Jan 29, 2026

Tilhaldið í Tórsgøtu

Í Tilhaldinum er virksemi og ítriv fyri eldri fólk í Tórshavnar kommunu. Sera nógv ymiskt er at fara til t.d. venjingar og handaligt arbeiði, dansur og kortspæl.

Nú í nøkur ár havi eg verið regluliga í Tilhaldinum, upp til tríggjar ferðir um vikuna. Tað er gott hjá einum og hvørjum at hava okkurt at fara upp til, at síggja og hoyra fólk. Týsmorgnar er felagssangur á skránni, nógv fólk koma saman, og vit syngja úr Føroya fólks ella Tilhaldsbókini. Hesa vikuna var stórur dagur í Tilhaldinum. Nú er tilhaldsbókin komin út av nýggjum, og aftur hesa ferð er tað Eilif, sum hevur lagt til rættis. Eilif fekk nøkur góð orð frá stjóranum, eina gávu og tað fyrsta eintakið av nýggju sangbókini.

Nógvir tónleikarar og fyrrverandi lærarar eru á spælilistanum hjá Tilhaldinum.

Hanus, Eilig, Hilmar

 Stjórin Eirikur Suni dugir so væl at finna uppá ymiskt stuttligt at gera, gongutúrar føroyskan dans....og tá ið høgtíðir eru, er høgtíðardámur í Tilhaldinum.


Á fastalávint sláa vit tunnu og drekka kakao.


Síðani eldraráðsvalið havi eg fingið eina grund afturat til at koma í Tilhaldið, tí at Eldraráðið hevur sítt fundarhølið á loftinum í Tilhaldinum.
Harmonikuliðið hittist javnan í Tilhaldinum, bæði til venjing og til undirhald.


Jan 18, 2026

Det norske teatret

 Det norska teatret er stovnað í 1912 nøkur ár eftir Nationaltheatret. Endamálið var at spæla leikir á nýnorskum. Sjónleikarhúsið hjá teimum er frá 1985, tað er í Kristians 4. gøtu mitt í Oslo. At staðseta málleikhúsið í Oslo í 1912 var ein sera medvitað gerð, tí at tað var har danska embætismansstættin var samlað.

Hulda og Arne Garborg vóru teirra millum, sum vildu fremja nýnorskt. Í sjónleikarhúsinum eru 

bringumyndir av fleiri av teimum kendu nýnorskthøvundunum  t.d. Tarjei Vesaas og Ivar Aasen, og í seinnu tíð hava tey spælt tekstir hjá Jon Fosse.

stásiligan bygning mitt í Oslo við fleiri pøllum

tey skipa eiisni fyri mentanarkvøldum og øðrum tiltøkum


fyrlestrarsalur/foyer

Asbjørn Høglund: Dreymkvæðið (1985), hongur uppi undir loftinum

Olav Duun er norskur klassikari, og Tað norska sjónleikarhúsið sær tað sum eina av uppgávum sínum at halda lív í klassikarum. Í ár fyllir Olav Duun 150 ár, og tey hátíðarhalda tað í sjónleikarhúsinum.
Leikurin, eg sá frumsýningina av, var Medmenneske   (1929) hjá Olav Duun. Tá ið eg kom hagar hetta kvøldið, var ein samkoma, har ið talari tosaði um Olav Duun, sum Sigrid Undset kallaði Noregs størsta  skald. 

Leikurin snýr seg um eina familju. Eitt eldri par, eitt yngri par og eina gamla fastur (Kvitugla) á loftnum. Temað er óndskapur, og tann eldri maðurin Didrik umboðar hann. Hann er harðligur, sjálvsøkin, lumpar og lýgur. Sonarkonan Ragnhild er góðheitin sjálv, vil hjálpa øllum, mild og fyrigevandi. Men so hendir tað, at Ragnhild hevur fingið nokk av verpápanum og hansara kúgandi atferð. Hon drepur hann vð einari øks, og hon gera tað fyri Hákunsa skyld, Hákun er maður hennara. Men eru tey óndu ikki eisini medmenniskju? Og sum Olav Duun sigur, mann kann ikki drepa óndskap við øks.

Haugtussa eftir Arne Garborg er eitt norskt tjóðarepos. Grieg hevur gjørt tónleik til yrkingina. Sýningin, eg sá var stiliserað, soleiðis at skilja, at dýrini og nakrir persónar vóru leiku, sum sjónleikarin hevði í hondini, meðan hon spældi/resiteraði tekstin. Teksturin hevur rím og rútmu . Gentan Veslemøy situr hjá neytum og seyði, hon hevur góðan fantasi og droymir nógv. Hennara lív veriður vovið inn í eina sagna/ævintýraverð. Sera áhugaverd sýning um kvinnu sum upplivir kærleika, sorg og velur sín egna veg.


MUNCH savnið

Tað nýggja MUNCH savnið niðri á havnarlagnum í Bjørnvika er ótrúliga flott og ræðuliga stórt. Har eru 3 hæddir, og nógvar framsýningar.

- siðbundin sýning við Munch málningum

. tvær sýningar við heilt nýggjari list, kallað Munch trienale

- sýning  við verkum hjá listarfólki, sum hava fingið íblástur av Munchsa verkum

- sýning um heimið hjá Munch Ekely uttan fyri Oslo, sum hann keypti í 1916



løsrivelsen 1894


arv 1897

av 12. hædd




Jan 16, 2026

Tjóðpallurin í Oslo

 

Nationalteatret frá 1899







Sagaen om isfolket

Leikurin ið var á skránni, nú ið eg var í Oslo, var Søgan um ísfólkið hjá Margit Sandemo. Hon skrivaði 47 bøkur  um hendan ættarbólk, sum býr í einum dali. Tað óhugnaliga er, at í hvørjum ættarliði skal koma ein persónur, sum er óndur.

Leikurin var samandráttur av øllum bókunum og var eisini sera langur , 3 1/2 tíma. Tað hendi nógv alla tíðina, og allir hugsandi effektir vórðu brúktir: frásøgufólk, fleiri skíggjar, roykur, ómenniskjanslig ýl og stunan í hátalaranum og ljós, blinkandi knallreytt ljós og reyður ljóskastari út í áskoðaran. Sum lesarin kanska longu hevur gitt, var tað mær ovboðið. Lítið av sjónleiki, meira av effektum.

Leikurin vísti nøkur ættarlið í hesum ævintýri, fleiri børn komu til verðina á pallinum undir rópi og venan, tað var jú spennandi um barnið, var "rakt" t.e. ónt. Eisini erotiski leikurin, sum hendi áðrenn barnið, varð vístur á pallinum. Persónar vóru ein familja, pápin har var "óndur", hann var gitin við drekasáð, tað sást á akslunum á honum, sum høvdu drekahúð við peiggjandi pinnum, men hann hevði megnað at standa ímóti óndskapinum. Ein hurð varð latin upp til undirheimin, og út tustu devlar og skrímsl, svartir einglar og ein hvítur eingil niður úr loftinum við einum ovurstórum "tú veitst" millum beinini. Hesi "óndu" leikaðu í á pallinum, og ein "syndin" tey framdu, var sjálvandi sex.

Men sjónleikarhúsið er so flott, fleiri balkongir og losjur undir loftinum, frálík barr. Men eg veit ikki, hvussu leikurin endaði, tí eg fór avstað í steðginum. Spurdi fleiri har, um teu høvdu lisið bøkurnar, ja næstan øll høvdu lisið bøkurnar sum yngri. Har var fult hús, skal sigast.