Jan 31, 2013

Babylon – soleiðis skal ein søga sigast!

022
Var í sjónleikarhúsinum í dag, Herbert og Magna og Turið eisini. Tað má eg siga, Helena Fríðheim hevur fingið ein fínan leik burtur úr Hans Andriasa sangi ella sangum, tí har var farvegur eftir øðrum sangum enn “Kongaríkið í Babylon”. Helena greidi frá, at í Estlandi brúka tey stóran pall og stórar dukkur til dukkuleik, hesin pallurin var eisini stórur, og leiktjøldini vístu akkurát Fjallafonn og Babylon, og drongurin róði allan vegin til Babylon.

025Tað var so fínt. Magnu (næstan 2) dámdi ikki so væl, tá ið hvalirnir gjørdu seg inn á bátin, og hon prátaði enn um ‘stóran fisk’, tá ið vit komu heim, vónandi fær hon ikki marruna í kvøld av bóghvítuhvalunum.

Søgnin um risan og kellingina var eisini sloppin upp í part. Helena hevur gjørt leikin til eina bæði undirhaldandi og læruríka søgu. Á atgongumerkinum er arbeiðsspurningar til børnini, man vera ein góð hjálp og inspiratión hjá barnagørðum og forskúla. Røddir og dukkuførarar vóru Helena, Birita, Kristianna og Eyðrit,
030
Gott Helena!

Mmmm! Baresso

Kakao, namminamm, eg dugi at súgva.

016

Bíða nú, hatta var ikki eitt súgvirør.

017

Nei, tað man vera longst sum best at brúka tann gamla mátan!

019

Jan 29, 2013

Fish’n Feed

Hevði hoyrt um hesa løgnu viðgerð, og so fingu eg og Turið hvør sítt gávukort til fiskabað, ella til at bjóða fiski út at eta. Tað var sjáldsamt má eg siga, tað kitlar bara eitt sindur í fótinum, tá ið fiskurin nippar. Men nokso markbrótandi, ólekkurt hjá fiskinum, men sjálvandi, um tað er teirra natúr, so teir um tað. Føtur sum heild eru kanska nokso forsømt og tabukent øki á okkara likami, teir skula bara vera har og gera sítt arbeiði, stappaðir í sokkar og skógvar ella stivlar, ofta trongar.
002
Vit fingu góða móttøku og góða tænastu. Og føturnir fingu gott av umganginum í akvarium.
013
018019

Jan 28, 2013

75,5

Hugdi eftir hondbólti í gjár, beit merki í, at nógvir hondbóltspælarar – stórir vøddamiklir menn – viga minni enn eg, ella í hvussu er nógv minni enn eg vigaði stutt síðani. Spell, at teir mistu alt í finaludystinum. Men silvur er eisini flott.
Úss, úss, grundin til at tað gongur so striltið summar vikur er júst handa dessertin hvørt kvøld: ‘gloymt’ at máta jogurtina, brúkt kakao hvørt kvøld, kakao er ‘ekstra’, tú eigur eitt ávíst tal av ‘ekstrum’ hvørja viku, og so tann nógva fruktin, tað eru 4 fruktir um dagin, nichts weiter!! Og osturin, gloym ikki hann, tú mást ikki eta ost hvønn morgun, men 4 ferðir um vikuna….maður! hetta er so fløkt!! enfin! ikki dessert hvørt kvøld! Havi havt eitt álvarsprát við mín vektor, nei vektmentor.

Nú hevur hetta vart síðani 10 sept, byrjar at vera trivielt, hugsi, at blogglesarar eru troyttir av at fáa rapport hvønn mánamorgun, so nú er well, komi aftur við nýggjum vekttíðindum um ein mánað! Men tá skal eisini vera stutt á mál! Smiley Hatta pettið omanfyri líningina…tjaaa, hvat skal mann siga…mann kann siga: anda inn, tá ið myndin verður tikin! UPS!  tað haldi eg eg gjørdi, so hatta er incl. anda inn….006

