Nov 30, 2014

LITTERERUR JÓLAKALENDARI 1. desember

Útvarpið og sjónvarpið spenna seg út til jóla. Í fleiri vikur hava vit hoyrt lýsingarnar um jólakalendarar til tey stóru og til tey smáu, spennandi. Elin á Rógvu hevur skrivað leik til útvarpið, og tónleikurin er eisini føroyskur, og sjónvarpið sendir ein norskan jólakalendarafilm.

Bloggurin fer at hava eina jólakalendarasøgu. Gita nær hon byrjar! Ja! kollgitt, hon byrjar 1. desember klokkan 00.00

Tað er ein LITTERER JÓLAKALENDARASØGA: FINN SØGUR Í SØGUNI. Í næstan øllum pørtum er ein søga fjald, loysnin til hvønn part kemur dagin eftir, áðrenn næsta part, sjálvandi bara, um nakað svar var at finna.

 

Tá ið Niko fór til Havnar 1

Eina ferð var tað ein genta, sum æt Nikolina, men øll kallaðu hana bara Niko. Hon búði á Viðareiði saman við mammu síni og pápa sínum. Niko var 11 ár og gleddi seg til jóla. Hon ynskti sær grímur og gekkaskortar og sminku og hattar og alt sovorðið , sum mann kann brúka, tá ið mann spælir sjónleik. Tí Niko elskaði at spæla sjónleik, onkuntíð spældi hon saman við øðrum børnum, men hon tímdi eisini væl at spæla einsamøll. So spældi hon fleiri leiklutir sjálv. Einaferð helt mamman, at nógv børn vóru og vitjaðu Niko, tí at hon hoyrdi tey tosa saman í kamarinum. Trý børn, tvey av teimum argaðu tað triðja, tað barnið, sum bleiv argað fór at gráta, og mamman kom inn at ugga og fáa alt í rætt lag, mamman hevði tríggjar sleikipinnar við inn í kamarið. Men tá ið hon kom inn, var Nikolina einsamøll, tað var hon sum argaði, og eisini hon sum lippaði, og mamman gav henni allar sleikipinnarnar. So væl dugdi Niko at gera røddir.

clip_image002

Niko hevði hoyrt í útvarpinum, at ein sjónleikur – ein barnaleikur – var í sjónleikarhúsinum í Havn. Hon spurdi mammu sína, um hon kundi sleppa, men tað var tvørt nei. Leikurin skuldi spælast til jóla, og Niko, sum kundi vera treisk, tá ið tað stakst uppá hana, vildi og skuldi síggja hann. Hon hevði verið í Havn fyrr, hon átti eina ommu í Havn, hana ætlaði hon sær at vitja eisini. Fyrsta desember um morgunin sníkti hon seg frá húsum. Tað var myrkt, men Nikolina hevði lummalykt, og hon var so hyggin, at hon tók eyka battarí við.

 

 

Nov 27, 2014

Damutúr til Reykjavíkar

Magna  og eg fóru til Reykjavíkar, ein vikuskiftistúr at vitja Ingu Rósu. Aðrar damur vóru eisini í flogfarinum, eg skilti, at tær vóru ein bindi/kaffiklubbur.

Tað var gott veður í Reykjavík, so kavadraktin, vøttirnir og pulshosurnar vórðu ikki brúkt. Vit vóru fyrivanar, tí at eg haldi, at tað er altíð so nógvur gjóstur í Reykjavík.

Ná, vit upplivdu nógv og nutu blíðskap. Eg sá ein sjónleik saman við Gudny og ein annan saman við Magnu. Tað var herligt at vera í sjónleikarhúsi saman við tí klóku, livandi, opnu og opinskáraðu Magnu. Tá ið leikur var farin í gongd, og tey høvdu spælt einar 15 minuttir, segði Magna: nær byrjar tað. Eg haldi hon bíðaði eftir wide screen walt disney. So segði eg henni, at hetta var “filmurin” - ordilig fólk, sum spældu eina søgu. Magna fylgdi væl við og hevði stóra gleði av leikinum, her síggja tit hana saman við heimsins sterkastu, tað er handan reyðhærda.

