Mar 26, 2017

VIKA Á VÁRI sorrig og glæde

Leygardagin kom Lisa heim ein túr, hon hevði eina vinkonu við, sum gjarna vildi uppliva Føroyar. Tað var hugnaligt at hava fólk í húsinum.

Sunnudagin vóru vit í Sjónleikarhúsinum og sóu Holubúgvan. Hann var stuttligur, tað krevur sín mann at spæla einsamallur í tveir tímar. Fólk flentu nógv. Eg helt , at leikurin var nakað langur, nógv kom upp í saman, og so var nakað yvirpedagogiskt eisini við framførsluni. Men stuttligt. Aftaná tosaði eg við onkrar damur, sum hildu, at leikurin var passé, ein 25 ára gamal leikur um gamlar stereotypur, sum als ikki kemur inn á seriøsar kynsleiklutir og javnstøðu, ja kanska.


Mikudagin fóru Lisa og Camille avstað aftur, og Gantesa var hjá mær. Eg hevði boðið teimum inn til Turið og Hall, so vit fingu rættiliga breitt okkum.




Hósdagin fylgdu vit Gunnvør til gravar. Vesturkirkjan var full. Martin Joensen sang ein sang, og trompetfylgispæl var í kirkjuni. Sera hátíðarligt. So góð mynd av eini smílandi Gunnvør eygleiddi okkum av blaðnum.


Um kvøldið var eg á RÆST, át teirra frálíku døgurðarættir og hevði eina lítla framløgu um føroyskt mál, sum eg longu havi bloggað um. Á myndini er røst súpan legerað við rót. Ílatið og fóturin til ílatið er frá Guðrið Poulsen.


Leygardagin var eg í føðingardegi hjá Andrassi í Dali. Sera gott kvøld við deiligum nátturða, røðum og sangi, seti nakrar myndir á dalsbloggin.


Mar 24, 2017

Ein røst uppliving

Eitt so stuttligt hugskot, sum tey á Ræst hava hesa vikuna! Heiðra móðurmálið, meðan tú etur teirra røstu matskrá. Áhugavert orðasavn við matorðum lá á borðinum. Og drykkirnir maður!  so sera væl hóskandi til tað ræsta. Vit fingu einar 7 rættir, tað, sum mær dámdi best, var avgjørt tvøst og spik, skorið í strimlar við smáttuosti og broysknum hindberjum, serverað á mjúkum eplakodda. Súpanarsnapsurin, sum var røst súpan legerað við rót, var eisini ótrúliga lekkur.



Mítt málprát var soljóðandi:
Málið er ein livandi vera, sum veksur og minkar, mennist og fánar alt eftir, um hon fær føði. Hvør er føðin hjá móðurmálinum, nær veksur móðurmálið ?  tá ið vit vinna nýggj máløki, tá ið teldumálið er føroyskt, tá ið matstovumálið er føroyskt, nær minkar og fánar málið? Tá ið tað ikki verður brúkt, tá ið eingin tosar saman, eingin lesur bøkur ella lurtar eftir útvarpinum. Tá ið vit lata maskinurnar tosa á fremmandum málum fyri okkum.

Tað er stuttligt at samanbera mál og mat , ella tekstir og, at síggja  eina máltíð sum ein tekst, eina yrking,  eina samrøðu ella einarøðu. Ein máltíð er sum ein útsøgn:

Mín elskaði, vilt tú uppliva hesa yrking eg havi skapt í ovninum? Ella góða kom og uppliv hetta ævintýr, sum eg havi skapað við hvítleyki, lambskjøti og tomatum. Ella: Kom og tygg teg ígjøgnum hesa greinina um pedagogikk og  vita um tú fært hann at sodna, tí eg havi sett hana í hálsin.
  Kokkar eru í einum skapandi yrki: at gera ein nýggjan rætt er sum at yrkja eina yrking ella skriva eina søgu. .....Tað nýggja trendið í matstovumentanini er kanska meiri at servera heil stutsøgusøvn ella skaldsøgur í senn. Men at skapa er at finna uppá, nýggj orð, nýggjar myndir og samanberingar, nýggjar smakkkombinatiónir. Á internetinum – í eini lýsing - fekk Leif Sørensen  sær ein dagin turt spik afturvið turrum kjøti....whatttt? Ja, hann eksperimenteraði.
Nógvar máltíðir eru tiltiknar, súrepladessertin hjá Evu, sum hon bjóðaði Adami, tann heilaga kvøldmáltíðin t.d. og Babettes gæstebud, kanska ikki so heilt ólíkar máltíðir, máltíðir við sera stórum avleiðingum.

