Jul 20, 2025

Slupptúr við Norrøna felagnum

 Vit fóru av Høgukei í Havn kl. 10 fyrrapartin. Eg og Sannelena f´ru úr Dali kl. 9. Veðrið var gott, men mjørkin lá um havnina, og vit fingu at vita, at manningin fór at taka støðu til, hvænn veg leiðin skuldi ganga, tá ið vit komu vestur um Kirkjubønes. Vit skuldu royna at sigla eftir sólini. Avgjørt varð at fara gjøgnum Vestmannasund. Vit sigldu heilt norður til oyggjarenda, og tað varð ein avbera góður túrur.

Tað er nakað serligt við at sigla við  150 ára gomlum træskipi. Vit sótu á dekkinum alla tíðina, og veðrið var frálíkt.


heldur um stýrisvøl












Norrøna felagið syrgdi fyri einari góðari máltíð umborð.

Rakul og onnur gera sjálvtøkuborðið klárt.



Leivur Tróndarson greiddi frá trygdarútgerðini umborð og segði  seinni nakað um Koltursverkætlanina.

Og sjónin henda fagra summardag var óbetalilig. Bjørg og skorar á báðum síðum, Vestmannabjørg, Heygadrangur, Skoradalur. Og lýsandi grønt eygnariv á Vágalandi, í Hesti. Vit vóru aftur í Havn kl. 18.30.











Summar dagar er summar

 Summargestir eru komnir. Fyrst kom Frida Sofía, so Madeleine og síðani Emil og vinmaðurin Len. Frida Sofía er útimenniskja, og hon hevur lokkað meg út nakrar ferðir, gudarnir skula vita, at tað treingir til! Ein dagin fóru vit túr á Boðanes, gingu bara úr Hoydølum. Góður vakur túrur.




Og vit vóru ein túr í Dali, har gekk FS fleiri túrar í haganum. Vit gingu ein túr eftir Nípuni á Sandi, ein stuttur lættur túrur. So kannaðu vit steinin hjá gívrini og sporið. Vit endaðu á café Retro til ein góðan kaffimunn, panini og nachos - og kortspæl