Dec 31, 2025

Jólini 2025

 Í ár vóru vit øll saman jólaaftan. Vit vóru 23 til borðs og Lars var kokkur.. Vit vóru á Sandi, vit høvdu trý ymisk hús. Tollaksmessu dag vóru vit í Bænadiktstovu,                    jólaaf




tan fyrst í Sandabrekkuni síðani við Gróthusvatn, jóladag miðmála við Gróthusvatn og 2.dag á Suðuroyavegnum hjá Holm Joh. 
Hvat kann frøa eitt ommu hjarta meira? 
Summi fóru avstað 2.joladag, og síðani pø á pø.                                                                              

Dec 23, 2025

Undan jólum

 Í ár havi eg serliga nógv at gleða meg til, tí tey koma øll heim at halda jól.

Í atventini vóru vit systrarnar uppi á Hotel Føroyum til NÒNTE. Tað var ein hugnalig løtu, friðarlig og innilig. Stuttligt, at Elvis og Bing Crosby vóru á skránni.


Heiðrikur og Guðrið høvdu undirhaldið



















Og so var systkinabarnaballið!! Tað hevur verið so av og á gjøgnum árini. Vit hava verið ymsastaðni, í ár vóru vit á Skúlaheiminum í Marknagili. Vit vóru næstan 60 í tali, so uppmøtingin var góð, av systkinabørnunum manglaðu Gudny og lítla Bergljót. 
Tað var smanskot, nógvur og góður matur, vit byrjaðu kl. 17, tí at summi børn eru so smá, at tey fara tíðliga í song. Tíverri vóru langommusynirnir Herman og Marius farnir til hús og foreldrini hjá teimum, áðrenn vit tóku myndinar.
Sigri helt veitslutaluna, persónlig og fevnandi, men eisini ein áminning um tíðarinnar álvara.
Kristina sang "Hvítar flykrur", Hallur gjørdi spurnarkapping, og Tòrður hevði gittarin við. Gott at vera partur av hesum stóra fjølbroytta hópi.

Myndatekstur til vantandi mynd: Jákup, Niklas Pætur, Eina, Eve, Pauli, Kitty, Ruby, Marja, Michel, Lars, Hallur, Nicklas, Simone


systkinabørn

trímenningar og ein úr 4. liði

Slíkar dagar senda vit ein tanka til teirra, sum eru farin undan okkum. Elspa & Jógvan og Sjúrður og Hans Marius og mong onnur,  og ein fær hesa ketukensluna.  Og Búgvi, sum ikki var við.

Dec 10, 2025

Arið ið fór 2025

 Januar

Gantesufundur hjá Sonju
Bindiklubburin hevur verið til síðani 1971, tað er meira enn 50 ár síðani, vit hittust á kollegi'inum Solbakken í Keypmannahavn. Tá vóru eisini onkrar aðrar við, og seinni er Astrid komin uppí.
Vit hittast uml. eina ferð um mánaðin. Onkuntíð hevur verið longur ímillim. 








Februar

Svágur mín Vitus farin. Hann hevur verið sjúkur av krabba í mong ár. Hann er tann seinasti av teimum trimum Putlhúsdreingjunumm so fækkast. Tað er deiligt at kunna fara inn til skyldfólk í Dali, nú er Turið so einasmøll í húsi, har er altíð fjálgt at koma inn.

Vitus farin


Mars

Altíð gott at fara ein svipptúr niður at síggja familjuna. Hesa ferð vitjaði eg eisini Berg og Simone í Espergærde. Og so bjóðaði eg teimum eina máltíð í SULT, tað er í Cinematekinum yvirav Kongens have. Suttligt at síggja systkinabørnini, Herman og Lars saman. 

Herman Lars etur víndrúvur. Ajax eygleiðir hann.


Eta á "SULT" 

systkinabørnini Herman og Marius

Apríl


Apríl

Kristina og Glóð ein familjutúr í Hoygarðinum


Mai

Í mai var eg ein minniligan túr í Limerick, havi áður skrivað bloggar um hann. Tað vóru sum vant Anna og Herleif, sum skipaðu fyri. Ein frálíka væl skipaður, upplýsandi túrur. Keypti mær ein so frálíka vakran ullintan kepp.










Juni
Nú ið eg fylti 75, helt eg tað var so stutt síðani, eg helt 70 ára dagin, at eg slepti mær av landinum. Altíð deiligt at vitja familjuna í Reykjavík.
Inga Rósa er í krabbameinsviðgerð

Tær báðar syngja fyri mær, og gávan er eitt íslendskt teppi


Juli











Vit sita væl hjá Turið systur í Leivsgøtu. Summargestir.

Símin Hannus og Tórhild




Beint fyri ólavsøku var eg í silvurbrúdleypi í Dali. Símin Hannus og Tórhild gjørdu stórt gildi og borðreiddu við øllum góðum.




 Og so er tað ólavsøkan, tá eru altíð flottar myndir at fáa.




kunningar úr Hebridunum









Avgust







Durita og Bergur

September

!0-17 september fóru vit tríggjar til Spania við 62N. Túrurin gekk fyrst til Camprodona, har ið vit búðu á 100 ára gomlum hotelli. Sera sjarmerandi hotell, sum varð bygt til rík fólk úr Barcelona, sum skuldu hava fríska luft, býurin er í 1000m. hædd.






í Santa Clotilde urtagarðinum í Lloret



Var eisini ein túr í Íslandi saman við Kristinu, sera stutt men gott.





Oktober  

Sjónleikur var í Varpinum í Klaksvík. Tað var skemtileikurin "Friður á pallinum". Sólveig og eg fóru saman.



Túr á UMAMI við vinkunum

Jóna Joensen, sum býr í Sveis, var heima og hevði bókarframløgu í Gl bókhandli. Bókin eitur Frí og er ein søga, men eisini ein uppskriftabók.

Jóna Joensen
Laura er mostir høvundin, og hon las eitt brot úr bókini.Sólveig og Bergur sita sum undir lestri.


November 

Var í Tilhaldinum og spældi sjónleik saman við Linubólkinum





Desember

Osla var vertur ársins síðsta bókastev, ein deiligur dagur í Leirvík.


22. desember var systkinabarnaball á Skúlaheiminum í Marknagili. Tað var hugaligt at síggja so mong í familjuni. Myndirnar verða so frálíkar at hava at hyggja at í komandi tíð.
SYSTKINABØRN .Bergljót og Guðny mangla

Trímenningar pluss Lítla Alda


Vit hildu jól á Sandi, vit vóru mong í tali og høvdu trý hús. Lars var kokkur jólaaftan, og tey løgdu eisini hús til . Tollaksmessudag vóru vit í Bænadiktsstovu og ótu pitabreyð, jólaaftan ótu vit turt kjøt og epli hjá Turið og Halli í Sandabrekkuni, og um kvøldið sum sagt hjá Sólrun og Lars. Herligt at hava tey øll rundan um meg. Deiligt at síggja tær ungu vaksandi familjurnar. Annan dag var døgurðaboð á Suðuroyavegnum.










Duponts


Holm Johannessen pluss gomul






omma og abbi strála









Løkke