Apr 22, 2024

Herman Lars Spånberg Løkke Rasmussen

 Í dag varð drongurin hjá Bergi og Simone doyptur.  Nokso fitt av familju og vinum vóru í  Hornbæk kirkju. Prestur talaði um dópin sum eina gávu, men gávan er ikki so nógv verd, um hon ikki verður pakkað upp. Foreldur, ommur og abbar og onnur skula hjálpa barninum at pakka hesa gávu upp.

Símun bar Herman Lars 

Ein sera rørandi løta, vakrir sálmar. Faddrar vóru Símun, Lisa, beiggi Simone Nicklas og ein vinkona hennara.



Herman við foreldrum og faddrum

Aftaná vóru vit boðin til eina máltíð og samveru á Kronborg. Eg neyt at síggja tey trý hjá Sólrun og Lars og báðar langommusynirnar.

Louise, Símun, Bergur, Simone, Lisa, Nichlas




omman og Marius


Bergur helt talu fyri Simone og soninum, og Lars
segði nøkur vælvald orð við navnan. Stuttligt at síggja,
at súreplið er dottið niður beint við træið.










omman og Herman











Apr 14, 2024

70 ár og nakað væl afturat

 

Ein bloggur til tess at drýggja mær ta gleði og tann hita, sum eg føldi hetta kvøldið. 


Innbjóðingin, sum bleiv løgd á FB


Nú hevur 70 ára dagurin verið. Hann varð hildin í Broncks saman við 100 gestum. Eg fekk so nógvar heilsanir og góðynski. Eg eri takksom og rørd. Vit fingu mat frá Hansu Johannesen: føroyskan platt, neytakjøt og rabarbutriflu. 

tvøst, spik, epli, ræst, rót, fiskur, turt+breyð

Barrin var opin, Turið hevði gjørt eina barrmenu, og tey ungu passaðu barrina. Turið hevði gjørt sangheftið, og Mads og stórhúsbrøðurnir Jónleif og Símun Erik skipaðu fyri sanginum. Alt var sera væl fyrireikað uttan eitt: eg hevði ikki biðið professionellan fotograf, men Sólrun tók myndir við apparatinum hjá Turið og Halli.

Dalbingar vóru væl mannaðir, og teir settu dám á veitsluna, hvat kann vera betri enn eitt bygdarball í Havn?  Tunnilin ger stóra nyttu í so máta.










Kristina skipaði Nykurs vísu, tá ið vit høvdu etið. Kristina hjálpi mær eisini at pynta borðini við temanum: sagnir og ævintýr . Borðini vóru: Tangokettan, Vakurleikin og beistið, Kópakonan, Wall E, Tornarósa, Snjóhvíta, Rainbow Dash, Smølfarnir, Frozen, Friar Tuck, Mumi, Reyðhetta.

Kristina saman við pápabeiggjanum Brandi

Tornarósa 

Bróðir Tuck

Rainbow Dash

Vakurleikin og beistið

Tangokettan

  
Olaf

Snjóhvíta

Wall E




































Kópakonan

frú Mumi og lítla Mý








Eg bleiv ríkiliga lønt við gávum. Talur vóru eisini : Turið S, Frida S, Lars, Eva, Hjørdis,  Birgit, Jórunn, Sonja, Símun Erik.












Tríggjar nýyrktar sangir fekk eg eisini, frá Gantesu (Jóan Paula), Sólrun og Jónleifi. Breið semja var um, at tann hjá Jònleifi bar prísin. Lagið er eisini so fangandi ("Men hvat skal eg gera, hon mín nú vil vera...."  )


"Hvar enn eg fari, er Bergljót av Skarði,
gongur runt og hugnar sær,
og smílist ímóti mær."


So sera fangandi, royn bara og syng sjálv/ur!










Takk bindiklubbur, lesiklubbur, kaffiklubbur, dalbingar og familja.

Familja var komin úr Belgia, Danmark og Íslandi. Stórfingin fagnaður!




Chloé, Louis, Frida S.

Herman Lars, Lars

Michel, Kristina, Magna

Hallur, Herbert, Emil

Lars, Nicklas,Brandur, Bergur


Madeleine, Frida

Inga Rósa og Turið


Apr 5, 2024

eg hvessi mær knívin



Ungu Føroyar høvdu eitt útgávutiltak í Sirkus í gjárkvøldið. Høvið var, at nýtt yrkingasavn er komið. Rithøvundurin er Nansý Sunadóttir. 

