May 31, 2013

Frida farin

Vit fylgdu Fridu til gravar í gjár. Ein so praktfullur dagur, tað er sjáldan, at einki lot er í kirkjugarðinum í Havn, men í gjár var stilt. Frida var partur av mínum lívi. Frida búði í Leivsgøtu, har ið eg vaks upp, tey bygdu hús í 1950, og eg varð fødd í 50, sama ár, sum mamma og pápi keyptu hús í Leivsgøtu.

Herbert - Dópur-9054
Herbert 4 ár 025

Frida var 95 ár, nú ið hon legði eyguni saman, tað er ikki øllum unt at slíta so høgan aldur. Sum ein av morgunfrúunum, var hon og svam í  svimjihylinum heilt til ellisár, hon kavaði av vippuni til hon var 92. Frida var lívlig og prátingarsom og familjukær fram um alt. Hon bjóðaði til døgurða alla tíðina, og børn og barnabørn nutu gott av hennara blíðskapi alt árið í ring.031
Tað var vakurt at síggja teir ungu menninar, sum bóru ommu sína tey seinastu fetini her á fold.035

May 30, 2013

á morgun skín maisól, það er maisólin hans

Ja, kanska í morgin eisini, men í dag og í gjár. Ein herligur morgun, próvtøkuaftan. Sóljur í royðugrøvum vaða, hevja síni høvur, so føgur, breiða út hvørt blað, ogtey lítlu mæ, eru nú so glað…020022

Og so gleði eg meg til framsýningina í NLH. Okkurt nýtt.

012014

Og so má eg vísa tykkum, hvussu hugnaligt tað var í vesturskininum í gjár Smiley og MESSI, tá ið hann fór í barnagarð í morgun.

003005009

024

May 28, 2013

Konan við 1000 stig

On my mind (sum tað stendur á FB): Man okkara miðlanýtsla, telefonir við interneti, teldlar og fyrst og fremst FB vera ein atvold til, at skaldsøgur brúka privatar persónar og privat lív meiri og meiri? Vit eru so von við, at tað privata verður penslað út á internetinum, at vit kunnu tað sama skriva eina skaldsøgu um tað?
001
Henda søgan er um Herbjørg Mariu Bjørnson, sum er abbadóttir fyrsta forseta Íslands, Svein Bjørnson. Bæði forsetin og danska kona hansara verða nevnd við sínum veruligu nøvnum eins og sonurin Hans Henrik, sum var nasistur og bardist í týska herinum undir krígnum. Á internetinum síggi eg, at rithøvundurin Hallgrímur Helgason hevur tosað við konuna sjálva og brúkt hennara frásøgn í hesum marglitta teppi av søgum.
BYGGING: Gomul kona sigur frá. Hon liggur í seingini í bilhúsi. Øll søgan er endurminningar hennara. Kapitlarnir hava árstøl sum yvirskrift. Flestu kapitlar eru sjálvstøðugar søgur t.d.:
--  Herra hjá póllendinginum Marek, tey búgva saman eina tíð, so varnast hann nazimerki á armi hennara, og hon verður neyðtikin.
-- Herra verður forelskað í nazi yvirmanni, hann yrkir, hann verður skotin.
-- Herra og pápin í Argentina, búgva og arbeiða hjá eini familju. Herra fær eina dóttir (við einum deyvstummum útskoti, sum hon fær tokka til), og hetta kemur heilt upp á tvørs í einum arvastríði.
-- Søgan um ferð íslendska sendimansins til kong at boða frá, at Ísland tekur sær sjálvstýri.
Høvuðspersónurin verður kallað Herra, eitt maskulint orð, sum kanska speglar hennara sinni og kyniska hugburð til alt her í lívinum. Hennara upplivingar undir krígnum hava sett djúp spor. Hennara kærasta ogn er ein granat, sum hon hevur til sín doyggjandi dag, og sum hon doyr við í føvninginum. Tað er hjartað í pápa hennara, tí ólukkuliga nasistinum, sum doyði, áðrenn hann fór í kríggj.