Jan 26, 2013

Kyndilsmessudansur í Haraldsundi

Vit fóru úr Havn við bussi kl. hálvgun níggju, vit vóru nógv, formaðurin var bilstjóri og Bjarni var blíður har á fremsta stóli, tá ið tú komst inn.
010
Tá ið vit komu norð, var dansurin byrjaður, og tað var hin altíð aktuelli Jákup á Møn, sum rungaði. Nógv fólk var í dansi, trý feløg (Tøkum lætt, Norðsteymoyar- og Eysturoyar-) komu langvegis frá, og fólk úr øllum landinum vóru samankomin. Tað er so stuttligt at hoyra skiparar , sum tú sjáldan hoyrir, og har vóru nógvir góðir skiparar. Ormurin langi fór brúsandi avstað, honum á baki sigldi Vaagen í ódnarveðri, og Leirvíkspáll fekk okkum øll at smílast til hvørt annað, merkilig søga, serstakliga nógvar frásagnir um mat, ikki altíð líka leskiligan Smiley 013
Men maturin í bygdarhúsinum í Haraldsundi var leskiligur. Takk fyri eitt frálíkt kvøld.

Jan 25, 2013

Kvøldarbeiði

 

Eitt kvøldið fóru vit eftir hesum feska í boksini. Tað er bara nokso kiksað at seyma rullupylsur, tá ið helvtin av húsfólkinum ikki leskar tær. Men eg havi fingið mær upp á breyð bæði í dag og í gjár, tað fer nokk at síggjast á vektini mánadagin.

Smakkar deiligt, Turið gjørdi eisini tvær rullupylsur við karry. 007001

Jan 23, 2013

Arne farin

Eg minnist nógv gott um Arna. Hann var ein fínur keypmaður at hava, kundarøktin var í topp. Altíð hevði hann nógv at gera, men kortini gav hann sær stundir at heilsa upp á fólk. Nú er viðvent, fólkini í handlinum sita og keða seg við eini telefon ella tyggja tyggigummi og hyggja út gjøgnum vindeygað og svara tær neyvan , um tú biður góðan dag. Ja, ja eg veit grumpy old women. Men Arne.. einaferð hevði eg gloymt at keypt kjøt, og tað skuldi steikjast dagin eftir, og klokkan var farin av hálgvun seks, so ringdi eg til Arna og bað hann taka tað úr frystiboksini fyri meg, og voila, keypti tað tiðnað dagin eftir.
IMG_3215[1]
Eg minnist, tá ið Hjørdis og Jóhannes, foreldrini hjá Arna, høvdu handilin. Úti í Grønlandi vóru tveir handlar. tá ið eg vaks upp í fimmtiárunum, hjá Sigurð og hjá Andreassen, og so keyptu summi í ‘Bruksini’, hjá Elisabeth og teimum áttu tey bruksusaft, tað var pulvur til at loysa upp í vatni, tað smakkaði himmalskt.  Vit keyptu fast hjá Sigurð, men eg minnist væl skivuna og kassaapparatið hjá Andreassen. Og Hjørdis gekk har innan fyri skivuna, so trygg í síni verð. Og handilin hjá Sigurð flutti, og Arne fór at byggja út og modernisera, tað vóru spennandi tíðir, alt blómaði og vaks.
Tá ið Arne fekk blóðpropp fyri nøkrum árum síðani, sást rættiliga hvat tæri var í honum, hann trenaði og trenaði, hann skemtað, hóast hann fekk illa tosað, og so fór hann at koyra bil aftur. Tað var fantastiskt at síggja, og eg sum vera man hugsaði um Hans Marius, sum ikki hevði sama vitalitet og somu orku.
Tað var ein hátíðarlig løta í Ebenezer, tónleikarar úr Musikkskúlanum spældu og Kapnas spældi violibsolo, dupultkvartettin sang eisini.
Friður við minninum um Arna.

Jan 21, 2013

Maturin í viku 3–77,1 :(

Mín skrá eitur DDV skráin, De danske vægtvogtere, ikki tað sama sum Vægtvogterne. Tú hevur eina ávísa nøgd, tú skal eta hvønn dag. (Myndirnar eru bara partvíst tiknar hesa vikuna).