099103

Sjjálvandi vóru vit og svumu og ein túr í húsdýragarðin. Havi so mangan hugsað um tað: hví er ikki ein húsdýragarður í Føroyum?  Við seyði , smálombum og kettlingum? Vit vóru ein túr niðri í fjøruni og so sjálvandi og vitjaðu Gudny. Hjá Ingu Rósu á Sólvallagøtu var deiligt at vera, góð íbúð og professionell passing.

003022031032042060071083085109

Nov 25, 2014

Konan við 1000 gradir eftir Hallgrím Helgason

Eg og Gudny fóru til leikin hann var á pallinum sum eitur Kassin í Tjóðleikhúsinum. Sera spennandi, vit lósu bókina í Bókastevi, og eg helt hana vera so stak góða. Og leikurin var eisini so góður, so hvørt, sum hendingar fóru fram og blivu fortaldar mintist eg tær aftur úr bókini.

P1050047

Pallurin, bilskúrurin, var flottur og brúktur til ymsiskar pallmyndir, gólvið var fjalt undir reyðum bløðum. Har var óruddiligt inni hjá Herru Bjørnsson, ein dungi av kuffertum var líkasum alt innbúgvið - landslagið, seingin var meiri sum ein gamaldags ottoman við koddum og teppum og var bæði stólur og lega.

P1050052

Herbjørg ( Guðrún Snæfríður Gísladóttir) er tann, sum fortelur søguna, og hon er á pallinum alla tíðina. Men so koma aðrir leikarar og spæla søguna, sum Herra er komin til í síni frásøgn. Stóran leiklut hevur Elma Stefania Ágústsdóttir, sum tann unga Herbjørg, bæði tá ið hon er í Danmark og hevur tilhald í Silvurgøtu, tá ið verður latin einsamøll eftir og send til Frísalands, og tá ið hon seinni kemur í hóslag við …var tað polakkar. Eisini óunniligar hendingar, sum henni eru fyri, verða vístar. Tann syrgiliga hendingin, tá ið hon misti dóttrina Blómey í meiningsleysari vanlukku í Bayres (Buenos Aires), var hjartaskerandi fortald. Gentan var bara tvey ár.

P1050054

Hon leggur ikki fingrarnar ímillum, Herbjørg, og skemtið í bókini er í góðum hondum hjá hesi leikkonu, harðmælt  og speisk letur hon rapa niður yvir samfelag, son og sonarkonu. Og handgrantin er til taks enn, og vit síggja, tá ið tann unga Herra fær hana frá pápa sínum, nasistinum. Herra fer úr verðini við einum stórum bresti og ljósum loga, sera dramatiskt, eins og hennara lív var drama.

Fult hús og stórur fagnaður.

Nov 19, 2014

Jórunn Dánialsdóttir í Smiðjuni í Lítluvík 28 nov. til 2. des.

Tá ið vit búðu niðri í sjeytiárunum, gekk Jórunn í handarbeiðsskúla, hon lærdi alt handarbeiði frá grundini, og í bindiklubbinum var altíð okkurt forvitnisligt at síggja frá hennara hond. Seinni er Jórunn farin meiri tann listarliga vegin, men enn eru tær gomlu dygdirnar í hásæti. Tað er kelað fyri hvørjum kodda, bakið er næstan líka fínt sum framsíðan, kviltað og stikkað við ælabogatrillitráð.

jórunn framsýnig 026

 

Og keypir tú eina húgvu ella annað frá Jórunn, so er tað unikt. Ikki sum hinaferð mamma skuldi í veitslu við onkrari skúlanevnd og frk. Cohr var í sama slag kjóla sum mamma! Báðar vóru nakað stuttar og rundar, kjólin var lilla,, eg minnist kjólan, men mamma segði, at hon fór ikki úr frakkanum alt kvøldið. Tað man tó kortini vera ein søga…..sita til borðs í frakka? …neyvan, í hvussu er ikki, um tað var døgurðaborð.

