skemtið, tað lokala. Kristjan Jákup, Óla Jákup og Símun gjørdu tað aftur í ár! Teir argaðu bygdarfólkið upp á góðsligan máta, og fólkið sat í skellilátri.


Fyrireikararnir høvdu hugsað um alt, tónleik, borðstjóra og veitslurøðu. Jórunn Høgnesen helt gestarøðuna, so hugfarsligt at hoyra um gamlar dagar við Gjógv, men eisini  ein tráður til okkara egnu tíð við skundi og vasi.