Turið Sigurðardóttir

Turið beyð fólki vælmonum vegna forlagið Ungu Føroyar hava ofta givið debutbøkur út, tað er gott hjá ungum høvundum at fáa eina roynda hjálpandi hond í tilgongdini.

Tað er hugnaligt í teimum skýmligu, sprøklutu hølunum niðri hjá Jóan Jakku, skógvahandlinum. Eg minnist, hvussu har sá út, har var so flott, fleiri hæddir av skóm, men ongar yrkingar og absalutt einki øl.

Fitt av fólki var komið at frætta um savnið  - eg hvessi mær knívin, eg komi heim.

Framløgan var skipað sum ein samrøða millum Sannu Dahl og Paulu Gaard og Nansý. 



Høvuðsmyndin, sum eisini er í heitinum, er knívurin, hin hvassi. Knívseggin, knívsoddurin. Áhugavert var at hoyra høvundin siga, at hon hevði roynt at lýsa hesa ræðandi, tabufongdu gerð , sum er sjálvskaði, og sum ikki er umrødd í føroyskum bókmentum higartil, vakurt. So løgið hugsaði eg, hvat er vakurt við at skera í seg sjálva, men er tað ikki júst listafólksins uppgáva at lýsa tað fjalda, tað ljóta, so at vit skilja tað? Skøvur eftir lærinum og skøvur á skøvninginum, og tað vakra er uppreisturin, tað vakra er, at orðini endiliga sleppa út, tey bróta sær veg, tað vakra er linnin. 

Aðrar myndir í savninum eru tað ljósareyða kamarið, gentukamarið, og Paula kom inn á líkskap við Marjun S. Kjelnæs, sum hevur skriva ein leik um gentukamarið. Múrurin, hvørs fyrsti steinur varð lagdur í ungdóminum, verður hægri og hægri, og tað krevur eitt ódnartak at lova ljósinum inn. Likamslutir, tann kropsliga avmarkingin . Bæði myndir, sum vit hava sæð fyrr og meira originalar myndir. 

Yrkingasavnið er eitt lágmælt mótmæli, lágmælt men treiskt. Hóast egið kennir seg brotið og uppetið og einsemi valdar, so er ein linni at fáa, ein vón.

So væl eydnað samkoma við dugnaligum ungum kvinnum.


Mar 26, 2024

Móðurmálsdagurin 2024


 Felagið Føroyamál og Málráðið skipaðu fyri stórum hátíðarhaldi í Varpinum í Klaksvík móðurmálsdagin. Dagurin er 25. mars, sum var føðingardagur V.U.Hammershaimbs.

eftir Óla P 

Hjá mær var hetta eisini eitt gott høvi at síggja Varpið á fyrsta sinni.

Skráin var sera fjølbroytt og tað mesta sera gott og áhugavert.

Tvey landsstýrisfólk, Sirið og Djóni,  vóru boðin at  hava inngang hvørt til sín part av degnum.

 Fyrsti tímin var settur av til ta nýggju stavsetingarorðabókina  (www.malrad.fo )  Sirið gav eitt yvirlit yvir tað stóra arbeiði, sum hon kallaði eitt bragd. Helena Kannuberg og Randi Kúrberg vístu okkum, hvussu orðabókin sær út og greiddi frá. Áhugavert er, at orðabókin er normativ og løggild. Tað vil siga, at almennir stovnar (og vit øll) skula rætta okkum eftir hennara leiðbeining.  Hon verður eisini dagførd alla tíðina, so at hon altíð er tíðarbær. Tað fall summum fyri bróstið (ja mær), at nú er loyvt at skriva páskini, sum hvørkikynsorð. Havi í meira enn mansaldur trúttað í næmingar, at orðið er kvennkyn, flt.

Randi og Helena





Theodor prestur hugleiddi um V.U.H., hansara lív og virki. Eitt, sum eg hefti meg við, var, at eitt skriftmál er fínt, men nyttar lítið uttan eitt livandi talumál. "Nú kemur framtíðin okkum ann, nú liggur á okkum at fáa føroyskt inn i tykisheimin," segði Theodor Hann endaði við einari parafrasu av yrkingini hjá Chr. Matras "Eg fann teg í kvæðum". 

 

Theodor










Eitt valalið av rættlesarum hevur verið við í arbeiðinum, og tey vórðu heiðrað á pallinum við lógvabresti. Av sonnum góðir málverjar í einum ævigum dysti.



rættlesarar

Fyrri partur av haldinum endaði við, at rættlesarar vórðu heiðraðir. Og síðani fingu gestirnir stuttfluttar bitar úr Kongsstovu í Haraldsundi. 