Morgun: breyð 30gr. ella súpimat  30gr + eina frukt

Middagur: breyð 30 gr.+ 70-120 gr. av kjøti ella fiski + 200 gr av grønum

Kvøld: 100-170 gr. av kjøti ella fiski+200 gr. av grønum, kanska epli ella rís  100gr (men so telur tað sum ein frukt)

Hvønn dag: 4 fruktir/ 5 gr. av feitti/ 2,5 dl. av soltnari mjólk ella mjólkaúrdrátti

Mánadag: kl. 8 knekkbreyð 30 gr. + 25 gr. av osti+ frukt

2000.03.21 044

/kl.12 dunnurestir 100 gr. + grønt wok 200gr/kl.18 grønt salat við hvítleyks-oljudressingi+ breyð 30 gr. og ost 50 gr./kl.21 ylette v/súreplabitum

Týsdag: kl. 8 knekkbreyð 30 gr+ost 25 gr., ein appelsin/kl.12 grønt salat 200 gr+makrel í tomat+ breyð 30 gr./ kl.18 entre cote 170gr + rórfruktir 250 gr. + hvítleyksmargarin/kl. 21 appelsin

023

Mikudag: kl. 8 Havragrýn við mjólk + appelsin/kl. 13 kjøt+rótfruktir (døgurðarestir)/kl. 18 fiskafat+rís+rákost; diabeteskaku/og nougatkaku frá Turið Trist smileykl. 24 appelsin

Hósdag: knekk+ost+súltutoy/rákost+70 gr. av tuttum kjøti+30gr.av drýli/wok grønt+rogn/jogurt+2 fruktir

Fríggjadag:havragrýn 30gr.+mjólk+appelsin/peru-blommu/rótfruktir+kjøt+Trist smiley3várrullur (í bowlinghøllini)/

Leygardag: breyð 90 gr. laks.sild, ½ egg, ost (brunch frá Annu)/

turt kjøt 110 gr. + rákost (hvíttkál, russinur og appelsin)

2000.03.21 037

Sunnudag: knekk+ost+appelsin/breyð og turt kjøt+wokkað grønt/culottusteik 170gr (eehh eitt sindur meir)-fryst gønt 200gr.+epli 100gr.

Hvørt kvøld fái eg mær griskt jogurt v/kaffi og kakao og SØD og frukt. Púra forfallin.

Alt er ikki bara matur og klænking, hesa troyggjuna havi eg akkurát bundið, uppskriftin er stuttlig, bulurin er ein sirkul, tú byrjar við 6 eygum. Bletturin er ikki í troyggjuni, men á linsuni.

 

012015016

Jan 19, 2013

Karitas án titils

Søgan eitur Karitas við ongum heiti ella uttan heiti, sum málningar ofta eita. Og kapitlini byrja við einum málningi, lýstur við orðum.

Ein søga um kærleika og list, ella eg vildi heldur sagt erotikk og list, tí tað er tann erotiska atdráttarmegin hjá Sigmari, sum vinnur á Karitas – hvørja ferð. Listakvinnan, sum verður gift og fær børn og dvølur einsamøll í eini bygd, meðan maðurin er til skips, og so tá ið maðurin rýmir, og hon eigur tvíburar. Hjúnini tosa ikki nógv saman, men eros heldur ikki frí.

Søgan er næstan líka nógv um mammu Karitas, eitt konubrot, sum ‘fer ringin’ til at útvega børnum sínum skúlagongd.HOn fer við báti av Vestfirðum, men tey slepppa ikki norðureftir fyri ísi, tá siga tey við hana, at so má hon droppa hasa øru ferðina við øllum børnunum: “Við heyrum stutt og kalt svar móður okkar. Ég fer bara hringinn.”  Hesin ringur er sjálvandi túrurin um meginpartin av landinum til at koma fram til Akuroyrar, men ringurin gerst eisini eitt bragd, eitt avrik hjá mammuni, og seinni sigur Karitas sjálv, at hon ætlar at ‘fara ringin’. Tað vil siga, hon ger av at taka lívið í egnar hendur og gera okkurt sjálv.  Ein onnur mynd er jøkulin, jøkulsferðin hjá Karitas saman við Eyð, sum loysir knútar í sinni Karitasar og fær hana at skilja, at hon má taka sína lagnu og barnanna í egnar hendur eins og mamma hennara gjørdi. Náttúran við sínum føgru myndum og ísandi kulda er forloysandi, sprungurnar undir fótunum eru deyðiliga vandamiklar, sum fellurnar í lívinum.