MYNDAMÁL: Tað stuttligasta við bókini er myndamálið og nýyrðini, sum høvundurin setur saman. Eg las bókina á íslendskum, men eg skilji, at danska týðingin skal vera so frálík.
Hon er fødd í 1929 í oyggjaríkinum í Breiðafirði, Svefneyjar, óteljandi á flóð og óforteljandi á fjøru. Tær fylgja henni í øllum mótburði, oyggjarnar, t.d.  tá ið hon hevur tað ringast: “…lá þar fløt í hillu og taldi Svefneyjar, með skerjum og løndum, og lét hjartaslag fylgja hverri þeira.” Einaferð er hon á oynni Amrun í Frísalandi, og har kennir oyggjabúgvin seg heima. Ísland er oyggj, Herra missir sín moydóm, men Ísland missir ikki sín oydóm, tí at Ísland er so langt burturi og so kalt, at neyðtøkumenninir mega lúta.  Hvør løta, sum vit minnast, er ein oyggj í tíðarinnar havi, og um Breiðafjørður er mítt lív, eru oyggjarnar teir dagar, eg minnist, men á fjøru síggjast aðrar oyggjar og sker, tað er dulvitið. Teldan er mín modernaði páhangsmotorur. Fyrr var lívið sum ein vælsmakkandi 16 faldað samloka, men nú er flísin bara sum eitt tunt plastikk.
Orðið sjálvsystir er eisini eitt stuttligt orð, tað er Herra sum gomul, sum sær seg sjálva sum barn.
EVNI. Tøgnmentan. Harra Tøgn Tagnarson ræður í Íslandi, og ein grund er, at íslendingar hava einaferð í fyrndini lovað hinum norðurlandatjóðum, at teir skuldu goyma tungumálið fyri teir, meðan teir fjasaðu við týskarar og fransar. Og slíkt, sum mann goymir fyri onnur, nertir ein ikki sjálvur. Men hinir dekansettir hildu ikki avtaluna, komu bara og vildu gera Ísland til hjáland og noyða teir at tosa sín útvatnaða variant av gullinum.
TJÓÐSKAPUR: At vera íslendingur er ein sjúka (127); íslendskt summar er krím, gentan verður happað í donskum skúla, tí at hon er íslendsk. Danskur samleiki verður sera speiliga viðgjørdur og miniature legoland, tann lítli dunnungin og den lille havfrue verða tikin sum dømi. Men íslendsk tjóðareykenni, sum til dømis flaggið verða eisini sera niðrandi umtalað (318);  Málsliga støðan í Frísalandi elvir hugleiðingar um írar, bretonar og baskar, sum eisini hava upplivað málsliga kúging.
KYNSPROBLEMATIKKUR: 217,227 - Stuttligari at vera maður; konur verða altíð, allar neyðtiknar  “...Í hløðum, á hløðum, í lautum, í leitum, á heiðum., í stofu, í verbúð, í skemmu, á balli, í skógi, á skipi, í kastala, koti, garði og aldingarði..” Tá ið kríggið er av, byrjar kríggið hjá konufólkunum. Hjartanemandi er søgan um Gunnu, sum helt seg hava drong í næstu bygd og ringir til hansara via radiotelefon, og øll lurta, tá ið hann sigur “…eg havi fingið gentu”, hon svarar “Eg veit, tað er eg”…”Nei, nei eg meini eg havi fingið eina nýggja damu.”  Bæði Gunna og drongurin eru skerd mentalt.
Men Herra, sum hevði viljað itið Dana, hevur tíðliga fingið góð ráð frá gamlari konu í Keypmannahavn: “þú skalt vera Dana þegar þú þarft”. Herra vaknar kynsliga á 13 ára aldri, og hevur eina deiliga uppliving við einum kusti á einum almennum vesi. Hetta brot er ótrúliga væl skrivað, frekt og stuttligt. Tá ið hon kemur út aftur, er hon vorðin norna, heks. Hon sær eina konu við einum kusti: “Fyrir utan stóð ellinorn á bláum slopp með frygðarvønd í hendi, sinn besta vin í hálfa øld. Og skildi ég nú hvers vegna karlmenn høvðu gert úr þeim nornir sem tóku kústinn fram yfir kát þeira…En ég var aldrei falleg, yndisleg kona. það var ég ekki. Nei, nei. Ég var norn.”
Tað er ein maður, sum hevur skrivað bókina, kanska er tað tí, at Herra er so “ókvinnulig”, eisini hóast hon hevur feministisk sjónarmið. Hon hevur eitt sera løgið samband við síni børn og barnabørn. Á onkran hátt kemur tú ikki undir húðina á henni, men Herra er sjálvandi bara, sum hon er.
Bókarheitið sipar til hitan í krematoriuovninum, har Herra hevur biðið sær tíð 14. desember. Eisini sigur Herra, kærleiki ella kenslur verða mátaðar í stigum.
Bókin er góð.

