Nógv tiltøk hava verið í heyst og í vetur, m.a. fleiri í Dali. Nú er so líkatil - og tá ið dalstunnilin kemur verður enn meira líkatil - at fara suður til eitthvørt tiltak.
Tvær ferðir hava tey havt stovukonsert á Hólmafløtti. Fyrru ferð við Guðrið Hansdóttur, Høgna Lisberg og Jógvani Joensen og seinnu ferð við Elinborg Pálsdóttur og Jógvani. Hjúnini á Hólma eru kreativ og blíð, vit eru heppin, at Dalur hevur fingið slíka innspræning.
Ein slík heimakonsert er nakað annað enn ein konsert í stórum konsertsali við túsund áhoyrarum . Tað verður so persónligt og nærveran er so vælgerandi. Í báðum førum var Maltudeild við og seldi vælsmakkandi brellbitar.
Seinna konsertin var 21 desember, og fólk vóru fegin at halda frí eina løti í jólastákinum og lurta eftir sangi og eisini syngja sjálv.
Kristina hevur brúkt sín hularing væl :) |
Johild í sølubúðini, góðgæti og prýði |
Einki kann erra upp sum felagssangur |