Óluva , forkvinna Føroyamáls

Eitt, sum altíð ger meg nokso tunga í huga at hugsa um, er, at so nógv mál eru útdeyð, farin í gloymsku. so hugsi eg um, hvussu tað man vera at vera tann síðsta ella tey síðstu, sum duga eitt mál. Fleiri túsund tungumál eru í vanda. Uml. 40 % av heimsins fólkum hava ikki atgongd til útbúgving á egnum máli. Og hvussu er hjá okkum? Í tí sambandi hugsa vit um, at útbúgvin fólk ofta duga illa at málbera seg á sínum egna máli. Og óútbúgvin fólk tosa betur føroyskt.  Júst hetta: mál teirra lærdi,  frøðiorð, var áhugavert  at hoyra um, tá ið Marjun Simonsen greiddi frá arbeiðinum at gera nýggj heiti á føroyskum. Tað er jú so, at frøðingarnir, av ymsum grundum, heldur vilja skriva sínar granskingaruppgávur og síni granskingarúrslit á øðrum máli enn føroyskum, oftasty á enskum ella donskum, sum sjálvandi førir til tað, vit kalla økismiss.


Marjun

Knút H.Eysturstein og vinmenn sungu nakrar sagir, m.a. "Tú ert skær sumein ódroymdur dreymur" eftir Regin Dahl og "Náðisólin" hjá Knúti sjálvum.

Seinasti partur vóru 7 stuttar framløgur, serstakliga áhugaverdar vóru tann hjá Jonnu um appina VIT, tann hjá Gunrið Kalsberg um rithøvundavitjanir í skúlanum, framløgan hjá eldsálini Sjúrði Gullbein um telduhjálp, so at øll við skerdum førleika fáa verið við. Og allur fundurin varð tulkaður til teknmál og tekstaður á stórskíggja.

Solby var fundarstjóri


Sera væleydnað tiltak. Og tey siga, at hetta verður afturvendandi, so tað er gleðiligt.















Feb 18, 2024

Marjunarbinding

 Marjunarbinding, ella sum vit hava hoyrt tað við Gjógv Marjunibinding, verður eisini kallað gjáarbinding. Tað er ein máti at binda við kasta um og taka saman og taka leyst av. Tað er ikki torført, mynstrið er bara sami stokkur aftur og aftur. Men skjótt at villast, og kemur sperðil í, er sera torført at taka uppaftur, tí at summi eygur eru bundin og onnur eru ikki bundin, og so allar buktirnar. Rættan og rangan eru eins. Um tú bindur á grovum stokkum, verður tað sum eitt luftigt netamynstur.


Vit báðar Turið vóru á skeiði í marjunarbinding á Oyrarbakka í gjár. Tað var kvøldskúlin har norði, sum skipaði fyri, og vit eru so hepnar at kenna samskiparan, sum hevði sagt okkum frá. Undirvísari var Elspa Petersen, sum eisini hevur havt verkstovur á bindifestivalinum í Fuglafirði okkurt ár. 






Elspa greiddi frá søguni um hetta slag av binding, sum hon hevði lært frá mammu síni, sum var ættað frá Gjógv. Marjun, sum teknikkurin eitur eftir, var komin til Gjáar at arbeiða og bleiv forelskað í einum bóndasoni við Gjógv. Hann bleiv sjúkur av tuberklum og doyði. Men tá ið hansara ognarlutir komu aftur til Gjáar funnu tey eitt turriklæði, sum hevði hesa serligu binding, tær raktu upp fyri at finna út av, hvussu hetta var bundið, og síðani hevur bindihátturin livað millum konufólk.



Síðuvinningur var, at vit vóru á tí nýggja skúlanum á Oyrarbakka, ljóst og deiligt rúm á bókasavnium og vakurt prýtt innan. Tíverri kann mann ikki siga tað sama um útiøkið, ein millión betongtrappur, betongskráar og grátt í grátt, og har sum ikki betong var, slapp seyðurin at bíta grasið í rótina.

Hugagóðar í flottum høli



Á  bókasavninum var eisini ein framsýning av næmingarabeiði, tey hava arbeitt við bókini hjá Silju Aldudóttur Ódjór og evnað pallmyndir til søguna.



myndprýtt: Astrid Luihn