May 26, 2013

Við Heðin Brú eftir Ovaraveg.

Laura og Páll eru ferðaleiðarar okkara henda túr úr Skálavík til Sands eftir gomlu bygdargøtuni. Laura sigur frá tí, Heðin Brú sigur í prosastykkinum “Ovari vegur” í Búravninum. Vit byrja við Tálgargil. Steðga so á við ymsi pláss, sum Heðin Brú nevnir, eitt nú Ketilgróvsheyggj.

 

028

Vit sita undir Ketilgróvsheyggi, har ein ketil fullur av gulli liggur fjaldur, men oman á liggur ein eldspýtandi ormur og verjir. Og Páll stendur í sínum mæti á heygnum og lítur yvir hagan.

038

040

Tifaldará er mark millum Skálavík og Sand, og Konfirmantsteinurin er eitt hav, sum lestrarbørnini høvdu til roysni at lyfta, men Heðin Brúsa eg-persónur kláraði ikki at lyfta tað og hevði næstan ætlað sær at rýma til Amerika saman við tveimum øðrum, sum heldur ikki kláraðu tað - til at sleppa undan skommini

048

045050055

Tá ið vit komu til Sands var kaffi og pannukakur við mølheyggjarnar. Ein so herligur túrur, og eitt so fínt hugskot. Hetta er nakað, sum ‘visit’stovurnar skuldu gjørt meiri av. Varðaranir eru stak illa farnir har á leið, og Visitsandoy hevur eina stóra uppgávu at røkja har, kanska ‘ung í arbeiði’ ella skótarnir kundu gjørt okkurt. OG tað skal helst gerast, meðan onkur enn livir, sum veit , hvar gøtan er.

May 25, 2013

Liturmálið 44 ár

009
Í dag fyri 44 árum síðani bleiv eg gift. Vit giftust á politistøðini í Havn í Jónas Broncksgøtu. Aftaná var drekkamunnur í Leivsgøtu. Eg gekk í 2. g, og Sólrun var eitt hálvt ára gomul. Seks ár seinni flutti Jákup út úr íbúðini á Sólbakkanum, men liturmálið bleiv verandi.
Vit fingu liturmálið í brúðargávu frá Marin og Selmu, tað eru fáir lutir í køkinum, sum hava fylgt mær so leingi. Nógv hevur verið mátað og skonkt úr hasum ílati, saft, mjólk, vatn, blóð, vín. Liturvís av sólskini og góðum døgum, men eisini hektolitrar av frustrasjónum og vónbroti.
Á Gørðunum í Klaksvík seinast í 60unum  var altíð nógv fólk í húsi, Magna giftist og fekk børn, Selma fekk Manju og Marianna og Amariel vóru par tíðliga og fingu Mayfinn. Vit arbeiddu øll hjá Kjølbro, og døgurðin var ofta bollar av bollafabrikkini ella knetti av knettavirkinum. Kristianna stýrdi øllum við mildari hond, tað var fátt, sum ikki kundi lekjast við temunni og nýbakaðum bollum við heimagjørdum súltutoyi frá vermammu mínari í Klaksvík.
Hetta rustfría stálið forgongur ikki, so eg vænti at brúka liturmálið í 44 ár afturat. Nógvir litrar av minnum, sum nú blandast við seinni minnum, vit brúka enn saft, mjólk, vatn og blóð.
008

May 20, 2013

Hvítusunnusólargjáardagur

Hvítusunnudagur í ár var ein útferðardagur burturav. Turið og Hallur og børnini gingu til Kirkjubøar. Inga Rósa Turið og eg koyrdu norðureftir, á vegnum fóru vit at vitja Elsu í Funningi.

016024

025

047

048

Húsini hjá henni eru blivin super hugnalig, í takinum er eitt takvindeyga, sum letist upp soleiðis, at tú sleppur heilt út sum á eina altan næstan. Elsa dugir væl at nýta plássið, sum er. Í Funningi eru urtagarðarnir komnir ordiliga fyri seg í ár. Og við Gjógv var rivieradámur.

051055059

Á veg suðuraftur fór eg í brúðarhús hjá Súsonnu, har var herligur nátturði og kakur omaná. Turið og Inga Rósa blivu settar av í Streymnesi og fóru til gongu til Havnar, eg tók tær upp tveir tímar seinni við landsfjósið.

May 18, 2013

Blessing in disguise ??