Nógvar flottar náttúrulýsingar, nógvar lýsingar av konum, hetta er ein kvinnubók, tað má mann siga, menninir eru eitt sindur sum statistar og óveðurskrákur. Ein onnur mynd, sum verður endurtikin eru bindini, mánasjúkubindini, sum altíð eru í vaskibaljuni (tá á døgum var bind ikki tveitt burtur, men brúkt aftur), Karitas eygleiðir hesi bindini við sínum listakvinnueygum, tey gerast symbol – fyri kvinnuleiklutin, sum er so tengdur at, um tú fært børn ella ei, um tú skalt passa ein repil av børnum ella bløðir og tí fært passað tíni egnu áhugamál.

Hóast umstøðurnar at mála eru vánaligar, so málar Karitas alla tíðina av og á, og hennara áskoðan á list, traditionella, sum ‘líkist’ og modernaða, sum henni dámar betur er áhugaverd, hon ger eisini installatiónir. Mær kom í hug ‘Lívsins summar’ hjá Oddvør Johansen frá 1982, sum eisini er um konufólk og list.

Fín bók, tað hildu vit vist allar í Bókastevi. Gleði meg at lesa framhaldið ‘Óreiða á stríga’, sum merkir Ruðuleiki á lørifti.

Jan 18, 2013

Hevur tú bókbók ella s-bók (=samvirkna bók)

Tað er ikki har uppi tað er galið, segði Dorit og peikaði til himmals, men her niðri. Ja, hon sipaði nú ikki til nakað beinleiðis himmalskt ella guddómligt, men meinti við Amazon Cloud, tað amasonska skýggið, sum goymir og varðveitir allahanda upplýsingar, skúlabøkur, abc, e-bøkur og i-bøkur, sum nú eita s-bøkur. S-bókin er á netinum, og tú keypir eitt hald. Tað ber til at taka bókina niður og leggja hana á telduna, men tá fært tú ikki allar samvirknar partar við (kann tó vera hent, um netið gongur fyri onkran morgun).

Stuttligasta orðið eg hoyrdi í dag er úr Klaksvík, har hava summir næmingar bókbók og aðrir e-bók ella s-bók. Bókbók má so vera pappírsbók.

Jú, tú gitti rætt, eg havi verið á skeiði – á NÁMI.

IMG_8773IMG_8779

NÁM – Magnus og Dorit – høvdu skeið um bókina From where you are, sum er ein donsk skúlabók til ensktundirvísing, á NÁMI hava tey sett føroyskar orðatýðingar inn og gjørt avtalu við forlagið SYSTIME. Nakað tað sama sum Jette gjørdi í sínari við The Entrance, nú bara talgilt. Men annað enn orðatýðingar eru afturat tekstinum: sokallaðar samvirknar uppgávur. Næmingurin svarar á skíggjanum og fær rætt svar beinanvegin, ljóðbrot eru við, sum lýsa evnið og allur teksturin verður lisin av ensktmæltum fólki.  Deiligur dagur, stuttligt at síggja starvsfelagar úr øðrum skúlum, t.d.  fekk mann at vita, at summi teirra brúka bara e-bøkur, summi bæði, summi eru farin aftur til bókbókina, tí at netið á skúlanum riggar so illa. Dorit brúkar s-bók bæði í enskum og í søgu. Nú eru vit jú øll í sama fakfelag, so kanska samstarvið verður tættari.

Jan 17, 2013

Julius Caesar revisited

Viðhvørt er tað bara so stuttligt at vera lærari! Sum nú í dag, tá ið hástigsflokkurin hevði framløgu um Shakespeare leikin Julius Caesar. Kreativ og stuttlig, tey duga so væl.
Calpurnia situr og skrivar einum góðum vini bræv 10 ár eftir deyða Cæsars. Eitt stearinljós blaktrar, og vit hoyra, hvussu pennurin skavar eftir pappírinum, meðan brævið verður lisið upp. Hon sigur frá, at Cæsar hevði stórar ambitiónir, heni dámdi ongantíð, at hann gjørdist keisari, og hon var altíð bangin um hann, sín Julius.
015
013
Lýsingin av Brutusi verður partvís gjørd sum pappírsdukkuteatur, Erika er dukkuførari, og Brutus og hin klæni Cassius kjakast, somuleiðis er Portia á pallinum og finst at manninum, at hann loynir okkurt fyri henni, og hin purluti Antonius hevur nøkur orð um hin deyða bløðandi Brutus, sum sum tann einasti av drápsmonnunum drap Cæsar, tí at hann (also Brutus) elskaði Rom.
003005
Cæsar heldur røðu, verður dripin og stígur aftur á pall, men hesa ferð sum ein afturgonga.
002
Og hin rómverski reportarin hevur eina loyniliga keldu í senatinum, sum boðar honum frá ósemjum millum partarnar, nú ið Cæsar er dripin, og fólkið á gøtuni undrast og stúrir fyri, hvat ið tað næsta verður.
008