Ná, aftur til Jórun.jórunn framsýnig 027 Hon hevur eisini myndir við á framsýningini, fínligar myndir, summar við nátúrmotivi, aðrar meiri abstraktar. Hopleyst at fotografera ígjøgnum glasið, allar eru innrammaðar av einslistum.

jórunn framsýnig 034jórunn framsýnig 039

jórunn framsýnig 014jórunn framsýnig 029jórunn framsýnig 030

Nov 18, 2014

´Bókarframløga: Vísur og kvæðir til brúðardans

Ein stak hugnalig løta í gamla bókhandli. Hallgir beyð vælkomin, Hanus sang vísuløg og lærdi okkum lagið til brúðarvísuna Kærleikans stund. Jónleif talaði um brúðardansins tign og atburð dansara í brúðardansi, og Rasmus segði nøkur orð um arbeiðið við bókini.

003

So var dansur inni í kunningarstovuni, kvøðin vórðu nøkur ørindi úrr hvørjari av vísunum í bókini. Eitt nýtt í hesum heftinum er, at Bøhmerlandsdronningen er sloppin upp í part.

At hugsa sær, at tann danska brúðarvísan er frá 1632! Munna hesar nýggju eisini fara at verða sungnar í 2400 ?

jórunn framsýnig 006

Nov 16, 2014

Ráðstevna

Landsfelag pensionista helt 3., árið á rað ráðstevnu um viðurskifti teirra eldru. Eins og í fjør var ráðstevnan á skúlaheiminum við Marknagilsvegin. Ein slík rúgva av fólki, nógvir pensionistar, men eisini yngri fólk umboðandi feløg og politikarar.

 

pensionista 025

Tvær framløgur fyri døgurða og tvær aftaná frikadellurnar. Arne Thorsteinson beyð vælkomin, Annika Olsen setti dagin og Jón Brian Vidtfeld var orðstýrari. Eg hoyrdi framløguna hjá Eyðuni Christiansen, umboði fyri Kommunufelagið og Signari Dam, sum er 78 ár og enn arbeiðir fulla tíð sum kommunulækni. Á myndini niðanfyri sæst Eyðun saman við Einu, formanni í ergoterapeutfelagnum.

pensionista 032

Eyðun greiddi frá, hvussu mann hugsar sær, at viðurskiftini verða hjá teimum eldru, eftir at kommunurnar (tey 7 samstarvsøkini) hava yvirtikið økið. Eyðun vísti á, at hóast stóran vøkstur í útreiðslum tykjast tænasturnar ikki at fylgja víð. Heimatænastan fær nógv minni part lutfalsliga enn røktarheimini, sum eru sera dýr. Vónin er, at tilfeingi verður “meiri skynsamliga” brúkt…ábyrgd og fígging fylgjast, samstarv og sjálvsavgerðarrættur…nógv føgur orð vórðu havd á lofti. Eftir hvørja framløgu var biðið um spurningar og viðmerkingar. Ikki øll halda, at tað verður alt so fínt eftir 1. januar. Daprar demografiskar framskrivingar, sum vit hava sæð tey seinni árini, og tað , at gomul rinda ikki skatt – síðan pensiónir eru forskattaðar – og tí verða enn meira óynskt sum borgarar, settu ein dempara á fundin. Men tíbetur var onkur viðmerkjari, sum dugdi at vera meiri skemtingarsamur.

pensionista 031

Signar Dam og Finnur Johansen vóru ikki samdir um hetta hugtakið “sum longst í egnum heimi” – eitt mantra sum partvíst er blivið brúkt av politikarum fyri at spara: tað er bíligari at hava fólk heima (við lítlari og ongari heimahjálp) enn á ellis- ella røktarheimi. Ein viðmerkjari helt, at um talan var um “sum longst í egnaðum heimi”, so var tað fínt, men um teir blíva við at skerja heimahjálpina, so verður sjálvandi brúk fyri fleiri røktarheimsplássum.

pensionista 033

Minnast tit regnhetturnar? Úr heilt tunnum plasti, at brúka bæði uttan á hatti ella turriklæði, til at halda hattinum ella bara um hárið. Hendan lá á gólvinum í garderobuni, ein heilsan frá einari gamlari konu, kanska hon hevur altíð brúkt regnhettu? frá ungdómsdøgum í 50unum.