Allur heimurin hevur brúk fyri fiski, allur heimurin hevur brúk fyri proteinum. Eisini sildin er ein virðismikil vøra. Vit finna bara aðrar marknaðir. Sigur Vestergaard.

images

Kanska fara føroyingar nú at hyggja alla havsbrúnna runt? Nú ið ES, og Danmark er í ES, steingir allar dyr? Kanska føroyingar fara at skapa sær samband við onkran annan, kanska vit vera meiri sjálvstøðug av tí, nú ið vit verða noydd úr grulvigarðinum?

Kanska eitt fjaltimages2

imagesCA70I713 vælsignilsi.

May 17, 2013

Seinasti skúladagur

Festligt í Hoydølum í dag, morgunmatur til øll, kabarett og filmar í samkomuhøllini og so ….hvør skal upp í hvørjum, tann spennandi løtan.
013
Tór Marni hevði latið seg í sloyfuna í morgun. Hóskandi búni at hátíðarhalda, at hann skal upp í enskum 31.mai!
015
Dreingirnir í hástigsflokkinum sungu ein sang úr Hobbanum fyri mær í morgun.
021
024
Kabarettin var góð, tey høvdu fyrireikað seg, spældu sínar leiklutir, høvdu góð pallskifti, og alt gekk væl. Endaflokkarnir høvdu eisini gjørt fleiri filmar, og tey duga so væl at nýta tøknina.Tað var næstan sum í ‘gomlum døgum’ - tá alt var so gott, tú sat og kendi teg sjálva og tínar starvsfelagar aftur á pallinum - eitt gongulag eitt tosingarlag, keipulist, sonn løtulist. Lærarar og næmingar fingu sín part av spotti og spei, einki var tó ærumeiðandi. Spell, at samkomuhøllin er ov lítil til øll.
20130507Kabaret

Seinasti tími í 11x

012
Hvat kann vera meiri lívsjáttandi enn ein stova full av ungdómi, sum etur pannukakur og toast. Tað var deiligt at hava tey inni, tey flentu og prátaðu alla tíðina. Summi høvdu verið og svomið á sjónum, summi høvdu trenað at gingið á hondum. Tað hava verið tvey góð ár. Við Animal Farm, Crucible og London tema og ymsum øðrum. Tey komu við eini orkidé og einum fittum korti.
010
Eg takki fyri, tað eru slílkir flokkar, sum gera tað stuttligt at vera lærari. Seti her nakrar myndir, sum eru tiknar fyri jól, í gjár tók eg ikki myndir, eg bakaði pannukakur í liturvís.
006007009014015020026028

May 16, 2013

Dr. Jekyll and Mr. Hyde (1886)

Klassikarin hjá R.L.Stevenson var ársins síðsta bók. Høvuðstemað fingu vit til at vera ‘leita eftir javnvág millum tað góða og tað ónda’, sum finst í hvørjum menniskja – tað ónda, sum eg ikki vil, tað geri eg.
013
Tann parturin av tær, sum verður dyrkaður og trenaður, verður sjálvandi styrktur. Einki konufólk er í bókini (uttan gentan, sum verður traðkað og arbeiðskonan, sum sær morðið), høvuðspersónarnir eru allir menn, og teir eru vinmenn, hugna sær saman, drekka vín saman til seint á kvøldi. Eingin beinleiðis tilsiping er til kynslív ella kynsliga girnd, men harra Hyde fær tíðina at ganga í Soho millum heilt annað fólk enn teir vælpoleraðu akademikaravinmenninar, og líkindi eru til, at Dr. Jekyll hevur burturskotraða girnd eftir sambandi við menn. Slíkur hugur er tabu í dag, hvat tá í 1886.
011
Stættarmentan og heiðurligur atburður er sera umráðandi partur av lívinum hjá enskum gentilmanni, og hamskiftið vísir, at Dr. Jekyll er ‘niðurfarin til heljar’ sum harra Hyde bæði í stætt og heiður.
008
Hesin freudski tvískinningur, sum verður lýstur langt áðrenn Freud, er jú vanligur okkara millum, tak t.d. ein alkoholikara, sum kann skifta persónsmensku totalt, bókin minti okkum eisini á “Du forsvinder”, sum er um ein mann við heilaskaða, sum eisini broytist totalt.
007
Sum altíð eitt deiligt kvøld. Vit tosaðu um mangt annað, filmar og leikir, sum vit hava sæð síðani seinast. Onkur hevði sæð Annu Kareninu í Havnar bio, onkur Myrkursins børn og onkur Regn. Vit senda Gunnvør og Bergljót M. eina heilsan. Síggjast!