Jan 15, 2013

Magna á listaframsýning

Vit hugdu at Joelsa træskurði, sera áhugavert. Eg visti ikki, at Joel er navnframur listamaður heima hjá sær og aðrastaðni. Havi hitt Joel ofta, tá ið vit vóru grannar í Eiriksgøtu. Hann plagdi at rógva út við Jákup á Sundi.

Flott, tá ið tey ymisku viðasløgini spæla saman.

001

Magna sær so spekulativ út, men skálin var longu seld.

002

Mær dámdi væl hesi eyguni, myndin eitur “Look into my eyes” ella okkurt tílíkt.

021006

So hon fór bara at fáa sær ein vatnsopa og at lesa eina bók.010022

Jan 14, 2013

ANNA 50 – føðingardagsrøða við myndum.

Hvør Anna, sigur tú kanska. Men í okkara verð er bert ein Anna, ofta kallað Anna á skrivstovuni. Ja, hon er á skrivstovuni í Hoydølum, og í dag hevur hon ein stóran dag.
HJARTALIGA TILLUKKU ANNA, eg veit, at tú lesur bloggin við hvørt. Henda myndarøð er ein lýsing av tínum ymsu eginleikum, sum eru t.d. títt góða humør, tíni sjónleikarevni, tín náttúruáhugi, tín lesihugur, tín binding…eg kundi blivið við.
Anna er eitt lívstykki, her síggja vit frúuna til grillhugna seinasta skúladag, eitt stórt smíl og ein skemtisøga eru fast ískoyti.2009.06.24 035
Anna er farin undir eina karrieru sum søgusigari, hon ferðast til søgufestivalar og søgusigaraskeið, á myndini niðanfyri er hon á café Chill í Kollafirði, har hon skipaði fyri frásøgukvøldi.  Anna dugir eisini at kvøða, og hon hevur meiri enn einaferð roynt at toga tey gumpatungu upp at dansa og kvøða t.d. Bukkutáttin.
ABskeið 003

So sigst í Arngríms synum: hon kann alt við hondum gera /sømir seg væl ein kvinna /hon kann Ianna1MAG0594Ianna2MAG0597IMabba3AG0591bæði lesa og skriva /reyðargull kann hon spinna. Myndirnar vísa skjúrtið, við tí serligu bindingini, sum tey rópa dominobinding, sum Anna bant til jólar og vestastykkið, sum Anna er farin í holt við.Soleiðis er við Annu, sjálvandi duga flestar kvinnur at lesa og skriva – ikki sum tá kvæðið bleiv til – men hvussu nógvar duga so væl við teldu, kopimaskinu og rektarum sum Anna? Altíð kanst tú heita á hana, tað veri seg um næmingalistar, fyrisitingarlógina ella ætlaðir útferðir og bøll. Anna veit - ella fær útvegað tær upplýsingar. Hvør samlar pengar inn til rundar føðingardagar og salatbarr, tað ger Anna.
Tá ið starvsfólkið fer í fjøllini er Anna ikki aftast, Hon orkar at ganga, og hon kennir staðarnøvn og sagnir. Á hesi myndini er hon á heimabeiti so at siga, vit ganga av Oyggjarvegnum til Kaldbaks.
IMG_1657

IMG_1670IMG_1681
Á hesi myndini nýtur Anna eitt glas av góðum víni inni hjá ríkisumboðskonuni.IMG_2563loppur og grýlur 023
Grýluklødd í 2011, vit kenna Annusa serstaka kappingarhug. Grýlukappingina vann hon ikki, men hon gav Kristjani ein skarpan gang. Tá ið vit høvdu jólakalendarakapping í 2012, tá vann Anna. Vit minnast eisini, hvussu nógv hon legði fyri og kýtti seg í tónleikakappingini síðst í desember.loppur og grýlur 048
Og her er dáman í galla og fjong…136
Góða Anna, hjartaliga tillukku og takk fyri gott samstarv og vinarlag!

(BTW vektin í morgun var 77,2, mentað skula vit ikki snakka um nú)