Nov 13, 2014

Dugnaloysi til hin arv

 

10393950_837045166347717_5389883550233189828_n

Háskúlin hevur verið nevndur í útvarpi Føroya nú í fleiri dagar á rað. Tóta Árnadóttir hevur svarað sáttliga, at tað ber til at seta spannir undir lekar. MMR Kalsø hevurð vitjað skúlan og sæð eina tekju sum lekur sum eitt sáld og høli, sum rópa eftir ábótum. Tey hava sagt honum, hvat Landsverk metir skal til til at bøta um Føroya fólkaháskúla, skúlan sum fyrstur undirvísti í føroyskum, skúlan sum fyrstur beyð føroyingum undirvísing og kunning um teirra egna land og umhvørvi á føroyskum.

560213_837044179681149_7433324577471337388_n

Í dag var eg úti á Háskúlanum við næmingum, stjórin var blíður og vísti okkum runt. Hann segði, at hann mátti fara at flyta Mikines málningin av Símuni av Skarði, so at hann ikki forferst, har hann hongur í lekabygninginum. Eg hugsi, at hetta mál hevur skund!

10421115_837044499681117_8989900024774064753_n

 

 

….sum vit ervdu fedrum av…..

Nov 9, 2014

Sandoyggin – ein oyggj at njóta

051

Vakstrarætlanin fyri Sandoy við Katrin Petersen á odda skipaði fyri ráðstevnu á Deplinum í Skálavík í gjár. Eg var ikki til sjálva ráðstevnuna, men var í Skálavík og forvitnaðist, og so var eg til Heystgildi um kvøldið. Nógv fólk, nógv væl nøgd fólk.

057063

Skráin sá bæði spennandi og fjølbroytt út. Katrin tykist vera júst rætti persónurin til hetta, fryntlig og góða útvarpsrødd, ikki so hátíðarlig, sum mong gerast, tá ið tey fáa alment starv.

053

Depilin tykist væl hóskandi til slíkt tiltak, góð høli og góður køkur. Básar vóru settir upp við alskyns vørum, sum eru framleiddar í Sandoynni og í Skúvoy. Eg keypti mær tarvalivurpostei, helt tað ljóðaði so deiliga potent, og hon smakkaði væl. Eg smakkaði eisini grindafrikadellur, smakkaði væl.

Matur, grót og bundnir lutir. Mær dámdi so serliga vær uggafuglarnar hjá Súsan. Nátúrunnar egnu formar, mær rann í hug yrkingin hjá Karsteni Hoydal: Fuglin teir høvdu í huga, teir sum bátasmíð hava dugað. Fullkomnir formar ganga aftur í fullkomnum verum og lutum. ´068

076070

 

073074

Heystgildið byrjaði niðri á Møl inni í handlinum. Vit fingu hvør sína øl, eg valdi mær Ydun, men var ikki imponerað, helt hon smakkaði nakað vatnut.

108106

Síðani hevði Jens Dalsgaard nøkur orð um Mølahandilin, nakað um abba sín Valdemar og pápan Viggo, tað var sera áhugavert, og eitt fínt hugskot at lata okkum fáa nakað av søgu eisini niður undir døgurðan. Síðani var høvi at skoða tann gamla handilin, sum stendur sum eitt museum. Vónandi fer Skálavíkar bygdaráð at duga at gagnýta møguleikarnar niðri á Møl til museum og pub ella annað.

111112

Síðani var kyndlagonga niðan á Depilin, har Leif bíðaði við eini listarligari matskrá.

Vit fingu tríggjar brellbitar, forrætt, høvuðsrætt og omaná. Eg minnist ikki alt, sum Leif roknaði upp (matskráin kundi verið prentað á sangblaðið), men høvuðsrætturin var bógvur við ræstari sós, also feskt kjøt við ræstari sós, sera pikant, og tað smakkaði so ótrúliga væl, eisini forrætturin, sum var morlaður saltfiskur í eplamorli var sera góður.

Fríðhild veit nógvar søgur, og undirspæl var til sangirnar, men hølið hevur kanska ikki so góðan akustikk, viðhvørt gekk minni væl við sanginum.

P1040789

Vit kunna saktans gleða okkum til eplafestivalin komandi ár! Vóni, at eplaprent verður á skránni eisini.