Jun 11, 2015

65 ár

Tað er nokso løgið at skriva sær sjálvari eina føðingardagsheilsan, men tá ið eingin annar ger tað so...nei tvætl!

Nei heilsanin er til mínar vinkonur og javnaldrar Solli og Libby, eisini kendar sum Sólveig og Elisabeth. Vit spældu á Grønlandsvegnum, áðrenn hann nakrantíð var asfalteraður. Vit spældu rundbólt á koyrivegnum, og bara onkuntíð kom ein bilur, so flyttu vit okkum og bíðaðu til hann var farin framvið. Vit spældu "heniover" í garðinum hjá Samuelinu, og vit spældu "omma og abbi" og "krógva og blunda". Sólveig og Elisabeth gingu í klassa saman í kommunuskúlanum, eg og Elisabeth gingu í sunnudagsskúla saman.
Elisabeth og eg høvdu telefon á kømrunum, tað vóru mollyblikk við einum tráð, tráðurin var spentur millum húsini - tað hoyrdist fínt, ella soleiðis minnast vit tað. Einaferð - tað var í 1966 - fóru vit útferð til Gjáar, Tá var ikki sum nú, vit fóru við báti úr Havn norð til Oyrar og so við bussi. Vit búðu hjá abba í Hoygarðinum, har var ikki vesi, men nátthús og einki heitt vatn í krananum. Vit hjálptu abba at hoyggja. Her sæst abbi, Kristjan í Hoygarðinum.


Vit eru avmyndaðar uttan fyri hjá Elisavbeth við soviposa í regnfrakka.


Elisabeth situr og sær romantisk út við tí eyðkenda fjallinum í baksýni. Vit eru báðar í strekkbuksum, sum høvdu eina lykkju at smoyggja undir fótin at halda teimum niðri.
Sólveig og eg búðu saman á kollegium í Danmark í nógv ár, har var gott at vera og gott at spæla í parkini uttanfyri. Á myndini sita Sólveig og Elin, tær hava akkurát sparkað bólt.

 
Og nú eru konurnar skjótt 65 , tær fylla báðar í juli mánað. Nú ein morgunin komu tær á gátt hjá mær, tað var stórt.´


 

TAKK MÍNAR KÆRU GOMLU VINKONUR.
 
 
 

No comments:

Post a Comment