Málið er sum matur. Pápi segði einaferð, tá ið talan var um skaldabrøðurnar úr grannahúsinum Áarstovu, sum so ofta verða samanbornir, at tekstirnir hjá Hans Andreas Djurhuus vóru skerpikjøtið hjá føroyskum børnum, men yrkingarnar hjá Janusi Djurhuus vóru sum bomm og dessert. Og vit vita øll, at vit mega eta kjøt fyri at blíva stór og sterk. Og bomm brenna tenninar.
Men hví er Hann rann sær kátur upp um heyg ella Abbi tín er ríkur turt kjøt? Og hví er  hana sveipti havsins hjómhvíta froða bomm?  Málið....annar brúkar tey føroysku orðini, gerandisdagin hjá børnunum, gerandismálið er bulurin í málinum, hin leitar fram forn orð og fornar bendingar, spennandi og áhugavert, sunnudagsdessert, pynt og undirhald.
Vit hava sum kunnugt 4 smakkir --  pluss umami sjálvandi....málið hevur eisini nógvar smakkir, orð og brigdi. Vit hava 5000 smaksleykir, sensorar á tunguni og matur kann vera beiskur , søtur, súrur, saltur, ræstur.. .....Men nú orðini....tess betur tú dugir málið, tess størri orðatilfar og tess fleiri brigdi tú kennir, tess fleiri sensorar hevur tú.......
Eg var einaferð til eksamiu í enskum máli og ein av uppgávunum var at kommentera nakrar setningar, sum allir søgdu tað sama, teir ljóðaðu so:
My beloved parent has joined the heavenly quoir. (Mín kæri faðir er fluttur í annað ljós.)
My father has passed away. (Pápi er deyður)
The old man has kicked the bucket. (Gamli hevur parkerað tuflurnar).
Upplýsingin er tann sama í øllum trimum setningunum, men tú fært sera ymiskar eykaupplýsingar við teimum valdu orðunum.
Meiningar og orð kunna vera beisk, søt,  hørð og hvøss sum grót, floyalsmjúk sum vellingur, luftkend sum candy floss.

Tað ger ikki tað sama, hvussu vit snakka. Ymsar støður krevja ymiskt málbrúk. Áhugavert kjak var í ALSO í ÚF ein morgunin. Lurtarar høvdu skrivað inn og funnist at, at panelið brúkti so ljót orð, eiðir og illbønir. Og eisini var spurningurin havdur á lofti, um suðuroyingar brúka fleiri illbønir enn norðoyingar, og um fólk, sum eru í útvarpinum skula sleppa at tosa sítt egna heimamál, sjálvt um tað er fult av eiðum og illbønum, og spurningurin um  tey, sum arbeiða í útvarpinum hava aðrar skyldur málsliga enn tey, sum viðtal verður gjørt við.  Sjálv haldi eg, at eiðir og illbønir sjálvandi eru partur av málinum, men skula bert brúkast, tá ið veruliga stendur á. Kjakið er sera viðkomandi, jú eiðir og fremmandorð lita málið, geva tí koloritt. Men um tað verður ov nógv bara helvitis lort ella  cool og lekkirt, og um vit alla tíðina senda smíl og grátmyndir í staðin fyri at brúka orð, so fækka orðini , meðan vit sita og eta somu pizza hvørt kvøld framman fyri skíggjan.

Mítt arbeiði í løtuni er at undirvísa útlendingum í føroyskum, og tað gevur mær unikt innlit í , at móðurmál í Føroyum er ikki bara føroyskt. Næmingar í løtuni umboða Filipsoyggjar, Kambodja, Kina og Hong Kong, Peru, Frankaríki, Russland, Ukreina, Kroatia, Rumenia og Slovakia og Japan og tey læra meg, at føroyskt kann eisini vera fremmandamál ella annað mál, føroyskt sum fremmandamál eigur at verða skipað sum sjálvstøðug lærugrein við krøvum og skikkaðum lærarum. Tað er ótrúligt, hvussu lítið skal til fyri at gera seg forstáiliga: meg síggja hon SMS/eg ikki dáma kjøt, men eisini ótrúligt, hvussu nógv skal til fyri at ogna sær málið fult og heilt.    Eitt annað, sum henda undirvísing, repeterar fyri mær er,  hvussu stórur munur er á talaðum og skrivaðum føroyskum. Næmingarnir lurta eftir talaðum føroyskum og herma, tey duga stuttligar vendingar úr Vágoynni ella av Viðareiði.  Eg vil gjarna læra tey talað mál, men eg má eisini brúka tekstir, og eingir tekstir sum eru á føroyskum eru á føroyskum talumáli.  Nå, so lurta vit eftir útvarpinum, tey tosa, tað má vera  talað mál....men har er avbjóðingin enn størri, vit hava lurtað eftir tíðindasendingum og eftir ALSO, tey forstanda ikki eitt orð. Kringvarpið skuldi sæð hetta sum eina avbjóðing, tey kundu hjálpt til við sendingum til henda bólk av borgarum, sendingar til útlendingar við útlendingum. Ikki bara eina sending har vit útstillað útlendingarar, telja tey og teirra lond og “snakkka” um integratión. Skula kanska lata tey útlendsku sjálvi fáa orðið.


