Sep 14, 2024

Reykjavík august 2024

 Vit fóru at vitja Ingu Rósu. Tað var ein herliga friðarlig og rólig vika. Inga Rósa var so blíð og hjartagóð vertskona., og Guðny er góður bilstjóri

Altíð deiligt at vitja á Neshaga


Vit  sóu sjónleikin "Orð gegn orði", tað er ein einkvinnuleikur um ein sakførara. Fyrri partur er um hennara arbeiði sum sakførari, har hon ofta noyðist at vera hørð ímóti offrum, tá ið hon skal verja tann ákærda. Seinni partur var um hana sum neyðtøkuoffur, eisini í rættinum. Hon fekk onga náði. Tað var eyðmýkjandi og hart. Sera góður leikur, sum gróv rættiliga djúpt.

týðing Ragnar Jónasson

Vit sóu tveir nýggjar íslendskar filmar: Ljóðbrot og Snerting

Tann fyrri er um ungfólk, sum skula sætta seg við sorgina, tá ið vinur teirra doyr. Tann seinni er ein romantiskur filmur um gamlan mann, sum fer til Japan at leita eftir ungdómskerastu.

Ljóðbrot

Og so fóru vit á ymsi listasøvn, vit vóru á Kjarvalsstøðum, Safnahúsinum, Listasavni Íslands.Men vit vóru eisni á bókasavninum á Seltjarnarnesi, har ið Guðny og tvær aðrar høvdu framsýning. Stuttlig ung listarverk. 

Hann heldur eyga við teimum

við tvátthylin 1931

Við Savnshúsið






TinTin á Akuroyri framman fyri eyðkendu kirkjuni


 
Hesa myndina tók Súsan, sum vit møttu har á Kjarvalsstøðum. Tíverri tók eg onga av henni.

Á Seltjarnarnesi var modernað list hjá trimum ungum kvinnum, ein teirra Guðny hjá Ingu Rósu. 

Føðingarstólurin, í høghælaðum

Ótrúligt, at eitt heilt menniskja sleppur út.

Turið og Inga Rósa við taramynd hjá Guðny


Vit vóru onga langa útferð hesa ferð. Men tað var nokso langt at fara til Frelsunnarherin. Tey hava fingið nýggj hús, sum eg havi ætlað mær at sæð, og tað lukkaðist. Sera flott. Og tey gera fjølbroytt hjálpararbeiði har.

Vit fingu eisini høvi at vitja okkara góða vin Thorvald, altíð deiligt at dagføra hvønn annan um familju og arbeiði.
Turið skoðar eitt av seinasty avrikunum hjá Thorvaldi.