Nógvar máliskur eru, sum brúka smakk sum metaforu fyri kenslur. Øll vita at “feitt” er gott, at vera eddikasúrur er ikki gott, at stroya salt í sárið í fluttari merking er sálarkvøl, eitt uppskot á tingi kann vera soltið og mangla kjøt.
Orðabókin sigur , at ræst norðanfyri í fluttari merking merkir giggut ell gimmut, undir tí tulkingini er hetta vanliga undirlutalæti, sum vit eisini síggja í øðrum orðum, føroyskt er giggut, útlendskt er cool. Tað hevði hóskað betur, um ræst í fluttari merking var: sterkt, kraftugt, stimbrandi, serstakt osfr.
So lat meg enda við eini ræstari yrking, so kunna tit sjálvi avgera um hon er stimbrandi ella pyntilig og dessertkend. Tá ið alt kemur til alt er ein yrking eins og ein máltíð ein subjektiv uppliving.
Yrkingin er orðini hjá okkara prísvinnandi yrkjara úr áttatiárunum. Orðini (1985) eftir Róa Patursson.

Mar 17, 2017

Vika á vári




Leygardag. Vit høvdu Grannakaffi við Gjógv. Takk fái tey sum komu til eina hugnaliga løtu í Hoygarðinum.















Týsdag. Var á Býarbókasavninum í altjóða bindiklubbi, sambinding er eitt stuttligt sigandi navn. Nógvar konur vóru samankomnar. Sonja av Kunningarstovuni og Ingigerð frá Felagnum Tórshavn høvdu framløgur.




Mikudag. Til fimleik saman við hinum gomlu í badmintonhøllini. Var í Havnar bio saman við Turið, vit sóu filmin Manchester by the Sea, ein so sera syrgiligur filmur um familjutragediur og lívslong ólekjandi traumu.

Hósdag. Tær filipinsku høvdu mat við í skúla, sera vælsmakkandi. Várrullur, neytakjøt við rísi, nudlur og høsnarungi og ein kokusgelékaka til dessert.





Skuldi fara til Gøtu til sjónleik, men veðrið leikaði so í, at vit avlýstu túrin.
Fríggjadag var starvfólkdagur hjá kvøldskúlanum. Størsti skúli í landinum savnaði starvsfólk til fyrilestur og døgurða. Stak hugnaligt og gevandi. Fróði og eg.

Mortan og Marius
 Bozena og Bergljót
Inger og Bozena 

Stuttligt at hitta fyrrverandi kollegar og núverandi. Á kvøldskúlanum er einki traditionelt lærararúm, so vit síggjast ikki so ofta. Meðalaldurin millum lærararnar má sigast vera rættiliga høgur, men tað er bara betri. Guðrun, Steingrim og Kári.


Mar 5, 2017

Hvørjar vóru tær?

Ein persónur troðkar seg fram. Tað er ein kvinna í svørtum frakka við belti um miðjuna. Frakkin er ov heitur til hesa ársins tíð, tað mai mánaður, og sólin skínur. Menhon sær ikki heit út, ber høvdið høgt, hárið er jarpt við nátúrligum falli, røkkur niður á herðarnar. Hon gongur við føstum fetum gjøgnum býin, kroppurin er langur og upprættur. Hon gongur gjøgnum býin, at enda steðgar hon við eini hús, úthurðin er blá, ikki nýmálað, men fagurt blá. Konan lyftir høgru hond og skal banka uppá, men so steðgar rørslan, og hondin dettur niður við liðini. Kvinnan bakkar tvey fet burtur frá hurðini, í somu løtu fer hurðin upp, og eitt bleikt kvinnuandlit kemur til sjóndar, hon er so bleik, at holdið rennur saman við ta illdámaðu skjúrtuna, hon er í. Hon stígur eitt fet fram, og samstundis stígur hin svartklædda eitt fet aftur, sum ein pallsettur dansur, nú stígur hin hvíta eitt fet aftur og hin svarta eitt fet fram, meðan hon lyftir høgru hond. .........nú fall teppið, og eg sá ikki meir.

------------------
Hvørjar vóru tær, vóru tær systrar, ella móðir og dóttir, og hvør teirr var so mamman? ella mágkonur, kanska vóru tær par? Spennandi at frætt.